hósdagur 7. desember 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
15
ØGG VIÐ SITRÓN, PIPARI
NSKOTUM
Til gløggsiroppin
skalt tú brúka
(røkkur til á
leið 15 gløs
av gløgg):
•
1 fløsku av hvítum víni
•
- Brúka bara okkurt ið tær dámar
ella okkurt tú eigur inni (sum
vónandi er okkurt tær dámar).
•
4 dl av sukuri
•
Skalið av eini lítlari sitrón
•
Bara tað gula. Tað hvíta gevur
ov nógvan beiskleika, so fá sum
minnst av tí hvíta við.
•
Eini tíggju nýggj skot av einum
grantræi
•
Jeps, tú klippur bara nøkur grøn
nýggj skot av einum vanligum
granntræi í garðinum… ella, sum
eg, úr garðinum hjá onkrum
øðrum.
•
(Um tú hevur hug til okkurt
lekkurt omaná okkurt kvøldið -
og hvør hevur ikki tað? - flys so
4-8 perur og koyr tær heilar niður
í grýtuna saman við restini).
Koyr alt í eina grýtu. Rør í ímeðan tað
kemur uppá kók. Lat so smákóka í á leið
15-30 minuttir. Tað skal minka niður í
næstan eina helvt. - Eg veit at alkoholið
dampar burtur, men tað koyrir tú í aftur,
tá ið tú gert sjálvt gløggið, hetta er bara
siroppur sum skal brúkast til smakk. Tá
ið næstan helvtin av tí, ið er í grýtuni er
minka burtur, tekur tú perur, grannskot
og sitrónskal upp úr grýtuni, og stoytur
veskuna ígjøgnum eina trakt niður í eina
fløsku. Nú er siroppurin klárur at brúka.
Set hann í kuldaskápi - har kann hann
halda sær leingi… um tú ikki fært nógvar
jólagestir sum drekka tað upp beinan
vegin.
Soleiðis gert tú gløgg við heimagjørda
gløgg-siroppinum:
Til 5 jólagestir (ella tveir tystar) skalt tú brúka
•
1 fløsku av hvítvíni (Eg plagi at brúka sama slag sum
eg gjørdi siroppin burturúr - hetta so at ikki ov nógvir
smakkir verða blandaðir saman)
•
1 dl av gløgg siroppi (meira um tú ynskir tað søtari)
•
Fríkst hvørna pipar
•
Møguliga sitrónskal, granskot og mandlur at pynta við
Bjóða jólagestunum vælkomnum. Koyr vín og gløggsiropp í eina
grýtu og set á lágan hita. Statt uppi yvir grýtuni ímeðan tað
hittnar. Práta við gestirnar ímeðan. Gløggið skal ikki kóka, uttan
so at tú vilt hava alt alkoholið at hvørva ;) Tá ið tað er passaliga
heitt, stoytir tú tað í vøkur gløs og pyntar við sitrónskali,
grannskotum, mandlum og fríkst hvørnaðum pipari. Set teg
niður. Slappa av. Njót eitt glas av gløgg saman við jólagestunum.
Bjóða teimum at koma skjótt aftur. Tí tað er tað sum jólahugnin
er, ha? Ikki gløgg… jú, eisini… men hugni saman við góðum fólki.
OBS: Minnst til, gløgg smakkar best um
tú ikki stressar um tað. So um tankin
um heimagjørt gløgg stressar teg, ja,
keyp so heldur eina liðna fløsku, drekk
eitt glas av tí, og far so í gongd við tað
heimagjørda ;) Nei. Roks. Eg ætli ikki at
mæla til at drekka fyri at fáa stressið
niður. Men heimagjørt er altso bara betur!
PREIÐ:
Ein fløska av gløgg
siroppi er ein genial
jólagáva - í øllum førum um
tit umhugsa at geva mær
jólagávu. Smakkirnir kunnu
varierast út í æsir.