Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 8. desember 2017 Spottari kemur í spottarans stað... Jørgen Niclasen kann speireka sam­gongu­ flokk­arnar – og so niðrandi kalla sam­gongu­ na fyri LGBT-samgonguna. Men tað skert ikki burtur, at Fólka­flokk­ ur­in er Føroya fyrsti LGBT-flokkur. Tað bleiv Fólka­flokk­ur­in, tí at Annika Olsen var tann fyrsti – og hig­artil einasti – borgarstjórin at gifta tvey fólk av sama kyni. Og Annika Olsen tekur tað ikki sum nakra skomm. Hon er tvørtímóti errin av tí og hon stendur fast við sínar gerðir, og hon ætlar sær ikki at gevast at víga samkynd pør, sigur hon við in.fo. Hon vísir á, at tað er landsins lóg, at sam­ kynd kunnu giftast, og landsins lóg eiga vit at halda. Hon heldur, at fara borgarstjórar, ella onnur, at sortera, hvørjar lógir, tey vilja halda, og hvørjar lógir, tey ikki vilja fylgja, má­ar tað støðið undan rættarsamfelagnum. Og rætt hevur hon í tí. Hon hevur tikið við borg­arstjórastarvinum, og hon má sjálv­ andi ger tað, sum krevst av starvinum. At hon so eisini er samd við teimum, sum halda at samkynd kunnu giftast merk­ir bert, at tær ultra konservativu kreft­irnar í Fólka­flokkinum ikki hava takið á henni. Endar tað við, at tey tveita hana úr flokk­i­ num, so missir Fólkaflokkurin helst meira fyri minni. Stríðið ímóti teimum samkyndu er tapt. Har vendst ikki aftur, hvussu nógv tey kon­ servativu so stríðast. Neyvan fær tað heldur avleiðingar fyri Ann­iku Olsen – og valla heldur fyri tey kon­servativu í Fólkaflokkinum. Fáur hevur dug­að so væl sum Fólkaflokkurin at gjørt sær dælt av innanhýsisósemjum. Vit minnast, hvussu Óli Breckmann gart­eraði við sínum stuðli til apartheidstýri í Suð­ur­afrika – og annars við at speireka og arga fólk á vinstraveinginum í Føroyum. Slík stríð í Fólkaflokkinum skapa frontar, sum báðir tað vísir seg at báðir partar vinna. Tað verður eisini skilið av innhýsisstríðnum í Fólkaflokkinum í Havn. Verður Annika Olsen álopin innanfloks, so styrkir tað hana í høvuðsstaðnum. Hon hevur gjørt Fólkaflokkinum ein stóra tænastu við at vinna valdið í Havn við bara 13 prosentum av atkvøðunum. Tað er valla hent áður. Ein innanhýsis jagstran av henni fyri at gifta samkynd fer valla at gagna góða stimanum hjá henni í Tórshavnar Býráð. Nú illveður herjaði um landið við nógvum avlýsingum eru fólk sum spyrja, hvørji rættindi tey hava, tá ið tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Tað skrivar Starvsmannafelagið, sum staðfestir, at tað eru summi, sum hava krav upp á løn ein slíkan dag, har tey ikki sleppa til arbeiðis. Men onnur hava ikki rætt til løn. Felagið sigur, at starvsfólk hjá landinum hava rætt til løn, tá ið tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Hinvegin hava kommunrnar ongar fel­ags reglur, tí tær avgera hvør sær, um fólk verða trekt í løn ella ikki. Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini reglu sum sigur, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, soleiðis sum hon hevur gjørt í dag, hava tey rætt til at fáa løn, hóast tey liggja heima. Er Fólkaflokkurin LGBT-flokkurin? Almenn starvs­ fólk rætt at vera heima við løn ódnarveður Les eisini blaðið á telefonini Uppgerð við uttanríkispolitisku heimildarlógina Magni Arge fólkatingsmaður Er graver­journ­ al­i­stik­ken lagt i graven? Jørn Astrup Hansen Síða 18-19 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna Durita Jakobsen er 45 ára gomul. Hon tók lær­araprógv í 2002, AKT útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði. Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur m.a. skipað AKT og SSP arbeiðið í Tofta skúla. Durita skal stjórna Tofta skúla