fríggjadagur 29. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 207 - 29. oktober 2004
Nr. 207 - 29. oktober 2004
5
Tíðin er farin frá
Gamla Skúla í Sanda-
vági. Arbeitt verður
við nýggjum skúla-
bygningi til tey smáu
børnini
SKÚLABYGGING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági:
Uppskot til
bygging av nýggjum barna-
skúla í Sandavagi varð lagt
til hoyringar á bygdarráðs-
fundinum í Sandavági hós-
kvøldið.
Tíðin er farin frá Gamla
Skúla, har skúlabørnini við
Miðvágs Sandavágs skúla
byrja skúlagongdina, sigur
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági. Har er
stutt sagt ikki pláss til børn-
ini at vera, staðfestir hon.
Fyrsti, annar og triði
flokkur hanga saman í tí,
sum nevnt verður innskúl-
ingin. Og tí er als ikki pláss
fyri í Gamla Skúla, so tað
er av alstórum týdningi at
fáa bygt nýggjan skúla nak-
að skjótt, sigur hon.
Nýggi skúlabygningurin,
sum nú verður fyrireikaður
í Sandavági, er ein tvíspor-
aður skúli til tríggjar teir
yngstu flokkarnar.
Uppskotið, sum lagt varð
til hoyringar, er gjørt á
teknistovuni West Tech í
Sørvági. Talan er um bygn-
ing í einari hædd, við seks
floksstovum og einari ser-
stovu, sum skúlalógin fyri-
skrivar, sigur borgarstjórin í
Sandavági.
Skúlin verður góðar 800
fermetrar til støddar og fer
væntandi at kosta eina-
staðni millum átta og tíggju
milliónir, siga fyribils met-
ingarnar.
Tíðin er farin frá Gamla
Skúla í Sandavági. Hann
klárar bara so dánt at hýsa
fyrsta flokki. Og tað ber
ikki til, av tí at innskúlingin
hoyrir saman.
Endaliga plaseringin av
skúlanum er ikki fastløgd
enn, sigur Rósa Samuelsen.
Samráðingar skulu fyrst
vera um lendið, men greitt
er, at skúlin fer at liggja
inni í bygdini í Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at
tey í bygdarráðnum meta
tað ógvuliga týdningarmik-
ið fyri kommununa at hava
góðar umstøður til barna-
ansing og skúla.
Fyrireika nýggjan
skúla í Sandavági
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági við uppskotinum til nýggja skúlabygningin, sum
ætlandi skal byggjast í Sandavági
Mynd: Edvard Joensen
Nýggjur handil við
fiskireiðskapi, ar-
beiðsklæðum, naut-
iskum tólum og øðr-
um, sum horyir bát-
inum til, er latin upp í
Sandavági
HANDIL
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági: Nýggjur skips-
handil er latin upp á
Hammershaimbsvegi 25 í
Sandavági. Í hølunum, har
Fotohjørnið fyrr helt til.
Tað eru partar av handli-
num hjá Hjørleifi Joensen í
Miðvági, sum fluttir eru til
Sandavágs. Og so er annað
komið afturat, sigur Hans
Gudmundsen, sum saman
við
Stefani
Simonsen
stendur fyri nýggja handli-
num í Sandavági.
Teir selja ymiska naut-
iska útgerð, sum Hjørleif
Joensen umboðar, eins og
teir eisini hava annað, sum
teir sjálvir hava umboð fyri,
umframt vanligar brúksvør-
ur sum fiskireiðskap og
sjóklæði.
Nýggi handilin selur
navigatiónsútgerð av sløg-
unum Raymarine og Ma-
gellan. Teir hava avtalu við
mekanikara, so um neyðugt
skuldi verið við umvæling-
um, klára teir eisini tað,
sigur Hans Gudmundsen.
Fiskireiðskap fara teir at
selja til mestum einhvønn
tørv, sigur hann. Tó væntar
hann ikki, at teir fara at
liggja inni við trolreið-
skapi. Men línu og snellu-
menn kunnu fáa tað, teir
hava brúk fyri, verður sagt.
Nýggi handilin í Sanda-
vági fer dagliga at hava
opið frá klokkan níggju á
morgni til hálvgum seks.
Tó leygardagar til klokkan
13.00.
Nýggjur skipshandil í Sandavági
Í nýggja
skipshandlinum í
Sandavági ber til
at fáa alt frá
ullintum
skóleistum til
radarar og
handhildnar
GPS'arar
Mynd: Edvard Joensen
Um vikuskiftið
skipa FS Vágar
Stuðlar fyri bila-
sølustevnu í ítrótt-
arhøllini á Gilja-
nesi. Umframt
nýggjar bilar ber
eisini til at bjóða
upp á ein brúktan
bil og eitt ellisakfar
SØLUSTEVNA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
FSV Stuðlar
skipa fyri bilasølustevnu
á Giljanesi um vikuskift-
ið. Byrjað verður leygar-
dagin klokkan 14.00, og
hildið verður á til sunnu-
kvøldið klokkan 20.00.
Fimm bilasølur fara at
sýna nýggjar bilar fram á
stevnuni. Umframt verða
bæði tryggingarfeløgini
umboðað, eins og Føroya
Banki eisini fer at vera til
staðar á stevnuni.
Tað verðató ikki bara
nýggir bilar, sum verða at
síggja á bilasølustenvuni
á Giljanesi. Eisini ein av
gomlu bilunum hjá Hans
Elmari Poulsen í Vatns-
oyrum verður at síggja.
Og um hóskandi boð
fæst, er Elmar sinnaður
at selja bilin, siga fyri-
reikararnir av stevnuni.
Eisini ein annar brúkt-
ur bilur verður seldur á
stevnuni. Hann er knapt
so gamal sum elliakfarið
úr Vatnsoyrum. Talan er
um ein brúktan Hyundai
Accent, sum verður seld-
ur á uppboði leygar-
kvøldið klokkan 19.00,
sigur ein av fyrireikar-
unum, Páll Joensen.
Sum vanligt er á slík-
um stevnum, verður ym-
iskt undirhald eisini til
teirra, sum koma fram-
við.
Livandi tónleikur verð-
ur at hoyra, eins og tað
fer at bera til at keypa
ymiskt til matna. Eisini
verða mótasýningar á
pallinum.
Tónleikarar sum Hans
Ravnsfjall og Jens Tumm-
as Næs verða at hoyra
leygardagin. Og sunnu-
dagin fer fyrst Ungdóms-
orkestrið í Vágum at
spæla, og seinni um
kvøldið verður høvið at
hoyra Magna Kristiansen
á pallinum.
Umframt mangt annað,
sum verður at uppliva,
verða eisini Gøll og
Hvølvus hjá Ráðnum fyri
Ferðslutryd á stevnuni.
Sum rímiligt er veðru
eisini fótbóltur. Tó bert
ein. Sunnukvøldið fer
Eyðun Jensen at vísi síni
kynstrur við bóltinum.
Og tá ber til at tippa um,
hvussu ofta hann klárar
at sparka til bóltin, uttan
at hann nertir við pallin.
Tann, sum næstur er,
vinnur eina peningagávu,
siga fyrireikararnir.
Børn, sum koma sam-
an við foreldrum ella
øðrum vaksnum, sleppa
ókeypis inn. Og til teirra
er eisini ókeypis spæli-
pláss í fimleikarhøllini,
siga fyrireikararnir.
Bilasølustevna
á Giljanesi
Ítróttarhøllin á Giljanesi verður um vikuskfitið karmur
um bilasølustevnu, sum FS Vágar Stuðlar skipa fyri
Mynd. Edvard Joensen
Pedagogfelagið fer at
stevna Tvøroyrar Bý-
ráð eftir endurgjaldi í
sambandi við leiðar-
an á frítíðarskúlanum
FRÍTÍÐARSKÚLIN Á
TVØROYRI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Pedagogfelagið fer nú at
stevna Tvøroyrar Býráð.
Tað er málið um fyribils
leiðaran á frítíðarskúlanum
á Tvøroyri, sum Føroya
Rættur nú sleppur at taka
støðu til.
Frammanundan er Løg-
tingsins
Umboðsmaður
biðin um at taka støðu til
embætisførsluna hjá Hans
Paula Strøm í málinum.
Men
Jarvin
Feilberg
Hansen, formaður í Peda-
gogfelagnum,
sigur,
at
felagið metir málið so
álvarsligt, at tað nú eisini
verður roynt í rættinum.
Ì Rættinum fer Pedagog-
felagið at krevja, at peda-
gogurin, sum varð vrakaður
til starvið, fær endurgjald.
Men felagið fer eisini at
stevna fyri brot á tagnar-
skyldina og fyri brot á fyri-
singarlógina og fyri hand-
faringina av málinum sum
heild.
Felagið kann nevniliga
undir ongum umstøðum
góðtaka grundgevingarnar,
sum pedagogurin hevur
fingið fyri ikki at fáa starv-
ið.
– Grundgevingin, sum
pedagogurin hevur fingið
fyri ikki at fáa starvið sum
leiðari á frítíðarskúlanum,
botnar í nøkrum, hon segði
á einum foreldrafundi í
barnagarðinum fyri einum
ári síðani, har hon møtti
sum foreldur, sigur Jarvin
Feilberg Hansen
- Á hesum sama foreldra-
fundi møtti eisini Sverri
Midjord, býráðslimur, sum
er yvir 70 ár og ongi børn
hevur.
– Og eg haldi, at tað er
átaluvert, at býráðslimurin
møtir upp, har hann onki
hevur at gera. Men tað er
eisini átaluvert, at hann ber
útaftur, tað, sum verður
sagt á fundinum, so at
býráðið kann brúka tað til
at vraka hana sum leiðara
meiri enn eitt ár seinni.
Formaðurin í Pedagog-
felagnum sigur, at skriv-
liga orsøkin, sum pedagog-
urin fekk frá býráðnum
fyri, hví hon ikki fekk
starvið, er prógv um, at tað
er hesin foreldrafundurin
fyri einum ári síðani, sum
er orsøkin til, at hon ikki
fekk starvið.
Hann sigur, at orðarætt
stendur í grundgevingini
frá býráðnum til pedagog-
in, at "mett verður ikki, at
tygum hava teir neyðugu,
persónligu eginleikarnar at
røkja eitt slíkt leiðarastarv.
Mett verður at tygum í
nøktandi mun ikki eru før
fyri at stýra í pressaðum
situatiónum og tað er eftir
býráðsins áskoðan ein egin-
leiki, sum krevst av eimum
leiðari av einum slikum
stovni og sum býráðið
leggur avgerandi dent á.
Sum konkret dømi um
hetta verður víst til ein fund
ímillum foreldur og starvs-
fólk í barnagarðinum, har
tygum tóku lut sum for-eld-
ur og har eisini býráðslimir
vóru hjástaddir.
Tað kom týðiliga til
sjóndar at tygum ikki í
nøktandi mun klára at stýra
tygara temperementi, at
tygum østu tygum upp yvir
lítið og onki og eisini brúkti
ljótan munn.
Jarvin Feilberg Hansen
sigur, at á foreldrafundi er
tagnarskylda og har hava
eisini foreldur rætt til at
koma fram við tí, tey eru
ónøgd við.
Men hóast talan er um
tagnarskyldu, hevur Sverri
Midjord
brotið
tagnar-
skylduna og hevur brúkt til
eina starvssetan eitt ár
seinni.
Hann vísir eisini á, at
pedagogurin var biðin um
at røkja leiðarastarvið í
tríggjar vikur eittskifti og
tað hevði býráðið neyvan
gjørt um tey mettu hana so
óegnaða, sum tað nú sær út.
Leggja sak ímóti Tvøroyrar Býráð
Tað kann ikki góðtakast, at
ein pedagogur á Tvøroyri
verður mettur at verða
óegnaður sum leiðari á
frítíðarskúlanum tí at hon
kanska hevur øst seg upp á
einum foreldrafundi í
barnagarðinum fyri einum
ári síðani, sigur formaðurin í
pedagogfelagnum
C
M
Y
K
5
4
Gucci
JF Rey
Emporio Armani
BRILLUKONTO
BRILLUKONTO
frá 149,- um mánaðin
Hvørjar skal eg velja?
Hví taka ta stóru avgerðina bara einaferð?
Her bjóða vit tær eina heilt nýggja tænastu, tá ið
tú keypir brillur, nevniliga eina brillukonto.
Við eini brillukonto kanst tú keypa í dag, og gjalda,
sum tær passar best. Einki útgjald og eingin
renta. Tað kostar einki eyka at keypa brillur við
eini brillukonto. Veljast kann tað brillustell og tey
brillugløs, tú ynskir.
s t e p h a n s s o n s h ú s
KONGABRÚGVIN, TÓRSHAVN, TLF. 311731