hósdagur 7. desember 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017
21
SOSIALURIN 119
enn – bæði í Danmark og i Føroyum.
Fyri okkum hevur tað týdning at hava
fleiri dyr opnar, um vit aftur verða fyri
stongsli. Meðan tað smakkar dønum illa, at
uttanríkispolitikkurin í kongaríkinum hevur
fleiri høvd.
Skulu vit varðveita og menna vælferðina
í Føroyum, hava vit snøgt sagt ikki ráð at
styðja okkum til Danmark og ES í øllum
uttanríkispolitiskum málum. Tí tá verður
nógv minni í okkara part, og búskapurin
tódnar. Tað tola vit illa, tí meiri enn 90
prosent av inntøkugrundarlagnum hjá landi
og kommunum stavar frá egnum virksemi,
meðan minni enn 10 prosent koma frá
danska blokkinum.
Rætt at bjóða av
Føroyski búskapurin er óloysiliga knýttur
at millumtjóða og globalum viðurskiftum.
Tað er tann danski eisini. Men teirra
viðurskifti í uttanríkis- og handilspolitiskum
málum eru knýtt at ES, og tað er okkara ikki.
Tvørturímóti hava vit í summum førum
púra hvør síni áhugamál og enda í hvør
sínum parti.
Tí
mugu
vit
gera
upp
við
uttanríkispolitisku heimildarlógina og vinna
okkum størri uttanríksipolitiskt rásrúm. Tað
ber ikki til at lata týðandi viðurskiftir upp
í hendurnar á mótpartinum, tí hesum er
ongin sloppin væl frá nakrantíð.
Tí haldi eg eisini, tað var rætt at bjóða
dønum av í stríðnum um samstarvssáttmálan
við Ísland og Grønland, hóast málið ivaleyst
kundi verið loyst juridiskt við onkrari
málsligari fintu, so danskir myndugleikar
kunnu siga, at tað liggur inden for
grundlovens rammer. Men tað er ikki kjarnin
í málinum. Kjarnin er at vinna okkum størri
rásarúm í uttanríkispolitiskum málum, og
tað fáa vit ikki uttan stríð.
Rásarúmið skulu vit brúka til at standa
fyri egnum samráðingum við Bretland í
sambandi við Brexit, vit skulu taka lut í
NEAFC og øðrum líknandi felagsskapum í
egnum navni og við egnari rødd, vit skulu
støðugt fremja samstørv við onnur lond í
útnorðri, ið hava somu áhugamál sum vit,
og annars flyta okkum í mun til avbjóðingar
og møguleikar, sum standast av broytingum
á altjóða pallinum. Tá eru okkara áhugamál
best vard.
Vit kunnu væl samstarva við danir, har
samljóð er millum okkara áhugamál, men vit
eiga ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka
eina støðu, har okkara egnu áhugamál
verða sekunder í mun til tey donsku, ella
eina støðu, har donsk betongjura bremsar
føroyskum framfýsni.
Tí tá er vandi fyri, at føroyska tjóðin
bløðir sína vælferð.
Vit kunnu væl samstarva við
danir, har samljóð er millum
okkara áhugamál, men vit eiga
ikki undir nøkrum umstøðum at
góðtaka eina støðu, har okkara
egnu áhugamál verða sekunder í
mun til tey donsku