hósdagur 7. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
9
Smáu dýrgripirnir
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
E
in av mongu góðu føroysku
jólasangunum, er: “Nú er jól” hjá
Kim Hansen. Í sanginum minn
ir hann okkum á, at henda ársins
tíð – jólini – er eitt gott høvi at steðga á og
hugsa um, hvønn týdning jólini í roynd og
veru hava. Umstøðurnar eru ymiskar og
avbjóðingarnar fjølbroyttar hjá fólki, men
spurningurin er, hvussu vit kunnu gera jólini
hugnalig uttan mun til hesi viðurskifti?
Kanska eitt av svørunum er, at vit á jólum
luta innaru dýrgripirnar við hvørjum øðrum
heldur enn uttara ríkidømið.
Tað, sum eg meini við, er, at viðhvørt kann
stóra nýtsla og ríkidømi okkara vera sera
fátækt, men einfaldni og eymleiki okkara,
vera sera ríkt.
Eg las herfyri um ungt nýgift par, sum
fór at leita sær eftir einum jólatræi. Tey
høvdu ikki ráð at keypa eitt av teimum dýru
jólatrøunum, men sølumaðurin fór afturum
við teimum og vísti teimum tvey trø, sum
lógu goymd burtur. Trøini vóru ber á aðrari
síðuni og vóru illa farin. Men um tey skoyttu
um trøini, skuldu tey fáa tey fyri 50 krónur.
Nakrar dagar seinni, tá ið handilsmaðurin
gekk framvið einum húsum, sá hann eitt
jólatræ, sum hann ongantíð áður hevði sæð
- stórt, tjúkt og sera vakurt. Ímeðan hann
forvitin hugdi gjøgnum vindeygað, sá hann
unga parið innanfyri. Spentur at hoyra, hvar
tey høvdu fingið fatur á einum so vøkrum
træi, bankaði hann uppá dyrnar.
Komin innar, sá hann, hvussu unga parið
á meistarligan hátt hevði sett bæði trøini
saman við at flætta greinarnar og binda
bularnir saman við jarntráði, soleiðis at
vøkru grønu síðurnar vendu úteftir. Á henda
hátt skaptu tey ein dýrgrip úr nøkrum, sum
at byrja við ikki sýntist av nógvum.
Ríkidømi okkara verður fátækt, tá ið
havisjúka, ovát, ovurnýtsla og dýrar gávur
fylla sinnið. Tá ið vit umgangast nógv fólk,
men ongan hava, sum vit veruliga kunnu tosa
við. Tá ið vit royna at hava samtalur uttan
at fara niður í dýbdina, har pínan kemur til
sjóndar. Tá ið vit vóna, at gávurnar fara at
geva okkum gleði, men framvegis kenna
okkum tóm. Tá ið vit renna aftur og fram
fyri at finna størstu gávurnar, eta dýrasta
matin og prýða við fínasta jólaprýðinum.
Tað dýrasta er ikki altíð tað vakrasta.
Tað prýðiligasta er ikki altíð tað besta.
Viðhvørt er tað einfaldasta vakrast og tað
minst konstnaðarmikla tað besta).
Hugsa tær eini jól uttan ovát, ovurnýtslu
ella havisjúku. Eini jól, har vit ikki kappast
um at vísa uttara ríkidømi okkara, men
har vit tora at vísa vakurleikan av innara
ríkidøminum. Hvussu kann tað vera?
Tað kann vera at seta seg í samband við
ein gamlan og gloymdan vin. At skriva eitt
bræv, sum fyri langari tíð síðani, skuldi
verið skrivað. At fyrigeva einum, sum hevur
biðið um fyrigeving. Ella sjálvi at biðja
um fyrigeving. At vera tolin móti einum
ónøgdum viðskiftafólki. At vísa einum, at tú
virðismetir tað, sum viðkomandi ger. At gleða
eitt barn. At heilsa einum fremmandum. At
hoyra góðan tónleik og hugna tær saman
við familju. Ikki at krevja so nógv av øðrum
og heldur ikki av tær sjálvum. At sløkkja
sjónvarpið og vitja ein sjúkan ístaðin. At
bjóða teg fram at vera barnagenta hjá eini
troyttari mammu. At vitja ein gamlan mann
ella eina eldri kvinnu. At troysta ein vin ella
kenning, sum syrgir. At bjóða onkrum heim
ella út til eina máltíð. At siga mammu og
pápa, hvussu stóran týdning tey hava fyri
teg. At vera opin um stríð títt og pínu tína
við ein, tú hevur álit á. At njóta jólasang og
jólaboðskap í samkomu ella kirkju. Og at
minnast, hvussu dýrgripur Guds í Jesusi, er
størsta ríkidømi okkara.
Kanska finna vit ikki fínastu og dýrastu
jólagávurnar í ár. Men tað, vit finna, kann
gerast stóra gleði okkara, tá vit læra/
viðurkenna, at tað einfaldasta ofta er tað
vakrasta og tað innara tað dýrabarasta.
Soleiðis kunnu vit gera jólini einføld
og hugnalig, sjálvt um umstøðurnar eru
ymiskar og avbjóðingarnar stórar hesa
ársins tíð. Tí tað er sum Kim syngur, “Í
okkara hjørtum eru jól í dag.”
At vera tolin móti
einum ónøgdum
viðskiftafólki. At
vísa einum, at tú
virðismetir tað, sum
viðkomandi ger.
At gleða eitt barn.
At heilsa einum
fremmandum. At
hoyra góðan tónleik
og hugna tær saman
við familj
BLOGGUR