Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 9 Sum nakað nýtt er ein akupunkturklinikk latin upp í høvuðs- staðnum. Tað er Petra Gardar Neumann, sum er akupunktørur, ið nú bjóðar hesa tænastuna út. Hetta er tann fyrsta klinikkin av sínum slagi í Tórshavn HEILSA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Alternativ viðgerð breiðir seg meira og meira til Føroya. Zoneterapi hevur havt fótin innan fyri í eina rúma tíð, og akupunkturur eisini. Tað hevur tó ikki verið nøkur klinikk, sum burtur av bjóðar akupunkt- ur – inntil nú. Petra Gardar Neumann, sum er sjúkrarøktarfrøðing- ur og akupunktørur, hevur júst latið eina klinikk upp í Brøttubrekku í Tórshavn. Petra hevur búð í Danmark í mong ár, men nú er hon flutt heim við familju sínari og fer at bjóða nálaviðgerð í høvuðsstaðnum. Akupunkturur er ein gamal kinverskur viðgerð- arháttur, sum kann hjálpa ímóti alskyns trupulleikum og sjúkum. Bæði akuttum og kroniskum. Petra sigur, at tað er sera torført at lýsa stutt, hvussu og hvørjum akupunkturur kann hjálpa ímóti, og tískil hevur hon gjørt ein faldara, har upplýsingarnir um við- gerð og annað kunnu fáast. Viðgerðin Akupunkturviðgerð hevur ongi hjáárin, men tað er ikki óvanligt, at kroppurin reagerar eftir viðgerð. Ein kann vera troyttur, vera svimbul ella hava eina prik- andi ella surrandi kenslu. – Júst hvussu nógvar við- gerðir, tað krevur fyri at fáa hjálp, er ilt at meta um, sigur Petra. Men tað veldst alt um, hvør sjúkan er, og hvussu umfatandi hon er. Petra greiðir frá, at akuttar støður krevja færri við- gerðir enn kroniskar. Men sum heild plagar hon at mæla til at steðga við- gerðini, um ongin bati er at hóma eftir tríggjar ella fýra viðgerðir. Ein akupunkturviðgerð tekur umleið 20 minuttir, men tann fyrsta viðgerðin tekur nakað longri tíð, tí fyri at staðfesta eina diagn- osu, skal ein samrøða við sjúklingin til. Hvussu viðgerðin virkar er eisini ójavnt. Summar akuttar støður hvørva heilt, og tað kemur eisini fyri, at kroniskar hvørva. Men tað er rættiliga vanligt, at kron- iskar støður krevja viðgerð javnan. Men tað kann skifta frá einaferð um vikuna, mánaðin, ársfjórðingin, hálvárið ja til enntá bara einaferð um árið, greiðir Petra frá. Alskyns sjúkur Akupunkturur kann hjálpa ímóti einum ótali av sjúk- um ella trupulleikum. Sum dømi kunnu nevnast: Allar pínur, millum annað migr- enu og høvuðpínu, gikt- sjúkum, menustratións- pínu/trupulleikum, høgum blóðtrýsti, immunsjúku, øllum sløgum av ítróttar- skaðum og kválma, her- undir hjá-árin frá kemovið- gerð. Eisini hevur akupunktur- ur víst seg at rigga væl sum viðgerð til royki avvenjing og vekttap. Petra kemur at arbeiða sum akupunktørur einsa- møll í sínari klinikk, og hon er rættiliga spent uppá, hvussu undirtøkan verður. Hon hevur havt nøkur vitj- andi longu, hóast hon ikki rættiliga er komin í gongd enn. Hvat grundarlagið er fyri slíkari viðgerð í Føroy- um, er ikki lætt at siga nakað um, men Petra metir, at tað man vera nakað tað sama, sum í øðrum lond- um. Petra fer at arbeiða frá klokkan 10 til 14 mánadag til fríggjadag – tó mikudag frá klokkan 14 til 18. Klin- ikkin heldur til í Brøttu- brekku 9 og hevur tlf. 273412. Icelandair keypir part av Easyjet Bretska sonevnda lágprísflogfelagið, Easyjet, er nú lutvíst á íslendsk- um hondum HANDIL www.sparikassin.fo Tað er greitt, eftir at Ice- landair hevur keypt 8,4 prosent av partabrøvunum í Easyjet, sum er næst- størsta lágprísflogfelagið í Europa eftir Ryanair. The Times, sum hev-ur høvuðsstøð í London, skrivar, at íslendska fyri- tøkan helst man hava goldið umleið 50 mió. bretsk pund fyri parta- brøvini. Tað svarar til umleið 600 mió. kr. Hannes Smárason, nevndarformaður í Ice- landair, er ikki avvísandi mótvegis tankanum um, at íslendska fyritøkan seinni vil ogna sær enn ein bita av Easyjet. – Vit hava stórt álit á, at handilshátturin hjá Easy- jet er rættur, og framtíðar- útlitini hjá fyritøkuni eru bjørt, sigur Hannes Smárason. Seinastu tíðina er Ice- landair sett í samband við stórar vakstrarætlanir utt- an fyri landoddarnar. Eitt nú skal felagið hava áhuga fyri ungarnska flogfelagn- um Malev, ið skal einskilj- ast. Eisini er nevnt, at Ice- landair hevur hug á parta- brøvum í føroyska Atlantsflogi. Gunnar á Jacques Leygarkvøldið fer vinnarin av Stjerne for en aften, Gunnar Mikkelsen, at undirhalda í Keyp- mannahavn Nú fáa føroyingar í Keyp- mannahavn høvi at hoyra Gunnar Mikkelsen syngja og spæla. Gunnar, ið hevur føroyska mammu, fer at spæla solo akkustiskt un-plugged, sum tað nevnist. Umframt cover-løg fer hann at spæla egin løg av fløguni, ið varð útgivin fyrr í ár. Dyrnar lata upp klokk- an 22, og konsertin byrjar klokkan 23. Týsmorgunin klokk- an 10 almannakunn- gjørdi Klaksvíkar kommuna sína heimasíðu. Arbeiðið upp á heimasíðuna hevur tikið langa tíð, men seinasta hálva árið hevur verið arbeitt miðvíst við henni, og úrslitið er ein flott heimasíða við nógvum upp- lýsingum HEIMASÍÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu hevur verið í gerð í langa tíð. Alt hetta valskeiðið hevur verið arbeitt við henni, men tó ikki miðvíst fyrr enn tað seinasta hálva árið. Ein bólkur frá umsitingini hjá kommununi hevur arbeitt við heimasíðuni saman við Pf Zenit, sum hevur gjørt skipanina. John Færø, býráðsskriv- ari, viðgekk týsmorgunin, at arbeiðið hevur tikið alt ov langa tíð, men var hann sum vera man sera fegin og errin av, at tað nú endiliga finst ein heimasíða fyri Klaksvíkar kommunu. – Tað er onki dulsmál, at øll hava bíðað longi eftir hesari heimasíðuni. Men vit hava so valt at gera hana góða og rættiliga gjøgnum- førda heldur enn at skunda eina lappaloysn ígjøgnum bara fyri at hava eina heimasíðu at vísa á, segði hann millum annað. Ein heimasíðan skal dag- førast javnan, og verður ein persónur settur til at taka sær av henni. Økt tænastustøðið Tað er sum sagt Pf Zenit í Tórshavn, sum hevur gjørt heimasíðuskipanina hjá Klaksvíkar kommunu. John Færø greiðir frá, at kommunan bjóðaði arbeið- ið út tann tíð tað var, og hevði Zenit tað lægsta tilboðið í tí klassanum, sum kommunan ynskti. Ætlanin hjá kommununi er eisini, at fólk skulu kunna tekna seg til ein teldupostlista á heimasíð- uni, so at tey fáa ein teldu- post hvørja ferð okkurt nýtt verður lagt út. John heldur fram, at við heimasíðuni er tænastu- støðið økt munandi, tí nú fáa fólk nógv skjótari at- gongd til upplýsingar, sum teimum møguliga tørvar. Til dømis verða allar bý- ráðsfundarskráir lagdar út og samtyktirnar eisini. Á síðuni eru alskyns upp- lýsingar um bæði eitt og annað í býnum og komm- ununi. Mikladalur er eisini at finna á síðuni, eftirsum at kommunurnar leggja saman frá 1. januar. Tað er tó alt ov umfatandi at fara at nevna alt her, men ein kann bara klikkja seg inn á www.klaksvik.fo, har ein sjálvur kann hygga seg um. Nálaviðgerð í høvuðsstaðnum Petra Gardar Neumann tók sína útbúgving sum akupunktørur á einum akupunkturskúla í Roskilde. Útbúgvingin tók knapt tvey ár, har hon millum annað arbeiddi ein dag saman við ein kinverskum professara. Útbúgvingin er góðkend hjá praktiserandi akupunktørum í Danmark. FAKTA Petra Gardar Neumann hevur júst latið eina akupunktur- klinikk upp í Tórshavn. Hetta er ein klinikk, sum burturav bjóðar akupunktur Mynd: Álvur Haraldsen Loksins kom www.klaksvik.fo Týsmorgunin klokkan 10 kundi Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri, leggja nýggju heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu út á netið. – Hetta er ein stórur dagur fyri okkum, segði hann Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, viðgongur, at hann gjørdi eitt mistak, tá ið hann viðgjørdi málið um umstrídda leiðaran á fríðarskúl- anum á Tvøroyri. Men rættartrygdin er ikki brotin, sigur hann FRÍTÍÐARSKÚLIN Á TVØROYRI Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað hevði fingið ov stórar avleiðingar fyri tvørafólk at stongt frítíðarskúlan á Tvøroyri. Tað heldur landsstýris- maðurin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm. Frítíðarskúlin á Tvøroyri hevur verið eitt heitt polit- iskt epli seinastu tíðina. Og mikudagin varð málið fyri í sjálvum løgtinginum. Har hevði Annita á Fríð- riksmørk, løgtingskvinna, sett Hans Paula Strøm nak- rar atfinningarsamar spurn- ingar um frítíðarskúlan. Løgtingskvinnan vildi hava at vita um tað er í samsvari við lógina um dagstovnar og dagrøkt, at ein lærari er settur til leið- ara í frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Og um tað ikki er í lagi, hví hevur so landsstýris- maðurin góðtikið manna- gongdina? Annita vildi eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur lovað Tvøroyrar kommunu at arbeiða fyri, at lógin verður broytt soleiðis, at tað, sum er farið fram á Tvøroyri, frameftir verður lógligt. Og at enda vildi hon hava at vita, hví landsstýrismað- urin broytti áskoðan, tí fyrst hótti hann við at steingja frítíðarskúlan, men síðani góðtók hann at pedagog- urin varð vrakaður. Hans Pauli Strøm svar- aði, at leiðarin á einum dagstovni skal hava náms- frøðiliga útbúgving og í hesum føri merkir tað peda- gogur. Men í serligum førum kann undantak gerast í eitt avmarkað tíðarskeið. Eitt nú kann tað koma fyri í eini lítlari kommunu, tá ið ongin við námsfrøðiligari útbúgving søkir eitt leið- andi starv í einum dag- stovni ella eini dagrøkt. Starvið, sum talan er um, er at avloysarastarv fyri tann setta leiðaran, sum er í farloyvi og byrjar aftur næsta summar. – Sum kunnugt søkti ein námsfrøðingur starvið. Men at ein umsøkjari hevur námsfrøðiliga útbúgving, er í sær sjálvum ikki nokk til, at viðkomandi hevur rætt til at fáa starvið, hóast hann er einasti umsøkjarin við røttu útbúgvingini, sig- ur Hans Pauli Strøm. Skuldu lýst starvið leyst Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur grund- givið fyri pedagoginum, hví hann ikki fekk starvið. Men hann heldur ikki, at almanna- og heilsumála- ráðið er ført fyri at meta um materiella innihaldið í grundgevingini, betur enn kommunan er. Kommunan er setanar- myndugleiki, og lýkur hon annars formligu krøvini, má vera rúm fyri eini met- ing hjá kommununi, sigur Hans Pauli Strøm. Kortini heldur hann, at í hesum føri átti kommunan helst at lýst starvið leyst av nýggjum fyri at vita um ikki onkur skikkaður náms- frøðingur søkti starvið. – Tað hevur kommunan eisini fingið at vita frá Almanna- og heilsumála- ráðnum. Hans Pauli Strøm sigur, at av tí at talan er um eitt avloysarastarv, og at setti leiðarin kemur aftur í summar, vildi hann ikki lata skúlan aftur, sum hann hevur heimild til. – Eg haldi ikki, at tað hevði fingið slíkar avleið- ingar fyri borgaran at frítíð- arskúlin varð stongdur, at tað stendur ikki mát við tað, at kommunan ikki til fullnar lýkur teytina fyri at geva undantak. Annars avsannar lands- stýrismaðurin, at hann hev- ur lovað Tvøroyrar Komm- unu nakað sum helst. Men hann hevur kunnað komm- una um, at Almanna- og heilsumálaráðið var í ferð við at dagføra dagstovna- lógina á fleiri økjum. Ì tí sambandi er ætlanin at broyta førleikakrøvini til leiðarar fyri frítíðarskúlar, soleiðis at umsøkjarar við aðrari námsfrøðiligari út- búgving enn pedagog-út- búgving, kunnu røkja hetta starv, tí frítíðarskúlar eru til børn í skúlaaldri. Gjørdi eitt mistak Annars brúkti helt andstøð- an í tinginum seg ikki aftur og heglaði lands-stýris- mannin ígjøgnum fyri hansara embætisførslu í hesum málið. Tinglmir settu spurnar- tekin við rættartrygdina, men tað vildi landsstýris- maðurin ikki góðtaka. Hann segði at embætis- fólk í Almanna- og heilsu- málaráðnum hava viðgjørt málið í dagar, eisini saman við Innlendismálaráðnum og niðurstøðan er, at rættar- trygdin er ikki brotin. Tinglimir hildu eisini, at hann pedagogurin varð settur til viks av ósakligum orsøkum. Eitt nú skuldi orsøkin vera okkurt, hon hevði sagt í einum foreldrafundi í eini stovu í barnagarðinum fyri einum ári síðani. Landsstýrismaðurin vildi heldur ikki vita av, at talan var um ósakligar orsøkir, men hann vildi ikki nevna tær ítøkiligu orsøkirnar, tí talan var um persónsmál, sum hann ikki hevði heim- ild at almannakunngera fyri løgtinginum. Men í einum føri viðgekk hann, at hann gjørdi eitt mistak. Tað var harðliga funnist at Hans Paula Strøm tí at hann var farin á fund við Tvøroyrar Býráð, uttan at hava embætisfólk við og átti ikki at koma fyri hjá einum landsstýrismanni. Og nú Hans Pauli Strøm hugdi í bakspegilin, og sá, hvussu stóra umrøðu málið fekk, kundi hann viðganga, at tað var eitt mistak. Men orsøkin var, at em- bætisfólkini, sum skuldu við, fingu forfall og hann helt ikki, atr málið hevði slíkan týdning, at tað var neyðugt at avlýsa. Og tað vóru eisini fleiri andstøðutinglimir, sum hildu, at hetta áttu at fáa avleiðingar. Tað var ikki hildið at vera ráðiligt at leggja uppskot um misálit fyri tingið tí við so stórari samgongu, fór tað aldrin at vera samtykt. Men at enda heitti Páll á Reynatúgvu so á formannin í Landsstýrismálanevndini um at taka málið upp. (Sí eisini grein aðrastaðni í blaðnum). Tey, ið umsita áhugasjónleik í norðanlondum, hittast hósdagin til fund í Føroyum ÁHUGASJÓNLEIKUR Tíðindaskriv NAR - Nordisk Amatør- teaterråd - er samstarvs- felagsskapur av áhuga- sjónleikarafeløgunum í Finnlandi, Álandi, Svø- ríki, Noregi, Danmørk, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. NAR verður stuðlað av Norður- lendska Ráðharraráðn- um. Í nevndini í NAR eru í løtuni: Carita Välitalo, Finnlandi, Maria Män- tylä, Álandi, Hilding Lindbäck, Svøríki, Stei- nar Arnesen, Noregi, Line Hauger, Danmark, Hilmar Joensen, Føroy- um, og Einar Rafn Haraldsson, Íslandi. Steinar Arnesen er for- maður. Skrivstovan hjá NAR er í Finnlandi, og hevur Carola Selenius hana um hendi. NAR hevur regluligar fundir tvær ferðir um árið, men umsitararnir, ið manna skrivstovurnar í teim ymsu lond-unum, hittast á fundi annað- hvørt ár at viðgera fel- agsmálini. Í ár verður hesin fundurin í Før-oy- um 29. og 30. oktober. Norðurlendsku gest- irnir koma til Føroya hósdagin 28. oktober. Hóskvøldið verður spák- ingartúrur í gamla býar- partinum í Havn. Fríggjadagin 29. oktober verður fundur frá kl.10 til 14. Tá verður farið útferð til Gøtu at síggja Blásastovu, Gøtu kirkju og Töting. Úr Gøtu verð- ur farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar Sjónleik- arafelag í Atlantis frum- sýnir franska skemtileik- in »Ansa mær eftir Amaliu« eftir Georges Feydaue. Leygardagin 30. okto- ber verður fundur frá kl. 10. Tórshavnar Býráð er vertur kl. 13. Síðan verð- ur fundur aftur til kl.15. Seinni um dagin vitja gestirnir í Norðurlanda- húsinum og í Listaskál- anum. Kl. 19 leygarkvøldið er frumsýning á Meiarín- um. Tað er Leikhúsið Gríma, ið sýnir norska leikin »Elling og Kjell Bjarne« eftir Axel Hell- stenius eftir skaldsøgu hjá Ingvar Ambjørnsen. Í nevndini í MáF (Meginfelag áhugaleik- ara Føroya) eru: Hilmar Joensen, formaður, Sólvá Jónsdóttir, næst- formaður, Jógvan Ravns- fjall, kassameistari, Eyð Matras, skrivari, og Heð- in Mortensen, nevndar- limur. Tiltakslimir eru Hjørdis Johansen og Aksel Joensen. Umsitingarleiðari í MáF er Malan Matras Joensen. Birita Mohr er listarligur ráðgevi. Hans Pauli Strøm: Eg gjørdi eitt mistak Atfinningarnar heglaðu niðuryvir Hans Paula Strøm í tinginum mikudagin, men sjálvur vil hann bara viðganga eitt mistak Norrønur umsitara- fundur í Føroyum C M Y K 9 8