hósdagur 7. desember 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
7
mannarættindi í ymiskum londum.
Síðani heitir felagsskapurin á limir
og fólk kring heimin at skriva til
viðkomandi persónar og myndug
leikar.
– Tað er rørandi at síggja ein
samvitskufanga koma inn við
sekkjum av brøvum við sær, og
greiða frá, at hann hevur sitið í
varðhaldsfongslaður og ikki vitað,
um hann er keyptur ella seldur,
men síðani byrjaðu brøvini at bólta
inn, og tey løgdu trýst á myndug
leikarnar, sigur hon.
Ein onnur sterk uppliving, sum
Annika Sølvará hevði var, tá hon
var í feriu við familjuni í Kreta í
Grikkalandi.
–Eg hugdi at einum træskurði,
sum ein gøtuseljari hevði gjørt.
Hann sá áhugan, sum eg vísti hesi
fýrakantaðu myndini av hondum,
sum hildu um rimar, og eygum sum
hugdu út. Hann spurdi, hvaðani
eg var, og eg svaraði, at eg var úr
einum landi, sum hann heilt víst
ikki kendi, sum eitur Føroyar.
Hann sigur tá, at tað visti hann væl,
tí hann hevði verið samvitskufangi
og ein av teimum, sum hevði
fingið brøv frá Amnesty, tí hann
sum hernaðarnoktari ikki vildu
gera hertænastu, og tí varð hann
fongslaður. Tey fyrstu brøvini, sum
hann fekk vóru úr Føroyum, og so
skjótt hann varð leyslatin, fór hann
at kanna, hvar Føroyar eru. Síðani
greiddi eg honum frá, at eg var
forkvinna í Amnesty í Føroyum,
sigur Annika Sølvará.
– Hetta er ein ítøkilig søga um,
at brøvini, sum vit senda, gera ein
mun. Tað var ein fantastisk upp
living síðani at koma heim aftur
til Føroya og kunna siga hinum
limunum í felagsskapinum hesa
søguna. Hóast vit ikki vita, hvør
tað var, sum sendi júst tað brævið,
so vita vit, at brøvini, sum vit senda
gera mun, leggur hon afturat.
Annika keypti tó ikki myndina
av fanganum, tí hon var ov døpur.
Ístaðin keypti hon ein annan
træskurð, sum hesin listamaðurin
og fyrrverandi fangin hevði evnað.
Kjarnin er óbroytt
Amnesty International Føroyar
varð sett á stovn í 1965, og síðani
tá er nógv broytt í felagsskapinum,
hóast nógv enn er tað sama.
Annika Sølvará greiðir frá,
at kjarnin í felagsskapinum er
tann sami, tí felagsskapurin
varð grundaður á virksemi hjá
sjálvbodnum rundan um spurn
ingar um mannarættindi. Hon
hevur tó upplivað ta tíðina, hon
hevur verið virkin í felagsskapin
um, at føroyska deildin er vorðin
alsamt meir professionel. Í 1999, tá
hon byrjaði sum forkvinna, var ein
skrivari í felagsskapinum 12 tímar
um vikuna. Í dag eru tvey fólk í
starvi.
–Broytingin hevur havt týdning
og elvt til, at Amnesty í dag arbeiðir
nog meira virkið. Høvdu broyt
ingar ikki verið framdar, so hevði
felagsskapurin ikki verið til á sama
hátt í dag, sigur hon.
Virkisøkið er eisini broytt, og
millum annað kann nevnast, at
fyri at verja limirnar í ymisku
londunum bar ikki til at arbeiða við
viðurskiftum í egnum landi fyrr.
Tað ber til í dag. Eisini er felags
skapurin farin frá at arbeiða við
eini smalari definitión av manna
rættindum til eina víðari defini
tión.
– Júst hetta, at virkisøkið er
broytt er onkursvegna ein avbjóð
ing. Hóast eg skilji og taki undir
við hesum, so eru tað fleiri møgu
leikar til ósemju nú. Sum dømi
kann spurningurin um fosturtøku
nevnast, tí har síggja ymisk lond
sera ymiskt uppá økið sigur hon,
og greiðir frá, at eitt annað aktuelt
mál, ið er trupult at koma til sættis
AT
“Í einum út av
trimum málum eru
ítøkilig úrslit, so tá
eg sendi brøv, eru
sannlíkindi sera stór
fyri, at tað ger mun”