Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. apríl 2017 sosialurin 49 11 kkurin arin hitt er at gera kollektivt sjálvmorð, og so fer søgan frá 1994 at endurtaka seg. Men gongur tað illa hjá Javn­aðarflokkinum, so vinna Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokkurin ikki tað innaftur, sum teir mistu á seinasta løgtingsvali. Dags­ ins kanning er ein lemjandi ó­sigur til Javnaðarflokkin, men ikki til sam­ gonguna sum so. Taka vit Tjóðveldi og Framsókn, so standa teir tilsamans í stað. Tað er bara Javnaðarflokkurin, sum dregur niður – uttan iva tí, at Javn­að­arflokkurin í innanhýsis stríð­ ið hevur svikið sínar veljarar. Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokkkurin vinna nakað av tí mista innaftur, og tað vil so vera. Sum and­ støðu­flokkar vinna teir upp á ó­semj­ ur­narnar í samgonguni – og serliga í Javn­að­ar­flokkinum. Á tann hatt vinna teir sær nøkur bílig poeng. Helst er tað harðliga kjakið um fiski­v­i­nnunýskipanina, sum telur upp hjá teimum. Stóri spurningurin er, um Javnaðarflokkurin, Tjóð­veldi og Framsókn, eins og and­støð­u­ flokk­arnar, noyðast at tveita hand­ klæðið í ringin uttan at kunn loysa stóra knútin. Gera teir tað, so ligg­ur ræðið fyri hjá andstøðuni at vinna valdið, tí so prógva teir fyri sín­um veljarum, at teir í so máta ikki eru frægari enn Fólkaflokkurin og Sam­ bandsflokkurin, sum heldur ikki megn­aðu uppgávuna. Men megnar samgongan at gjøgn­ um­føra tað, sum nú liggur á borði­ num við fiskivinnunýskipanini, so kann tað saktans venda aftur. Fyrra veljarakannigin, sum varð kunngjørd í Norðlýsinum fyri tveim­ um vikum síðani var ein ordans framm­aná hjá samgonguni. Hendan veljarakanningin er tann reini barnamatur afturímóti, sjálvt um hon í sær sjálvum er lemjandi, ser­liga fyri Javnaðarflokkin. okkinum kostar trúvirði Matrisan vísir, hvusu veljarar flyta seg millum flokkarnar. Tølini niðureftir vísa, hvussu tey valdu á valinum seinasta. Tølini yvireftir vísa, hvussu tey høvdu valt, um val var í dag Úrslitið á løgtingsvalinum í 2015,tá Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð í 25 ár aftur gjørdist størsti flokkurin í Føroyum. Tekur flokkurin ikki annað skinn um bak, so verður gelðin stokkut Um kanningina – Frágreiðingin er grundað á telefonkanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í tíð­ar­skeið­ num 27. nov - 2. des. 2017. – 539 tilvildarliga útvaldir respondentar, 18 ár ella eldri, hava svarað kanningini. – Tey eru øll navnleys. – Svarini eru vektað við atliti til fólkabýtið kring Føroyar sum heild. – Hvussu rættvísandi eitthvørt úrslit er, veldst um, hvussu nógv fólk hava svarað júst hetta. Um til dømis 5 % af svarpersónunum hava svarað, at tey velja Miðflokkin, eru sann­lík­ indini 95% fyri at millum 3,2 % og 6,8 % gera tað. (Konfidensinterval +/- 1,8 prosentpoint) Svarpartur í %! 5 ella 95! 10 ella 90! 15 ella 85! 20 ella 80! 25 ella 75! 30 ella 70! 35 ella 65! 40 ella 60! 45 ella 55! 50! Óvissa í +/-%! 1,8$ 2,5$ 3,0$ 3,4$ 3,7$ 3,9$ 4,0$ 4,1$ 4,2$ 4,2$