hósdagur 7. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. apríl 2017
sosialurin 49
10
Eirikur Lindenskov
Nýggjasta veljarakanningin er helst
kærkomin lesnaður hjá løgmanni og
hansara fólki í Tinganesi.
Samgongan gongur gamaní aftur
– men einki í mun til veljarakanning
hjá Fynd, sum Norðlýsið kunngjørdi
fyri góðum tveimum vikum síðani.
Tá gekk samgongan aftur við 12,4
prosentstigum, sum serliga gekk út
yvir Javnaðarflokkin.
Í dagsins veljarakanning gongur
samgongan »bara« 6,3 prosentstig
aftur.
Tað er Gallup Føroyar, sum hevur
gjørt veljarakanningina fyri Miðla
húsið og Kringvarpið.
Størstu framgongdina fær Fólka
flokkurin, sum gongur 2,5 prosentstig
fram frá 18,9 á valinum í 2015 til 21,4
prosent í kanningini. Tað ger Fólka
flokkin til størsta flokk, men bara eitt
vet størri enn hinar tríggjar av teim
um stóru flokkunum.
Kanningin gevur Fólkaflokkinum
7 tingfólk, eitt fleiri enn á valinum
seinast.
Næstu framgongdina hevur Sam
bandsflokkurin, sum gongur frá 18,7
prosentum til 20,6, ein framgongd
upp á 1,9 prosentstig.
Sambandsflokkurin vinnur ein
tingsess í mun til seinasta løgtingsval
og fær 7 løgtingssessir.
Javnaðarflokkurin hevur nógv
ta størstu afturgongdina. Flokkurin
fer úr 25,1 prosenti á valinum í 2015
til 20,9 prosent. Ein afturgongd upp
á 4,2 prosentstig.
Javnaðarflokkurin missir ein ting
sess av teimum 8, sum flokkurin fekk
á valinum í 2015.
Sjálvstýri gongur í kanningini 0,2
prosentstig fram og fær 4,2 prosent
av atkvøðunum í kanningini.
Men sjálvt um Sjálvstýri í kann
ingini gongur fram í prosentum, so
gongur hann aftur í tingmannatali,
tí flokkurin missir annan tingsessin.
Tað er júst tað øvugta, sum hendi á
valinum, tá flokkurin gekk eitt vet
aftur og vann ein tingsess afturat.
Tjóðveldi hevur eina lítla aftur
gongd. Flokkurin fer úr 20,7 prosent
um niður í 20,3. Ein afturgongd upp
á 0,4 prosentstig.
Sambært kanningini varðveitir
Tjóðveldi sínar 7 tingsessir.
Miðflokkurin gongur eisini aftur,
0,2 prosentstig. Flokkurin fær í kann
ingini 5,3 prosent í mun til 5,5 á vali
num í 2015. Flokkurin varðveitir sínar
tveir tingsessir.
Framsókn er einasti samgongu
flokkur, sum hevur framgongd. Hann
fer úr 6,9 prosentum upp í 7,3, sum er
ein framgongd upp á 0,4 prosentstig.
Framsókn varðveitir sínar tveir
tingsessir.
Fámannaveldi
Løgmansflokkurin missir 4,2 prosentstig. Andstøðu
flokkurin, Fólakflokkurin, fær 2,5 prosentstig
Javnaðarflok
er størsti tapa
Um javnaðarfólk
ikki taka ann
að skinn um bak,
so fær Javnað
arflokkurin fær
Javnaðarflokkurin
eitt katastrofuval
næstu ferð
Eirikur Lindenskov
Tað mest eyðsýnliga við nýggjastu
veljarakanningini er afturgongdin
hjá Javnaðarflokkinum. Hon er stór,
sjálvt um hon ikki er líka stór, sum
hon var í seinastu veljarkanning frá
22. november.
At missa 4,2 prosentstig og tveir
tingsessir er at fáa ein ordans framm
aná.
Sjálvandi kunnu fleiri orsøkir vera
til tað, eitt nú at fólk ikki taka undir
við stevnuni hjá Javnaðarflokkinum
og landsstýrissamgonguni.
Men um so var, so átti framgongdin
hjá andstøðuflokkunum at verið
størri og eyðsýndari.
Tað er helst einki at ivast í, at trú
virði hjá Javnaðarflokkinum hevur
fingið eitt ordans skot fyri bógvin.
Líka síðani løgmaður varð valdur
tann 15. september í 2015 hevur Javn
aðarflokkurin gingið í bólkum. Tað
fyrsta var, at Sonja Jógvansdóttir
brádliga meldaði seg úr flokkinum.
Graml hoyrdist um, at hon var
fornermað, tí hon ikki fekk ein lands
stýrissess, onnur vilja vera við, at
Henrik Old hevur sagt okkurt, sum
hevur stygt hana úr flokkinum.
Hvør orsøkin er vita vit ikki, tí
hvørki Sonja Jógvansdóttir ella Javn
aðarflokkurin hava viljað sagt nakað
um tað.
Slíkt skalar trúvirði.
Men størri trupulleikin hjá
Javnaðarflokkinum er, at flokkurin
sum eftir er ikki hevur staðið saman.
Týðuligt hevur verið, at serliga Krist
in Michelsen og eisini Bjarni Hammer
hava ikki tikið undir við fiskivinnu
politisku stevnuni hjá samgonguni
og restini av Javnaðarflokkinum.
Flokkur skuldi vera garantur fyri
nýskipanum á fiskivinnuøkinum og
á pensjónsøkinum. Men enn vita vit
ikki, um flokkurin er heilur – ella um
hann má leggja kongin, tí hann ikki
er stjórnarberandi.
Flokkurin, sum vann fólksins ál
it á valinum í 2015, hevur skotið seg
álvarsliga í fótin. Tað er púra sjálv
gjørt, at Javnaðarflokkurin hevur
mist trúviriðið. Tað merkir ikki, at tað
ikki kann endurvinnast. Men um so
skal vera, so má flokkurin semjast við
seg sjálvan – og heilt alvorliga taka
annað skinn um bak.
Verður hetta arbeiðslagið hjá
Javnaðarflokkinum restina av val
skeiðnum, so er betur fyri flokkin, at
hann leggur frá sær í Tinganesi. Tí
Greining: Innanhýsisstríð í Javnaðarflo