Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 22 Óli Jacobsen Óli Jacobsen H óskvøldið 16. nov­ emb­er var framløga í Havnar kirkju av bókini “A Description of Foeroe 1676”. Upprunin til hesa bók er, at Lucas Jacobssøn Debes skrivaði bókina “Færoæ et Færoa reserata. Det er Færøernis oc Færøeske Indbyggeris Beskrifvelse”, sum kom út í 1673 á donskum í Keyp­ manna­havn.  Nú hevur týski føroyavinurin, Norbert B. Vogt, lagt til rættis eina 2. útgávu av ensku týðingini. Vogt er blaðstjóri á tíðaritinum hjá týsk-føroyska vinafelagnum, Tjald­ur, sum m.a. hevur havt um­ mæli av bókunum um D. J. Daniel­ sen, kendur frá Congo, og ein sam­ an­drátt av bókini um Kjølbro. Lukas Debes kom til Havnar sum prestur 28 ára gamal, og røkti trú­ liga sítt kall. Systir hansara, Elin Debes, gift­ist við Peder Hellesøn Viborg. Hann var føddur í Oslo 1598 og var prestur í Eysturoynni 1636-79, og tveir av teirra synum fingu ættarnavnið, sum fleiri av eftir­kom­ar­un­ um framvegis hava. Bókin er stór, 406 síður. Hon hev­ur nógv ískoyti og not­ur, sum geva eina góða lýs­ing av evninum. Jákup Reinert Hansen: Um Lukas Debes Á framløguni hevði Ják­ up Reinert Hansen, lekt­ari í kirkjusøgu á Fróð­skap­ar­setr­ inum, eina áhuga­verda frá­ søgn um Lukas Debes. Hann var fjórði sóknar­ prest­ur í Suðurstreymoy eftir trúbótina og hevði hetta kall í 24 ár. Hann var eisini áttandi lutherski próstur í Føroyum. Lukas hevði eitt virkið og vágið lív. Hann varð føddur í 1623, helst í Stubbekøbing á Falster, har pápi hansara , Jacob Nielsen, var kapellanur. Í 1647 gjørdist hann studentur úr skúlanum í Slag­ else og las síðani gudfrøði í Keyp­ mannahavn. Ole Worm, víða­kendi vísindamaðurin, var lær­ari hjá honum og vakti hansara áhuga fyri náttúrufrøði aftrat gud­frøð­ ini. Lukas Debes kom til Havn­ar í 1651. Hann skuldi vera hjálpar­ prest­ur hjá Hans Rasmussen, sókn­arpresti; men hann var deyð­ ur 14. mars, áðrenn várskipið kom fram. Debes verður tí beinanvegin sókn­arprestur í Suðurstreymoy, giftir seg við einkjuni, Onnu Rasm­us­ardóttur, og verður stjúk­ faðir at níggju børnum. Fýra eru kirkjurnar: Tórshavn, Kirkjubøur, Nólsoy og Kaldbak. Haraftrat eru fleiri smáar bygdir og oyggjar í prestagjaldinum. Sóknarpresturin í Havn er eisini rektari fyri latínskúlan. Tað gevur eitt sindur aftrat í løn, sum kann vera gott, har sum nógvir munnar eru at metta; men arbeiðsbyrðan er í meira lagi. Í 1670 verður Lukas Debes próst­ur og doyr í hesum embæti fimm ár seinni. Hóast hann búði í Føroyum í 24 ár, metir hann seg at vera útlending. Tað gjørdi hann ið hvussu er vart við í sambandi við tær báðar bøkurnar, hann gav út. Eins og Jóhannes ápostul sat í útlegd á oynni Patmos og skriv­aði sína Opinbering, so við­ merk­ir Lukas Debes í sínum bók­um: “Skrivað í mínum Patmo í Tórs­ havn í Føroyum.” Stríð við embætismenninar Kortini eru tað ikki føroyingar, sum volda honum ampa, men heldur teir donsku embætismenninir. Ein teirra er komm­ andanturin á skans­ anum, Claus Becher, sum í 1668 neyðtekur stjúkdóttur Debes­ ar, Rakul, og hon verður við barn. Prestarætturin dóm­fellir at enda Bech­er, sum tó varð­veitir sítt starv. Rakul var trúlovað, tá mis­ gerðin hendi. Fest­ ar­maður henn­ara, Knútur Jákups­ son­ur, sum var burturstaddur, tá hetta hendi, fær skilnað. Knút setur seg heldur ikki føran fyri at breyðføða barnið. Mikið stríð hevur Debes eis­ ini av fútunum Heidemann og Schougaard, millum annað av tí, at teir vilja noyða teir fá­ tæku havnarmenninar at út­ byggja skansan, ella teir krevja sæti í prestarættinum og nokta prestunum at handla við ensk og hálendsk skip. Tað er eis­ini eitt baks at bøta um tey fíggj­ ar­ligu korini hjá prestunum og latínskúlanum og at vinna suð­ ur­oyarprestum framíhjárætt at søkja norðurum. Betri við nýggjum kongi Ljósari sær tað út, tá ið Kristian V. verður kongur, og Jens Rodsten varaadmiralur kemur til Havnar, so fólkið kann svørja kongi trú­ skap. Hetta hendir við eina guðs­ tænastu í Havnar kirkju 19. august 1670, har Lukas Debes prædikar yvir Harmljóðini 5, 16: ”Krúnan er fallin av høvdi várum.” Samstundis verður hann tilnevndur Føroya próst­ur. Jens Rodsten hevur eis­ ini við sær eitt lyfti frá kongi, har hann lovar at vilja leggja oyra til tær klagur, føroyingar hava at bera fram, uttan at tær fyrst skulu fyri Gabel. Sjálvur verður Debes so hug­tikin av tí, hann hevur arbeitt við í prædikuni, at ein heil bók um eina­valdskongin sum Guds serliga am­boð spyrst burturúr. Tvær ferðir er Lukas Debes í Danmørk upp á landsins besta. Fyrra ferðin er í 1659, tá kríggj er millum Danmørk og Svø­ríki. Skipið verður tikið, og hann situr fangi í Göteborg eitt heilt ár. Hin seinna ferðin er í 1672, og tá steðgar hann leingi í Keyp­ manna­havn. Hjálparprest, Græk­ aris Pæturson, hevur hann fingið at røkta embætið, og vit kunnu ætla, at hann hevur notið til­ver­ una í høvuðsstaðnum. Hann er Ein gomul og kend bók er komin út av nýggjum, nevniliga lýsingin av Føroyum hjá Lukas Debes á enskum, sum kom út í London 1676. 340 ÁRA GOMUL BÓK KOMIN ÚT AV NÝGGJUM Lukas Debes: Lukas Debes hevur fingið eitt prýðiligt eftirmæli við hesi bók. Upprunabókin hjá Lukasi Debes. Henda og fylgjandi myndir eru úr Havnar Søgu.