Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 4 Vit eru spard fyri ódnarveður í heyst, men nú vit av álvara koma inn í vetr­ armánaðirnar fáa vit eisini at merkja tað. Ódn herjar um landið og ongin grund er at fara út hjá teimum, sum ikki hava tað fyri neyðini. Klimafólk og veðurmenn hava seinastu árini boðað frá, at broytingarnar í veð­ urlagnum fara at hava við sær fyri okkara viðkomandi, at veðrið fer at gerast alt meira ógvusligt. Tað fer at regna meir og vindurin verð­ ur ógvusligari. Vit sum hava livað meira enn hálva øld hava sæð broytingar í veðrinum. Vit hava minni kava, meira avfall og meira vind. Tað var vanligt í fimti- og seksti ár­ unum, at børn spældu úti, bara í før­oysk­ um troyggjum – altso uttan jakkar. Og sjálvt um tað regnaði, so var tað ikki oftani ein bleiv á kroppi. Hetta hevði als ikki latið seg gjørt í dag. Avfalli er so ógvusligt, at uttan mun hvørjum klæðum ein er í, sum ikki eru regn­kláðir, so gerst ein á kroppi. Hyggja vit søguliga at hesum, so er onki at ivast í, at veðrið hevur skikkað sær ym­iskt, men flestu tilkomin fólk halda í dag, at vit uppliva broytingar. Føroyar eru sjálvandi eitt lítið land, har tilvildin kanska ræður, um vit verða rakt av ringum ódnarveiðrið, men taðer týðuligt fyri mær, at alt er ógvusligari í dag. Lurta vit eftir teimum, sum ávara um, at veðurlagið kring heimin gerst ov heitt orsaka av d´lkingini, so passa flestu spá­ dómarnir hjá hesum fólkum. Sjálvt um øll heimsins lond hefyri samdust um, at nú skal okkurt gerast av álvara, so gongur tað alt ov seint at fáa stýr á dálkingini og upphitingini. Fleiri vísindafólk hava sagt, at vandi er fyri, at komið er so nær eggini, at torført er at venda aftur, gera vit að ikki beint nú. Enn er ein minni partur sum heldur, at náttúran stýrir sær sjálv og at hesar broytingarnar koma ikki av mannaávum. Hetta er sæð fyrr – vit hava havt ístíðir og heitar tíðir gjøgnum søgu jarðarinnar. Hóst hetta, so tykjast alt fleiri vís­inda­ fólk at halda, at ógvusliga veður­lags­ broytingarnar koma av mannaávum og hetta er nakað vit eiga at gera nakað við. Varandi orka er eftir øllum at døma ein loysn. Flestu lond hava høg mál á hesum øki, men alt gongur ov seint. Okkara egna SEV hevur sagt, at øll orka á landi eigur aat koma frá vindi, vatni og øðrum varandi orkukeldum, men veru­ leik­in er tann, at skal broyting koma í, so ber bert til at stýra politikkinum við pengum. Tað má gerast so, at tað av álvara verður bíligiari at hava vardandi olju­ keldur til streym og til bilar. Her hjálpir onki við smáligheit. Almenna skipanin má taka rívan til fyri at fáa okkum øll at skifta. Og nei. Tað er ikki rætt bara at siga, at vit eru so smá. Lat okkum gera Føroyar til eitt grønt paradís heldur enn bara at darla aftaná. Hetta fer helst ikki at broyta veðurlagið beinanvegin, men hetta er vegurin fram. Lat okkum tí fáa tað gjørt beinanvegin. Lands­ stýris­kvinnan við orku og umhvørvið – Sirið Sten­ berg – kom nú í gongd og fáa starvsfelag tín Krist­ inu Háfoss – tað er hon sum hevur pengarnar - til at umleggja avgjørdlini og ger drønu orkuna nógv bíligari og freist­andi. Nógv bíligari. Ája Vikan ið fór Sæð á Facebook: Í dag eru bæði Ódnin og Kvørnin í Útvarpinum. Løgreglan, sløkkilið og bjargingarfeløg høvdu úr at gera hósmorgunin, tá eitt ódnarveður rakti Føroyar. Nøkur fólkafloksfólk vilja hava Anniku Olsen koyrda úr flokkinum, tí hon giftir samkynd. Tríggir journalistar í Kringvarpinum hava klagað um støðuna á stovninum. Vinnunevndin legði mánadagin fram álitið til nýggja fiskivinnuskipan Ein 41 ára gamal maður lat mánadagin lív í eini ferðsluvanlukku á Tvøroyri Illveður MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ferðir hevur Alexander Samulesen givið blóð 100 Mikudagin ávaraði myndugleikarnir um, at eitt illveður fór at raka landið hósmorgunin. Illveðrið legði eisini samferðsluna og fleiri almennar stovnar lamnar og gjørdi skaða í fleiri bygdum kring landið. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Hvassur vindur ella skrið av norðri og útnyrðingi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum kolandi stormur, upp í 30 m/s. Um náttina makar hann vindin eitt vet. Skýggjað og ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 3 hitastig. Andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 - 13 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við vátakava ella kavaælum og hitin verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Hann makar vindin gjøgnum dagin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi á kvøldi, 2 til 7 m/s. Um náttina øtlar hann tó aftur av suðri og landsynningi, upp í 5 til 10 m/s. Framvegis ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi, men út á dagin klárar í og slítur í, tó um náttina verður aftur skýggjað. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 3 hitastig. 15-20 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Um orðið sigur Sprotin Illveður 1 ringt veður, vánaveður, hann gjørdi illveður av útsynningi; er illveður í, skal verða gott veður sunnudag Til mannin, sum uppfann nullið. Takk fyri onki! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At illveðrið sum rakti Føroyar hósmorgunin hevur fingið navnið Caroline