Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 7 – Normurin er mað- urin. Tað er hann, sum er politikari. Ein føroysk kvinna, sum er politikari, er ein kvinnuligur politik- ari. Hon er fyrst og fremst ein kvinna, sum umboðar sítt kyn, meðan maðurin umboðar fólkið, segði Annika Wardum, for- maður í javnstøðu- nevndini, á fundi á Glyvrum miku- kvøldið ALMENNUR FUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eini 20 kvinnur, sum eru uppstillaðar í ymiskum kommunum Eysturoy, lut- tóku á fundinum í Kvinnu- felagshúsinum á Glyvrum mikukvøldið, sum Jansy Olsen á Toftum eftir áheit- an skipaði fyri. Aftrat valevnunum, vóru fleiri aðrar kvinnur eisini við á fundinum og nakrir fáir menn, harav einir tveir borgarstjórar, Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði og Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum eisini var eina løtu við á fundinum. Orðstýrari var Jón Brian Vidtfeldt, og hann leiddi fundin við kønari hond. Hetta var ein góður og siðiligur fundur, har nógv viðurskifti vóru viðgjørd. Tveir gestarøðarar vóru eisini við á fundinum, Annika Wardum, formaður í javnstøðunevndini og Heidi Petersen, løgtings- kvinna. Felags um tingini Tað var Jansy Olsen, stig- takari, sum beyð vælkomin og vísti á, at eftir eitt kvinnuseminar, sum var á Hotel Føroyum, varð av- gjørt at halda fundir av hes- um slagi kring landið, nú kommunuval er í hondum. – Soleiðis fekk eg áheitan úr Havn um at taka stig til hendan fundin, segði Jansy, sum sat í bygdaráðnum í Nes kommunu í átta ár. Fundurin á Glyvrum varð annars skipaður á tann hátt, at Annika Wardum legði fyri. Síðan høvdu nøkur av valevnunum úr ymisku kommunum eitt innlegg í part, og síðan segði Heidi Petersen nøkur orð. Eftir at røður vóru hildn- ar, var lívligt og áhugavert kjak um ymiskt, sum frammi hevði verið – og um onnur viðurskifti, sum ikki høvdu verið so nógv frammi, tá ið røðurnar vórðu hildnar. Teir fáu menninir, sum vóru við, formáddu so lítið. Við endan av fundinum helt Sigurd Simonsen, borgarstjóri, tó fyri, at kvinnurnar høvdu skipað fyri einum góðum og áhugaverdum fundi, og hann helt, at tær høvdu minst líka so nógv at bera fram sum menninir. – Eg haldi ikki, eg kenni nakran mann, ið dugir betur at bera síni sjónarmið fram enn kvinnurnar, sum eg havi hoyrt røða og borið síni sjónarmið fram í kvøld, segði hann. Sosialurin fer at venda aftur til ymisku innleggini og kjakið, sum var á fund- inum, í komandi bløðum. »Hitt kynið« Tað var sum nevnt formað- urin í javnstøðunevndini, Annika Wardum, sum legði fyri mikukvøldið. Hon nýtti høvi at takka fyrireikarunum fyri inn- bjóðingina og vísti á fund- in, hon var við til á Toftum herfyri. – Hetta var ein stak hugnaligur og gevandi fundur, og eg vænti, at vit eisini hesaferð fáa ein góðan fund. Annika segði, at heitið á fundinum, »Felags avgerð- ir, felags ábyrgd«, sipar til, at best er, um kvinnur og menn eru felags um at taka tær politisku avgerðirnar, sum skapa okkara sam- felag. – Hóast kvinnurnar telja helvtina av landsins íbúgv- um, eru vit ein lítil minni- luti á tingi – og als ikki til steðar í landsstýrinum. Somuleiðis eru vit ein minniluti í kommunalpolit- ikki. Hon helt ikki, at hetta er nøktandi fyri kvinnur – og fyri samfelagið sum heild. – Í Føroyum eru kvinnur nevniliga »hitt kynið«, sum hon tók til – ella frávirkið frá norminum, sum hon eisini nevndi hetta. Og Annika helt fram: – Normurin er maðurin. Ein føroyskur politikari er ein maður. Tað er hann, sum er politikari. Ein før- oysk kvinna, sum er polit- ikari, er ein kvinnuligur politikari. Hon er fyrst og fremst kvinna, um hon vil tað ella ei. Hon umboðar sítt kyn, meðan maðurin umboðar fólkið. Síðan tók hon fram eitt dømi um hetta: – Eg sá eina lýsing frá einum peningastovni, sum sponsorerar fótbóltslands- liðið. Og tit ivast avgjørt ikki í, at eg meini við lands- liðið hjá monnum! Annika vísti á, at tá ið kvinnur spæla fótbólt, eitur tað nevniliga kvinnufót- bóltur! – Lýsingin vísti til mans- landsliðið, og teksturin var nakað soleiðis: »Landsliðið er fyri allar føroyingar. Tað er peningastovnurin eisini«. Hon reisti spurningin, um fótbóltslandsliðið er fyri allar føroyingar. – Eg veit í hvussu er, at helvtin av landsins íbúgv- um ongantíð kunnu koma á landsliðið – og tað eru kvinnurnar. Annika helt fyri, at kanska virkar tað eitt sindur »hysteriskt« at taka hetta fram, men hon segði seg gera hetta fyri at vísa á, at í Føroyum eru kvinnur ofta ósjónligar og teirra ábyrgd- arøkir og arbeiðsøkir eru ikki við, har avgerðirnar verða tiknar. – Vit telja ikki ordiliga í politikki, vinnulívi, ítrótti og øðrum. Vit eru »hitt kynið«, vísti hon á. Er tað »farligt«? Formaðurin í javnstøðu- nevndini segði, at tá ið eitt hvørt er ónøktandi, eru vit ofta skjót at hugsa um, hvør man hava skyldina. – Hetta førir aftur til, at onkur kennur seg álopnan og verjir seg, eitt nú við at kasta bóltin víðari. Annika helt, at vit í slík- um føri eiga vit at tosa minst um, hvør hevur skyldina og mest um, hvat vit gera við trupulleikan, tí hesin er viðkomandi fyri okkum øll – og ikki bara fyri kvinnurnar. – Ja, men hví tað er so »farligt«, at næstan bara menn taka avgerðir fyri okkum øll, spyrja summi. Onkur vil eisini siga, at javnstøðuprátið er óneyð- ugt og elvir bert til stríð. Hon vísti á, at Sólja í Ólavstovu, ið starvast sum deildarstjóri í Fiskimála- ráðnum, hevur havt eitt boð upp á henda spurningin, nevniliga hví tað er so »farligt«, at kvinnur ikki í sama mun sum menn eru við í avgerðunum. – Í røðu í summar um- røddi Sólja hugtakið, »demokrati« og reisti spurningin, um vit av røtt- um kunnu kalla okkara stjórnarskipan fyri eitt demokrati, tá ið so fáar kvinnur eru fólkavaldar. Sólja vísti á, at demokrati merkir fólkastýri – ella, at valdið er hjá fólkinum og ikki hjá einum einstøkum manni ella einum minni skara av fólki. – Hava vit eitt demokrati, tá ið bert 9,4% av tinglim- unum eru kvinnur? Jú, kanska hava vit tað, vit rópa demokrati, tí tað stendur øllum fólkinum frítt at velja, men kortini hava vit ikki eitt demokrati í orðsins rætta týdningi. Annika vísti á, at eitt veruligt demokrati merkir, at kvinnur á jøvnum føti við menn tak lut í almenna kjakinum og eru við, har politiskar avgerðir verða tiknar. – Og vit vita, at soleiðis er tað ikki í Føroyum, legði hon aftrat. Gerandisdagurin – Vit hugsa kanska ikki um tað til dagligt, men avleið- ingin av, at kvinnan ikki hevur ávirkan í politikki, er, at hon heldur ikki hevur ávirkan á sín egna ger-and- isdag. Tá ið kvinnan ikki sjálv er við til at smíða landsins lógir og ikki sjálv er við til at avgera, hvussu pengarnir í landskassanum skulu býtast, verður hon fyri vanbýti. Hennara ábyrgdarøki verða ikki í nóg stóran mun tikin við, og hennara servitan fer til spillis. Men, segði Annika Wardum: – Kortini ivast nógv í, hví tey skulu velja eina kvinnu. Tí, sum tey siga: Hvat kunnu kvinnur gera, sum menn ikki kunnu? Jú, kvinnur kunnu skapa javn- vág. Formaðurin í javnstøðu- nevndini legði dent á, at bæði kynini eiga at vera umboðaði á tingi og í kommunustýrum, tí tað gevur eina betri javnvág í avgerðum og raðfestingum innan øll samfelagsvið-ur- skifti. – Kvinnur og menn supplera hvønn annan og kunnu gera kjak um polit- isk mál meira fjølbroytt. Har, sum menninir hava størstu vitanina og roynd- irnar, kunnu kvinnurnar seta spurningar og koma við øðrvísi vinklum og har, sum kvinnurnar hava størstu vitanina og roynd- irnar, kunnu menninir seta spurningar og koma við øðrvísi vinklum. Annika Wardum helt fyri, at vit kunnu tosa um, at politikararnir røkja sína uppgávu til fulnar og skapa eitt samfelag fyri øll, tá ið bæði kynini eru felags um avgerðirnar. – Tá fáa vit eitt samfelag sum speglar fólkið og tað fjølbroytni, sum er í fólkin- um. Málið má vera, sum heitið er á fundinum, »Felags avgerðir, felags ábyrgd«, segði hon. Kynjabýtið Annika visti á, at kynjabýt- ið í uppstillingini til komm- unuvalini í 1996, 2000 og 2004 er vorðið alsamt javn- ari. – Tvinnar orsøkir eru til hetta. Onnur er, at fleiri kvinnur stilla upp og hin; at færri menn stilla upp. Hon segði, at í 1996 vóru 20% av teimum uppstillaðu kvinnur, og í ár 2000 var talið 30%. – Ikki er endaliga greitt, hvussu býtið verður í upp- stillingini í ár, men býtið á listunum í Havn, Klaksvík, Vági, Tvøroyri, Fuglafirði, Runavíkar kommunu, Vest- manna, Hvannasundi og Sunda kommunu er, at 32% eru kvinnur. Annika Wardum segði at enda, at í 1996 vóru 10% av limunum í bý-og bygdaráð- um kvinnur, og í ár 2000 var talið 23%. Tær vóru gestarøðarar á fundinum, Annika Wardum, formaður í javnstøðunevndini og Heidi Petersen, løgtingskvinna Mynd: Vilmund Jacobsen Hjørdis Viberg Andreassen er uppstillað á kvinnulistanum í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Fríðgerð Heinesen (mynd) og Randi í Jógvanstovu eru millum valevnini á almenna listanum í Leirvíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen - Hóast kvinnurnar telja helvtina av landsins íbúgvum, eru vit ein lítil minniluti á tingi og í kommunalpolitikki, og vit eru als ikki til steðar í landsstýrinum, segði Annika Wardum Mynd: Vilmund Jacobsen Kvinnurnar eru »hitt kynið« – politikarin er ein maður Eini 20 kvinnur, sum eru uppstillaðar í ymiskum kommunum í Eysturoy, vóru við á fundinum í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum mikukvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6