Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 143 28 O ngin leggur hetta so væl til merkis sum løgreglan, tí tað er hagar fólk ringja at boða frá skaðum. Og løgreglan hevði eisin úr at gera at taka ímóti boðum frá fólki, sum ringdu inn at boða frá stormskaðum. John Martin Olsen, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn, sigur, at tey vórðu noydd at seta fleiri fólk við telefonirnar hjá Alarmsentralinum, og sostatt hava heili átta fólk sitið í allan hósmorgun og tikið telefonina. – Tað er sjáldsamt, at tað er so nógv at gera, sum tað var hósmorgun, sigur hann. Men hann sigur, at telefonin hevur gingið kyk og síðani klokkan seks í hósmorgunin til út á seinnapartin fingu tey heili 120 fráboðanir um stormskaðar. Tað var serliga Norðragøta, sum var hart rakt, tí hann metir, at eini 75 prosent av skaðunum vóru í Norðragøtu, men eisini í Fuglafirði vóru nógvir skaðar. Annars eru skaðar um alt landið, heilt úr Norðoyggjum, í Havn, vestur í Vágar og til Suðuroyar. Trygvi Johanson, virkandi sløkkiliðsleiðari í Eysturkommunu, segði við Miðlahúsið hósdagin, at eitt, ið hevði elvt til fleiri skaðar í Norðragøtu, var, at ein fyrrverandi grillbarr, ið hevur verið brúkt til goymsla, fór, øll sum hon var, í ódnarveðrinum. Annars segði John Martin Olsen, at talan er um alt handa slag av skaðum, sum hendu. Nógvir skaðar eru smáir, men eisini nógvir stórur skaðar hava verið, har heilir klædningar og heilar tekjur eru farnar. Annars eru tað kampingvognar, takrennur, jólatrø, og annað mangt, sum, hevur fingið skaða. Men á løgreglustøðini harmast tey kortini um, at hóast jól eru í hondum, eru tað framvegis nógv, sum ikki hava fingið trampolinurnar undir tak. – Vit hava fingið fleiri fráboðanir um, at trampolinur hava verið til vanda í vindinum, sigur John Martin Olsen. Hava fingið boð um 120 stormskaðar í morgun Ódnarveðrið, sum leikaði í allan hósmorgun, gjørdi stóran skaða runt umkring í Føroyum.