fríggjadagur 29. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 207 - 29. oktober 2004
Nr. 207 - 29. oktober 2004
3
Eitt lið av útlendsk-
um læknum kom í
gjár til Ramallah at
kanna palestinska
forsetan, sum er illa
sjúkur
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 75 ára gamli Yasser
Arafat hevur verið sjúkur
seinastu fjúrtan dagarnar.
Talsmenn hansara hava
sagt, at hann leið av einari
magapínu,
men
fyrra-
kvøldið versnaði hann so
nógv, at hann lá uttan vit
eina løtu.
Stutt eftir vórðu boð send
eftir fleiri av teimum ovastu
palestinsku
leiðarunum,
teirra
millum
Ahmed
Qurie, forsætisráðharra og
Mahmoud Abbas, fyrrver-
andi
forsætisráðharra.
Samstundis savnaðust fleiri
hundrað fólk uttan fyri
húsini í Ramallah, har
ísraelski herurin hevur havt
Arafat innibyrgdan seinastu
tvey árini.
Arabiska sjónvarpið al-
Jazeera segði gjáramorg-
unin, at Arafat hevði til-
nevnt Qurie, Abbas og
tjóðartingsformannin Sa-
lim al-Zaanoun at umsita
forsetaembætið,
meðan
hann er sjúkur, men tað av-
sannaðu palestinskir em-
bætismenn seinni.
Fleiri gitingar hava verið
um, hvat bagir Arafat.
Ísraelskir talsmenn hava
róð uppundir, at hann líðir
av krabbameini í maganum
ella í hálsinum, men tað
hava palestinar avsannað. Í
gjár kom eitt lið av læknum
úr USA, Egyptalandi og
Jordan til Ramallah at
kanna Arafat.
Ísraelski uttanríkisráð-
harin, Silvan Shalom, segði
við
ísraelska
útvarpið
gjáramorgunin, at Arafat
fær frítt at fara, noyðist
hann á sjúkrahús. Men tað
er ivasamt, um palestinski
forsetin fer at taka av til-
boðnum. Ísraelskar keldur
hava fyrr bent á, at fer
Arafat úr teimum hersettu
økjunum, sleppur hann ikki
heimaftur.
Reuter
tíðindastovan
skrivar, at noyðist Arafat
frá, ella doyr hann, fer tað
uttan iva at ávirka viður-
skiftini í Miðeystri. Bæði
Ísrael og USA leggja Arafat
undir at forða fyri friði
ímillum ísraelsmenn og
palestinar, og eygleiðarar
halda tí, at tað verður
lættari at fáa samráðingar í
lag, um Arafat fer frá ella
doyr.
Hótta við hevnd
Í Teilandi hóttir ein mus-
limskur felagsskapur við
hevndaratsóknum, eftir at
78 muslimar doyðu í ein-
um samanbresti við løg-
regluna og herin mána-
dagin. Teilendsku mynd-
ugleikarnir hava viðging-
ið, at løgreglan og herurin
fóru alt ov illa við muslim-
unum, og Thaksin Shina-
watra,
forsætisráðharri,
segði fyrradagin, at mynd-
ugleikarnir høvdu framt
mistøk, sum hann málbar
seg.
Muslinmski
felags-
skapurin Pulo kunngjørdi í
gjár, at hann fer at hevna
harðskapin hjá herinum og
løgregluni. Vit fara at
søkja at høvuðsstaðnum
Bangkok, og vit fara at
seta eld á býin, stóð í
kunngerðini hjá felags-
skapinum.
Muslimskir leiðarar í
Teilandi bera ótta fyri, at
harðskapurin hjá mynd-
ugleikunum fer at elva til
ófrið í teimum landspørt-
unum, har teir flestu mus-
limarnir búgva. Støðan í
hesum
landspørtunum
hevur verið spent leingi,
og higartil í ár hava umleið
400 fólk latið lív í saman-
brestum, skrivar Reuter.
Dýrt kríggj
Vinnur George W. Bush
forsetavalið í næstu viku,
fer hann væntandi at biðja
Kongressina um 75 milli-
ardir dollarar afturat til
krígigð í Irak og Afgan-
istan umframt tað, sum
longu er játtað á fíggjar-
lógini.
Ovastin í amerikonsku
herleiðsluni, Peter Shoe-
maker, generalur, sigur við
CNN, at herurin fær brúk
fyri umleið 40 milliardum
dollarum afturat tí, sum
stendur á fíggjarlógini.
Men hetta er ikki alt.
Keldur í Hvítu Húsunum
hava sagt, at stjórnin er í
ferð við at kanna, hvussu
stórari eykajáttan tørvur er
á, men at kanningin er ikki
liðug.
Júst
tann
ovurstóra
penganýtslan til kríggið í
Irak hevur verið eitt av
høvuðsmálunum í val-
stríðnum upp undir for-
setavalið. John Kerry hev-
ur roynt at vísa á, at krígg-
ið var ikki neyðugt, og at
teir nógvu pengarnir áttu
heldur at verið brúktir til
heilsuverkið og skúla-
verkið í USA. Bush sigur
harafturímóti, at kríggið í
Irak er ein partur av bar-
daganum ímóti yvirgangi
og tí neyðugt.
Grashoppukríggj
Herfyri oyðiløgdu gras-
hoppur ein stóran part av
grøðini í fleiri londum í
útnyrðingspartinum
av
Afrika. Eitt nú oyðiløgdu
tær umleið 40 prosent av
allari grøðini í Mauritan-
ia, og nú stúra myndug-
leikarnir í Marokko fyri, at
tað sama skal henda har.
Í seinastuni hava sjáld-
sama nógvar grashoppur
verið at sæð í býunum
Agadir, Tiznit og Tafaout
har suðuri í Marokko. Bý-
irnir eru í tí týdningar-
mesta landbúnaðarøkinum
í landinum, haðani umleið
tveir triðingar av landsins
grønmeti kemur. Mynd-
ugleikarnir hava nú játt-að
einar 300 milliónir krónur
til bardagan ímóti gras-
hoppunum í ár, og teir ætla
at brúka líka nógvar penar
næsta ár til endamálið.
Matvørustovnurin hjá
ST, FAO, sigur, at gras-
hoppurnar
hava
verið
sjáldsama nógvar í ár or-
sakað av áhaldandi regni í
fjør. Sambært FAO etur
ein grashoppa dagliga líka
nógv, sum hon vigar, og tá
hon kann flúgva einar 200
kilomerar
um
dagin,
kunnu grashoppur oyði-
leggja stór landbúnaðarøki
eftir stuttari tíð.
Ítróttarhetja í
rættinum
Fyrrverandi finski skíð-
hopparin Matti Nykænen
mátti fyrradagin í rættin í
Tammerfors, tí hann er
skuldsettur fyri morð-
roynd. Verður hann funnin
sekur, kann hann fáa upp í
35 ára fongsul.
Tann 24. august tók
løgreglan í Tammerfors
Matti Nykænen og skuld-
setti hann fyri at hava
roynt at beina fyri einum
øðrum manni. Teir báðir
høvdu saman við øðrum
verið og hugnað sær í
einum summarhúsum. Teir
høvdu fingið í meira lagi
at drekka. Um náttina
rættu Matti Nykænen og
ein av monnunum tong, og
tá Nykænen tapti, gjørdist
hann frá sær sjálvum og
leyp á hin mannin við
knívi og stakk hann í
ryggin og nakkan. Á rætt-
arfundinum
fyrradagin
segði Nykænen, at hann
mntist einki av tí, sum
hendi. Kanningar hjá løg-
regluni vístu, at hann
hevði 3,4 promillu av
alkoholi í blóðinum, tá
hann bleiv tikin.
Matti Nykænen er ein
tann størsta ítróttarhetjan,
Finnland hevur havt. Fýra
ferðir vann hann heims-
meistaraheitið í skíðlopi,
og hann var tann fyrsti,
sum vann trý gullmerki í
einari
olympiskari
vetrarkapping.
UTTAN ÚR HEIMI
Arafat illa
sjúkur
Tann 75 ára gamli Yasser Arafat hevur verið ímyndin av
stríðnum fyri einum sjálvsstøðugum palestinskum ríki
Mynd: Reuters
Leygarkvøldið, 30.
oktober, skipar
flogbóltsdeildin hjá
ÍF Føroyar fyri
fjølbroyttum
mentanarkvøldi
TÍÐINDASKRIV
Tiltakið verður í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn. , og verður lagt fyri
kl. 17 við fótbólti, tá dyst-
urin millum FC Nord-
sjælland og FC Keyp-
mannahavn verður sýndur.
Ikki minst verður tað her
spennandi at síggja, hvørt
tað loksins fer at eydnast
Christian Andersen at fáa
hevnd mótvegis Flemming
Østergaard nú fleiri av
stríðsmálunum teirra mill-
um hava verið alment
frammi.
Fótbólturin er av kl. 19,
og kl. 20 verður so ferðast
yvir til tónleikin, tá Stanley
Samuelsen fer á pallin.
Umframt løg av fløgu
hansara, Um eg kundi
kvøði, verða eisini ensk og
donsk løg av ymsum slag at
hoyra.
Stanley verður á pallin-
um í einar tveir tímar, og so
verður talan um føroyska
mótasýning. Her verða
klæði frá Sirri, Pau, Tøting,
Elisabeth Kruse, Dudas
Verden, Gunnhild Mørk-
øre, Marita Reinert, Anna
Kristin Bæk og Vígdis
Petersen at síggja. Væl
kendi plátuvendarin, Eyð-
finn Drewsen, fer at taka
sær av tónleikinum til
mótasýningina, og sjón-
leikarinnan,
Gunnvá
Zachariassen verður frá-
søgufólk.
Sum punktum fyri kvøld-
inum verður dansur frá kl.
23-04, og verður tað Revi-
val, sum fara at spæl bæði
nýtt, gott og gamalt.
Rimmar mentanarkvøld
í Keypmannahavn
Stanley Samuelsen fer á
pallin í Føroyahúsinum
leygarkvøldið
Titan er tann størsti
mánin hjá gongu-
stjørnuni Saturn, og
kaningar av honum
kunnu avdúka,
hvussu lívið á Jørðini
byrjaði
RÚMDIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ongantíð áður hevur eitt
rúmdarfar verið so nær tí
ovurstóra mánanum Titan
sum mikudagin, tá ameri-
kanskt-evropeiska rúmdar-
farið
Cassini-Huygens
fleyg fram við honum í
1200
kilometra
hædd.
Hálvan annan tíma seinni
komu tær fyrstu myndirnar
niður á Jørðina.
Sambært granskarunum
vísa myndirnar, at Titan
líkist einari upprunaútgávu
av Jørðini, soleiðis sum
vísindin ímyndar sær hana.
Titan er umleið líka gamal
sum Jørðin, og hildið verð-
ur, at umstøðurnar har eru
umleið tær somu, sum tá
lívið byrjaði á Jørðini fyri
umleið
4,5
milliardum
árum síðani.
Granskararnir vænta sær
sera nógv burtur úr kann-
ingunum
hjá
Cassini-
Huygens. Rúmdarfarið er
útgjørt við radara og mynd-
atólum, sum kunnu avdúka,
hvat er undir skýlagnum,
sum er rundan um Titan.
Uppaftur meiri fæst vænt-
andi at vita, tá tann evrope-
iski parturin av farinum
skal seta seg á Titan mið-
skeiðis í januar. Tá fáa
granskararnir
væntandi
meiri at vita um atmo-
sferuna kring mánan. Titan
er tann støtrsti mánin í
sólskipanini og tann ein-
asti, sum hevur eina atmo-
sferu.
Tann amerikanski part-
urin av rúmdarfarinum skal
kanna allar teir 33 mánar-
nar hjá Saturn, og tey næstu
fýra árini fer tað at flúgva
45 ferðir fram við Titan.
Sá Jørðin soleiðis út?
Tann risastóri mánin Titan er kanska ein
upprunaútgáva av Jørðini
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2005 er mána-
dagin 1. nov.
2004
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við
rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í
telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele-
fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja
undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ................................. kr.700,00
(B) Innramming...................................... kr. 800,00
(E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00
(sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.250,00.
Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í
telefonbókini 2004, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo