hósdagur 7. desember 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 143
17
VÍN
Ð Í NOVEMBUR
Gott at eiga inni, lætt at
drekka, gott jólavín
Grenache Noir “Cuvée Vieilles Vignes”,
2016, Anne Pichon Sauvage, Frakland.
Eg havi leingi leita eftir einum standardvínið at eiga
heima. Eitt sovorði vín sum ikki kostar ræðuliga nógv,
sum er lætt at drekka, ikki ‘larmar’ ov illa - við hesum
meini eg, at vínið krevur einki av tær, tað er bara har,
til tað er í mínum búki/blóði. Hetta vínið kom eg fram
á í Rúsuni í novembur. Tað er runt, mjúkt, fruktríkt,
ikki beikst - ja, alt í alt bara lætt at drekka og lætt hjá
flestum fólkum at njóta. Eg havi ikki roynt tað, men eg
ivist ikki í at tað hevði rigga væl at gera gløgg burtur úr
tí. Eisini vænti eg at tað hóskar væl saman við dunnu
- ikki tað, jólaaftan keypi eg mær nokk okkurt meira
spennandi vín enn júst hetta, og tó, kanska gott at hava
eina sovorðna fløsku afturvið restunum dagin eftir.
Prísur: 100,50 kr
Á hyllunum í Rúsuni: Ja
Nær, hvør, hvar: Eg hevði drukkið hetta víni til
eina og hvørja tíð, tá ið eg hevði hug til eitt glas av
reyðvíni heima. Eitt gott glas til eitt mikukvøld við
kvøldarbeiði framanfyri knappaborðið á telduni.
Hvítagull
Chardonnay “Les Graviers”,
2015, Bénedicte & Stéphane
Tissot, Jura, Frakland.
Eg royndi hetta vínið fyri fyrstu ferð einaferð tíðliga
seinasta vár, og eg var beinanvegin forelskað. Mær
hevur annars ikki dámt hvítvín nakað serligt, helt
eg, men eg eri umvend, og eftir at hava roynt Les
Graviers, so havi eg funnið nógv nógv onnur hvítvín
mær dámar. Man kann siga, at hetta hvítvínið er
hvítvín til reyðvínselskarar. Tað er ikki so blómutt og
parfumerað sum sumt hvítvín, men heldur minnir tað
um nøtir og rista breyð - ella lekkra breyðskorpu á
ljósum broyskum hveitibreyði - og hvør dámar ikki eitt
lekkurt hveitibreyð, ha? Les Graviers er mítt absolutta
yndisvín fyri tíðina, og vónandi verður tað tað leingi
afturat - tí eg havi nemliga bílagt mær ein heilan kassa
- bara fyri at tryggja mær at tað verður nakað eftir
til mín, nú eg reklameri so væl fyri tí til tykkara. Tað
er dýrt, men vert hvørja krónu. Ein góð gáva er tað
eisini - kanska onkur verður glað/ur fyri eina vínfløsku
undir jólatræið í ár?
Prísur: 348,50 kr
Á hyllunum í Rúsuni: Nei, men er lætt og
skjótt at bíleggja heim gjøgnum Rúsuna.
Nær, hvør, hvar: Hevði eg havt ráð, so hevði eg drukkið
hetta vínið til eina og hvørja tíð. Men tað havi eg ikki,
so eg goymi tað til serlig høvi. Smakkar serstakliga
væl afturvið pasta í soppa/róma sós. So um tú ert til
pasta og eigur eina sovorðna fløsku standandi, ja, so
er stutt til himmiríkis. Deil vínið við fólk tú ert góð við.
Vínið sum uppliving
Sauvignon Blanc “Akméniné”,
2010, Sebastien Riffault,
Sancerre, Loire, Frakland.
Summi vín eru gjørd til at drekka, onnur eru gjørd til
at undrast á - ella kanska er tað av óvart at vínmakarin
ger eitt vín sum er ‘áhugavert’, líka veit eg. Hetta vínið
hoyrir til seinna bólkin. Eg veit ikki um eg kann siga
at mær dámar vínið, ella jú, tað dámar mær; men ikki
á sama hátt sum mær vanliga dámar vín. Vínið vekir
eina undran í mær, eitt forvitni. Eg drakk tað seint,
og hvør einast munnur fekk meg at smílast, tí at
smakkurin var so óvæntaður - hvørjaferð. Hetta vínið
er ein uppliving, ein uppliving sum førkaði míni mørk
fyri hvussu vín kann smakka. Eg gleði meg til at royna
fleiri vín frá hesum sama vínbóndanum.
Prísur: Umleið 180 kr
Á hyllunum í Rúsuni: Nei, men er lætt og
skjótt at bíleggja heim gjøgnum Rúsuna.
Nær, hvør, hvar: Royn hetta vínið eitt kvøld tá
ið tú ikki hevur so nógv annað at gera. Kanska
saman við onkrum forvitnum vinfólkum, ella sjálv.
Drekkur tú tað saman við fólki, ver so til reiðar at
góðtaka at samrøðan hetta kvøldið møguliga fer at
snúgva seg nógv um vínið - g(l)oym hjartasorgirnar
til ein annan dag. Tað er ikki vist at tær fer at
dáma tað - men tað verður ein uppliving.
Vínskemtið
Tað er líka mikið um glasið
er hálvfult ella hálv tómt
- tað er pláss fyri meira
víni í tí óansæð.