Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 6 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T á 49 ára gamla Ann­ika Sølvará var les­andi í Dan­mark í níti­ár­unum, bleiv hon lim­ur í felags­ skap­inum Amnesty Inter­nation­ al. Tað varð ein avgerð, ið meir ella minni hevur myndað lív hennara síðani tá. Hon kom heim aftur úr Dan­ mark í 1996, har hon hevði verið í lestrarørindum. Hon byrjaði sum nevndarlimur í Amnesty Inter­ national Føroyar í 1999, og varð forkvinna í felagsskapinum frá 2001 til 2006, tá hon fór út nevndini. Síðani hevur hon sitið í ymiskum arbeiðsbólkum og verið virkin limur í felagsskapinum. Sunnudagin 10. desember er Altjóða Mannarættindadagur, og í ár eru 69 ár liðin, síðan ST- yvir­lýsingin um mannarættindi varð undirskrivað í París. Altjóða Manna­rættindasáttmálin, sum hendan yvirlýsingin er betur kend sum, var ein av teimum fyrstu stóru úrslitunum hjá tí tá nýstovnaða ST. Umboða Føroyar í altjóða høpi Sum forkvinna í Amnesty var Ann­ ika Sølvará á ymiskum altjóða fundum fyri felagsskapin, so sum ICM, sum er altjóða aðalfundurin, ið er hildin annaðhvørt ár. Á leið 600 fólk úr øllum heiminum eru við til aðalfundin, og hon var ein av trimum, sum umboðaði Før­ oyar, tá fundurin varð hildin í Mexico í 2005 og í 2007. Hon var eisini við til ymisk onnur forum og norðurlendskar samstarvsfundir. Annika Sølvará heldur, at tað bæði er spennandi og læruríkt at umboða Føroyar á altjóða stevn­ um. –Eg havi lært ómetaliga nógv á altjóða fundunum, ið eg havi lut­ tikið í. Millum annað havi eg lært, hví felagsskapurin hevur hesar ymisku politikkirnar, sigur hon – Tað er spennandi, tí hóast Amnesty er ein gras­rótar­felags­ skap­ur, og nevndarlimirnir ar­beiða sjálvboðið, so eru partar av ar­ beið­inum skipað professionelt við starvsfólki. Á altjóða fundunum fær man høvi at hitta fólk úr øll­ um heiminum. Umframt tað, so er tað spennandi at eygleiða, hvussu felagsskapurin arbeiðir við ymsum málum – summi taki eg undir við, og onnur taki eg ikki undir við. Tað er ikki altíð, at vit í Amnesty International Føroyar eru samd, men hóast ósemju viðhvørt, so er altíð áhugavert at luttaka í spenn­ andi og virðiligum kjaki, sigur Annika Sølvará. –Tað, ið verður viðgjørt á fund­ unum verður viðgjørt gjølla og við virðing. Serliga hetta er um­ ráðandi, og eg haldi, at vit kundu lært nógv um, hvussu vit kjakast siði­liga í Føroyum. Serliga í polit­ ikki og øðrum samfelagsligum við­ ur­skiftum, sigur hon. Tá politikkurin fyri felags­ skap­in verður lagdur á altjóða aðal­fundinum, er neyðugt, at tað annað­hvørt er breið ella full semja um uppskotini. Arbeiðið snýr seg um, at finna fram til breiða meiri­ lut­an, og tað verður nógv orka brúkt til tað. – Hóast londini senda síni sjón­ armið inn áðrenn fundirnar, so snýr tað seg ikki um, at hvørt einstakt land skal hava sítt ígjøgnum. Hesin virðiliga arbeiðshátturin hevur økt mítt álit á felagsskapin. Eg eri ikki samd við øllum í felagsskapinum, men hann ger eitt fantastiska gott arbeiði, sigur hon um arbeiðið, sum felagsskapurin ger. Tað sum tó situr fremst í minn­ inum eftir slíkar fundir, eru per­ són­ligu søgurnar. Annika hevur millum annað hitt fólk, sum hava verið samvitskufangar – tað er fólk, ið eru fongslaði fyri síni politisku sjónarmið og sum ikki hava útint harðskap – og sum Amnesty hevur arbeitt fyri. Summi av hesum eru síðani eru vorðin virkin í Amnesty. – At uppliva søgur og síggja, at arbeiðið hjá felagsskapinum ger mun er fantastiskt, sigur hon og legg­ur afturat, at hon gjøgnum Amnesty eisini hevur knýtt fleiri per­sónlig vinaløg, kontaktir og sam­starv. – Hetta arbeiðið skapar sam­ bond millum lond, hugsanir og fólka­løg. Tú fært eitt víðari sjónar­ horn og lærir at síggja ting úr sjón­ ar­horninum hjá hinum, staðfestir hon. Brævið úr Føroyum gjørdi mun Annika greiðir frá, at tíðin sum for­ kvinna og virkin limur í Amnesty hevur verið hendingarrík, og gjøgn­um virksemi hevur hon møtt nógv­um ymiskum fólki, ið hava fingið hjálp frá Amnesty. Millum annað hava samvitskufangar verið við á fundum og sagt sína søgu. Amnesty velur ymiskar sakir, ið eru hóskandi dømi um brotin TAÐ GER MUN SKRIVA BRØV – Tað er rørandi at síggja ein samvitskufanga koma inn við sekkjum av brøvum við sær, og greiða frá at hann hevur sitið í varðhaldsfongslaður og ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, men síðani byrjaðu brøvini at bólta inn, og tey løgdu trýst á myndugleikarnar, sigur 49 ára gamla Annika Sølvará, sum hevur verið virkin í Amnesty í skjótt 20 ár. “Tað er rørandi at síggja ein samvitskufanga koma inn við sekkjum av brøvum við sær, og greiða frá, at hann hevur sitið í varðhaldsfongslaður og ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, men síðani byrjaðu brøvini at bólta inn, og tey løgdu trýst á myndugleikarnar” PERSÓNSØGA Altjóða Mannarættindadagur Annika Sølvará: