hósdagur 7. desember 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
16
VÍN
VÍNÆVINTÝRIÐ
Gularótablómur, culottesteik
og góð vinfólk
Grenache “Tulette”, 2014, Philippe
Badea, Rhone Dalurin, Frakland.
‘Hitt gularótablómu-vínið’ segði eg í vínhandlinum
undir brúnni í Keypmannahavn. Eg hevði roynt
fløskuna fyrr, og vildi royna hana aftur. Hann hugdi
bara løgið eftir mær. Eg royndi at greiða frá at tað
var eitt vín eg hevði keypt ein annan dag, og sum á
fronskum at okkurt við gularóta blóma. Men mítt
danska er einki serligt. Eg royndi meg á fronskum
‘Fleur de Carotte’ - men einki hjálpti. Tíbetur hevði
eg eina mynd á telefonini, og kundi vísa honum.
Heimkomin til Føroya bjóðaði eg nøkrum vinfólkum
- ið sum eg, ofta eta døgurða einsamøll - til døgurða.
Culottesteik. Vínið hóskaði seg væl til - bæði matin
og sosiala samanhangin. Eitt lekkurt glas av vín ein
týsdag, afturvið einum døgurða sum er lekkrari enn
týsdagsdøgurðar plaga at vera. Vínið hevði ein vakran
reyðan lit, var kraftmikið, men onkusvegna róligt, og
vermdi so væl eitt kalt týskvøld í novembur. Hetta
vínið stendur ikki í hyllunum í rúsuni, men er lætt at
bíleggja heim. Tað fari eg at gera.
Prísur: 203,50 kr
Á hyllunum í Rúsuni: Nei, men er lætt og
skjótt at bíleggja heim gjøgnum Rúsuna.
Nær, hvør, hvar: Eg havi eina fløsku av hesum
standandi í skápinum her heima. Eg goymi
hana til onkran dag, tá ið eg aftur bjóði
vinfólki heim til culottesteik. Drekk hana
afturvið einum góðum døgurða, saman við
góðum fólki og nógvum góðum søgum.
SOLEIÐIS LESUR TÚ NØVINI Á VÍNUNUM
Eg má siga sum er, at tað at skriva nøvnini á heusm vínunum uppm er ein tann truplasta uppgávan eg havi
havt í longri tí. Eg lovi ikki, at tað altíð verður perfekt, men vónandi verður oftast bæði høvd og hali á.
Eg royni at skriva vínini upp soleiðis:
Drúva “Mark”, árgangur, framleiðari, øki, land.
Til dømis:
Chardonnay “Les Graviers”, 2015, Bénedicte & Stéphane Tissot, Jura, Frakland.
UM VÍNSÍÐURNAR
Hetta eru síðurnar til tín, ið, sum eg, ikki veist nakað sum helst um
vín, annað enn at tú heldur at tað smakkar væl - sumt betur enn
annað. Ok, rætt skal vera rætt, eg lesi eina rúgvu um vín (eg drekki
eina rúgvu av tí eisini), so okkurt man eg læra á vegnum. Eg kann tó
ikki lova tær at tú lærir nakað sum helst av mínum orðaskvaldri her
á síðuni; men eg lovi tær, at vísa á eina rúgvu av góðum (eftir mínum
smakki) vínfløskum eg eri komin fram á hendan seinasta mánaðin -
vínfløskur sum allar kunnu keypast í rúsuni, ella bíleggjast heim. Skál!
Ávaring: Fyri ikki so langari tíð síðani smakkaði eg ikki mun á víni
- vín smakkaði sum vín. Okkurt var reytt og okkurt var hvítt, tað
sá eg - størri munur var ikki. Men so hvørt sum áhugin byrjaði at
vaksa, so vaks eisini nøsin, um man kann siga so, og eg gjørdist
meira varðug við hvat vín mær dámdi, og hvat mær ikki dámdi.
Smakkur er tó so ymiskur, at tað sum fellur mær í smakk, er ikki
víst at fella í tín - men um tín smakkur líkist mínum, ja, so kanst
tú gleða teg til mongu vínfløskurnar eg fari at vísa á framyvir.
Vínorðið hendan mánaðan:
DRY // TURT
Hvat meina tey við tá ið tey siga at vínið er turt?
Eg meini so við, tað er jú flótandi. Hvussu kann
okkurt flótandi vera turt? Jú, tað skal eg siga tær:
Vínkennarin: Dámar tær turt vín?
Umseting: Dámar tær vín ið er ósøtt?
Turt vín er bara vín ið ikki er søtt - millum
lítið og einki restsukur er í fløskuni.