Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 8 við er rætturin hjá teimum, sum selja seg kynsliga. Ella rætturin til reint vatn, tí ilt er at avgera, hvussu reint vatnið skal verða, hvussu nógv tú hevur rætt til, um rætturin einans fevnir um drekkivatn ella um tú eisini hevur rætt til alt møguligt annað. Tá er nógv einfaldari at siga, at vit eru ímóti deyðarevsing, staðfestir hon. Hon leggur tó álvarsliga afturat, at tað ongantíð hevur verið so umráðandi, sum júst nú, at hava slík­ar felagsskapir, ið arbeiða fyri mannarættindum. – Tey sløgini, ið man hevur vunnið, missur man aftur, um man ikki heldur fast. Nógv økir eru vunnin, men eru síðani vorðin ring aftur vegna kríggj og aðrar umstøður. Tað er eisini umráðandi at framhaldandi arbeiða fyri rættindi hjá minnilutabólkum og teimum, sum eru útsett fyri forfylging og píning í øllum londum, staðfestir Annika Sølvará. Brøvini eru kjarnuvirksemi Tað kann tykjast meiningsleyst at skriva eitt bræv og senda tað til eitt land, sum tú lítið veitst um og til ein persón, sum tú als ikki kennir. Men júst hetta við at senda brøv er ómetaliga umráðandi. Eisini nú tað er lætt og skjótt at gera tað sama á netinum ella gjøgnum sms. Tey, sum eru virkin í felagsskap­ inum skriva brøv alt árið, men í desember mánaði, tá Altjóða Manna­rættindadagur eisini er, verður meir upplýst um júst hetta at skriva brøv, og fleiri sum ikki eru limir skriva eisini tá. – Brøvini hava altíð verið kjarnu­virksemi hjá Amnesty, og fleiri av teimum, ið hava verið limir longi, skriva enn fysisk brøv, hóast fleiri teldupostar og sms verða send, sigur hon –Tað er ongin ivi um, at fysisku brøvini eru av stórum týdningi. Tað hevur felagsskapurin prógvað, staðfestir hon. Hon vísir á, at tað er lættari at skúgva teldupostar til viks við at seta spammfiltur á, og síðani verða teir ikki móttiknir. Eisini vekir ein stórur bunki av fysiskum brøvum ans hjá móttakarinum, umframt, at sjálv tilgongdin ávirkar sendaran. – Tú gert í veruleikanum meir, tá tú skrivar, setir frímerki á og sendir eitt bræv avstað. Tað krevur meir orku, og tú hugsar meir um tað, sigur hon. Hesar áheitanirnar eru enn kjarnu­virksemi hjá Amnesty, og vit hava fingið at vita frá felags­ skap­inum, at tað ávirkar einstaku per­sónarnar og myndugleikarnar í landinum. Brøv gera mun og føra til leyslating av fólki, krevja at rættarmál tikin upp aftur, gera so at kanningar verða settar í verk, greiðir hon frá. – Í einum út av trimum málum eru ítøkilig úrslit, so tá eg sendi brøv, eru sannlíkindi sera stór fyri, at tað ger mun, sigur hon. Støðan í Føroyum Vit eru partur av umheiminum, og vit hava skyldu til at taka støðu til tað, sum hendir úti í heimi. Vit eiga at fyrihalda okkum til evni so sum deyðarevsing, píning og forfylging, heldur Annika Sølvará. Eisini eru tað ting í Føroyum, sum vit eiga at halda eygað við, so sum alt ov drúgvar isola­tións­ fongs­lingar, og mál á psykiatriska økinum, heldur hon. Hon greiðir frá, at tá tað eru evni, ið Amnesty ynskir at varpa ljós á, so reisir skrivstovan mál og vendir sær til rætta myndugleika ella tekur hetta um alment. Nógv av arbeiðinum er tó undir­ vísing, kunning og sjónligg­er­ing. Amnesty kunnar millum annað á skúlunum um egin rættindi, hevur almenn tiltøk og bólkar. Eisini er nógv av arbeiðinum í samstarv við myndugleikarnar, sigur hon. Visti tú? Allan desember mánað eggjar Amnesty til at luttaka í skriviátaki, har endamálið er at skriva brøv, ið kunnu bjarga einum lívi. Átakið eitur “Skriva fyri lívi”. Øll kunnu skipa fyri einum skrivi- tiltaki - stórt ella lítið, alment ella privat. Tá milliónir av fólkum rópa varskó og senda brøv samstundis, so verður eitt ógvusligt trýst framt - tað skapar úrslit! Í einum út av trimum málum sær Amnesty ítøkilig úrslit. Les meir á www.marathon.amnesty.fo PERSÓNSØGA Tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember fyri at minnast øll tey, sum uppliva, at teirra rættindi verða skerd. “Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.”  – Peter Benenson Visti tú? 10. desember er Altjóða Mannarættindadagur Tey fyrstu 10 punktini av teimum tilsamans 30 punktunum í Altjóða Mannarættindasáttmálanum eru hesi: 1. Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsanir og hugsjónir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt. 2. Øll eiga hesi rættindi, sama hvussu ymisk vit eru. 3. Vit eiga øll rættin til lív og at liva í frælsi og tryggleika. 4. Ongin hevur rætt at trælka okkum. Vit kunnu ikki trælka nakran annan. 5. Ongin hevur rætt at skaða okkum ella at pína okkum. 6. Øll hava rætt at vera vard í lógini. 7. Lógin er tann sama fyri øll. Hon má fara rættvísiliga við okkum. 8. Vit kunnu øll biðja dómsvaldið hjálpa okkum, tá ið vit ikki eru rættvísiliga viðfarin. 9. Ongin hevur rætt at fongsla okkum uttan eina góða grund, at halda okkum í varðhaldi ellaat senda okkum av landinum. 10. Um vit verða stillað fyri rættin, eigur tað at vera alment. Fólkið, ið viðger okkum, eigur ikki at lýða boðum frá øðrum.