Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 23 á lærda háskúlanum, har hann tek­ur prógv sum magistari – tað er næstan líka gott sum ein Ph.D. í dag. Hann vitjar lærdar menn, lesur lærdar bøkur, sum hann neyv­an hevur átt sjálvur heima í Før­oyum, og fær sostatt lagt ástøði aftrat tí empiriska tilfari, hann hevur umrøtt í sínum handritum. Bókin Kongelig Majestæt verð­ ur hildin at vera tung at lesa, har eru nógv skriftstøð og ein undir­ brotlig roynd at tekkjast kongi við at hevja hann til skýggini og gera hann til ein gud. Lukas harmast um, at prestarnir í Føroyum ikki hava tíð at prenta hetta niður í fólkið; men so kann jú bókin vera ein hjálp: Jón Helgason sigur, at tað ”kennist sum ein lætti at koma frá bókini um Kongelig Maje­stæt, har luftin er tung og kval­in, til ta bókina, Lukas Debes skrivaði um Føroyar. Har finna vit høgan himmal, sjósaltan ráma, meld­ ur­glaður, ”stormskýggj á ferð.” Eitt valaverk er tað, álítandi og evnisríkt, skrivað av manni, ið ikki bert legði væl til merkis, men eisini hevði fingið yndi til tað landið, har hann hevði livað og starvast, og til tað fólkið, sum búði har. At lívið var hart og strævið, noktar hann ikki fyri, fuglabjørgini vóru øgilig, seyðurin kundi doyggja í fonn ella fara fyri bakka, ring fiskiár kundu koma at vera, sjórænarar høvdu ofta gjørt nógv spell. Samfelagið hevði síni brek, men kortini sær lesarin fyri sær eitt heilskapað fólk, ið hevði seigar røtur og livdi yvirhøvur væl nøgt í fátækt síni, ”eitt fátækt fólk, sum eyðvitað hevur lítið av gulli, men er ríkt í Gudi.” Kollveltandi bók Vit kunnu staðfesta, at føroya­lýs­ ingin eftir Lukas Debes gjørdist standardverkið um Føroyar, líka til Landt prestur skrivaði sína bók í 1800. Lukas skrivar um føroyska landafrøði, um plantur og dýr, fugl og fisk, sjúku og heilsu, fólk og mentan, lóg og rætt, kirkju og skúla, Føroya søgu og í einum ískoytt­um kapitli um afturgongur og Satans freistingar í Føroyum (Spøgel­ser og Satans Anfægtelser udi Færø). Peter J. Sigvardsen: Dandadrongurin Hesin partur er m.a. um Danda­ dreingin. Peter Jacob Sigvardsen hevur skrivað um hann í Gjáar søgu. Søgan er í stuttum henda: Jákup Ólasonur var føddur umleið 1643. Hann var sjúkligur, og á 24 ára aldri verður hann aft­ ur brádliga sjúkur. So eina nátt­ ina verður hann vaktur av manni í skínandi klæðum, sum hevði eini týdningarmikil boð at bera honum, og eina bøn, sum hann skuldi duga. Hann fær fleiri fylgjandi sjónir við boðum um boðskap, sum hann skuldi bera fólki. Hann var skjótt mettur at hava yvirnatúrlig evni. Hetta kom m.a. til sjóndar, tá ið hann kundi grøða eina kúgv, sum hevði mist mjólkini. Ein av opinberingunum var, at fólk skuldu halda frí leygar­ dag. Tíðindini um hansara opin­ beringar spurdust skjótt í granna­ bygdunum. Her fóru húskallar og arbeiðskonur at halda leygardag sum frídag, og hetta kom sjálvandi illa við hjá teirra húsbóndum. So ein dagin kom eystur­oy­ar­ presturin, Peder Hellesøn Vi­borg, til Gjáar at kanna hesar opin­ber­ ing­ar og at avhoyra drongin. Lukas Debes, sum tá var vara­ próst­ur, sendi beinanvegin boð eftir Dandadreinginum at kom til Havnar at verða avhoyrdur. Lukas Debes gjørdi eina frá­ greið­ing. Sjálvsagt var ein slík læra rong í hansara eygum og ein hótt­ an móti luthersku læruna. Hans­ ara niðurstøða var eisini, at hon var Satans verk. Henda niðurstøða varð eisini send øllum prestum, so teir frá talarastólinum kundu ávara ímóti hesi rongu læru. Tað sum tó gjørdi enda á Danda­dreinginum var, at hann kom fyri barn. Han var "faldet ud i Horeriets Synd", sum Lukas Debes tekur til. Jákup Reinert Hansen heldur áfram: Bókin hjá Lukas Debes fær góð um­mæli og tykist at hava verið upp­seld beinanvegin, tí summi varðveitt eintøk hoyra til annað upp­lag. Brot úr bókini verða umsett til latín og franskt, og í 1676 kemur hon út í enskari týðing. Aftan­fyri stendur hitt navnframa fróð­skaparfelagið The Royal Society í London, sum var stovnað í 1660. Felagið hevði eisini áhuga fyri Føroyum og Íslandi. Teir hildu, at best hevði verið, um Lukas Debes sjálvur týddi bók­ina til latín; men hann er farin heim aftur til Føroya og doyr á mikkjalsmessu 1675. Bretski sendi­maðurin í Danmørk, Thomas Hen­shaw, ein av stovnarunum av Royal Society, hevur eftir øllum at døma heitt á fransmannin Jean Sterpin, sum hevði verið lærari fyri børnini hjá ríkiskanslaranum í Dan­mørk, um at týða bókina til enskt. Løn skuldi Sterpin ikki hava – aftur fyri at umseta fyri The Royal Society vónaði hann hin­ vegin at fáa møguleika fyri at flyta til Onglands og fáa arbeiði har. Føroya­bókin hjá Lukas Debes kom seinni út í týskari týðing í 1757. Enski teksturin er lættur at lesa við klárari, nútímans skrift. Tær túsundtals viðmerkingarnar vísa til bøkur, Lukas Debes hevur nýtt, samanbera við tann danska tekst­ in og greiða torskild orð. Haraftrat hevur tann enska útgávan hjá Stiðjanum, sum Zacharias Wang stendur fyri, fleiri uppískoyti. Nor­bert B. Vogt, sum hevur lagt eitt stórt arbeiði í hesa útgávu, skriv­ar sjálvur um lív, avrik og týdn­ing hjá Lukasi. Brævaskifti úr savn­inum hjá Royal Society, sum her eisini er prentað, lærir okkum tað aftrat um havnarprestin, at hann eisini hoyrdi upp í tað, tey hava kallað ”Republic of Letters.” Í dag vildu vit nokk kallað hetta eitt netverk millum tey lærdu í Europa, har brøv og prentlutir ferð­aðust millum lond, og við sín­ um ósjónligu sambondum spentu út eitt víðfevnt net av lærdómi – líka til Føroya. Og so eru sjálvandi orðalistar, bókmentalistar, permu­ myndir og annað gott. Grøvin fekk ikki frið Orsøkin til, at bókin skuldi leggjast fram í Havnar kirkju, var einfalt tann, at Debes á sinni var prestur í Havn. Her stendur eisini sjálvur gravsteinurin, legsteinurin, sum varð lagdur yvir grøvina hjá Lukasi Debes, tá ið hann í 1675 varð jarð­aður undir kórinum í gomlu Havnar kirkju úti á Reyni. Sverri Dahl helt, at steinurin kann hava ligið yvir eini bispagrøv í Kirkjubø og verða fluttur til Havnar. Yngri granskarar, eitt nú teir, sum hava skrivað Havn­ar­ søgu, halda mótvegis Sverra, at kirkja og kirkjugarður hava verið í Havn í miðøld, og at steinurin tí hevur verið í Havnar kirkju ella kirkju­garði alla tíðina. Grøvin hjá Lukasi Debes fekk ikki frið. Í 1677 herjaðu franskir sjórænarar Havnina; eisini kirkj­ una, har gravir vóru grivnar upp at leita eftir virðislutum, m.a. grøvin hjá Lukasi. Tað kennist eins og hevur Lukas Debes sjálvur sæð, at hetta kundi henda, tá ið hann í for­orðinum í bókini Kongelig Majestæt skemtandi hugleiðir um tað eina pundið, hann hevur fingið, aftur ímóti teimum mongu pund­unum hjá øðrum: ”Saa formoder jeg/ at som ingen kan misunde mig mit lidet/ saa kan og ingen tilbørlig laste mig/ særdelis at jeg det ene Pund ej vil nedgrave/ men her med endogsaa udsætte det paa Aager; hvor med dersom jeg naar den vinding hos alle Undersatter/ som jeg søger efter/ forhaaber jeg med desbedre Samvittighed udaf naade at bestaa baade for min Himmelske/ saa og Jordiske Kongelig Majestæt.” Nei, hann tók ikki lærdóm sín við sær í grøvina, hann fjaldi ikki ognir sínar í jørðini, hann gróv ikki pund sítt niður. Nú tann enska útgávan A Description of Foeroe 1676 aftur verður løgd fram fyri nútíðar lesarar, heysta vit av nýggjum renturnar av teimum gávum, sum honum vórðu litnar til. Ummælið hjá Sjabbok Jacob Jacobsen, prentari, kall­ að­ur Sjabbok, skrivaði í 1952 í 30. bindi í Varðanum um Lukas Debes og hansara ætt, at “hann var føroyingum, og serliga havn­ ar­fólki, so góður maður, at navn hansara hevur livað mann av manni í Føroyum gjøgnum øldir, gjøgnum myrkar og ljósar tíðir. Men eisini ættfólkið í øðrum londum hevur mett hann sum tann fremsta í ættini”. Komandi partur Komandi tveir partar verður kvinnusøga á skránni, nevniliga frásøgn hjá Onnu Evensen frá Viðareiði Nøkulunda soleiðis sá Havnin út í tíðini hjá Lukasi Debes. Havnar Kirkja í 1730. Gravsteinurin hjá Lukasi Debes í Havnar Kirkju.