hósdagur 7. desember 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
3
Lærupláss á Bústøðum
KOM OG LÆR TIL
HÚSAVØRÐ
Nú hevur tú møguleika at læra til húsavørð í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð
hendan spennandi útbúgvingin verður boðin út. Bústaðir hevur í dag 253
leiguíbúðir, 70 verða í løtuni bygdar, og aðrar 200 eru ávegis. Stóra talið
av leigu íbúðum ger, at okkum tørvar fleiri hendur.
HÚSAVØRÐUR
Húsavørðirnir eru andlit og hendur hjá Bústøðum úteftir
og hava nógv samskifti við aðrar handverkarar og okk ara
leigarar. Húsavørðirnir gera vanligar ábøtur og smærri
um vælingar av bygningum og íbúðum. Tá størri um væl
ingar verða gjørdar, samskipa húsavørðirnir hetta við aðrar
hand verkarar.
Húsavørðirnir gera inn og útflytingarsýn í samband við
flyting. Harumframt hava húsavørðirnir umsjón við øll um
okk ara bygningum, taka sær av øllum tekniskum installa
tiónum og røkta grøn øki og tún.
Sum lærlingur verður tú partur av einum húsavarða toymi
og kemur at luttaka í øllum arbeiðsuppgávunum.
UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/ur og álítandi, hevur
gott handa lag og trívist við at hava nógv um oyruni. Eisini
hev ur tú tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, teknisk
um skipanum og hug at læra um tænastu, um siting og
við líka hald. Tú hevur góðar telduførleikar, fólka skúla prógv
og koyri kort.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt lærupláss har tú m.a. lærir um viðlíkahald av bygning
um og hita og ventilatiónsskipanum. Um røkt av grønum
økj um og túnum. Harumframt verður dentur lagdur á, at tú
lærir at leggja arbeiðir til rættis á besta hátt, bæði við atliti
til tíðar ætlanir og fíggjarlig viðurskifti.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum læru
tíð á Bústøðum og uppihald á skúla í Danmark. Ynskiligt er,
at tú byrjar til várs. Løn sambært avvarðandi sáttmála.
UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er fríggjadagin, 5. januar 2018.
Nærri kunning um læruplássið er á heimasíðu okkara
www.bustadir.fo. Hevur tú spurningar, kannst tú venda tær
til Steingrím B. Funding, á telefon 261048.
Bústaðir virka fyri at gera føroyska bústaðamarknaðin meiri fjøltáttaðan. 18 starvsfólk arbeiða í felagnum og hava
nógvar og ymiskar arbeiðsuppgávur.
Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 401000
bustadir@bustadir.fo
www.bustadir.fo