fríggjadagur 29. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 207 - 29. oktober 2004
Nr. 207 - 29. oktober 2004
11
Sunnudagin verður politiskur veljarafundur hildin í sam-
komuni Filadelfia, har umboð fyri allar flokkarnar verða
við. Hetta tiltak er áhugavert og ger tað einki, um politikk-
ur verður diskuteraður úti í samfelagnum íroknað sam-
komum. Politikkur viðkemur øllum og skal tí sjálvandi
kunna verða viðgjørdur allastaðni.
Fyri tí um tað er í lagi, at politikkur kemur inn í sam-
komur, so er tað øvugta ikki galdandi. Religión og
politikkur eiga ikki at tvinnast beinleiðis saman. Harfyri
er ikki sagt, at religión ikki hevur ávirkan á politikk. Vit
hava eina mentan, ið byggir á kristna siðalæru og hvør
einstakur tinglimur hevur eina barlast, ið er úrslit av
uppaling og umhvørvi annars, og hevur henda barlast
sjálvandi stóra ávirkan á, hvusuu viðkomandi disponerar.
Tá vit siga, at politikkur og religión ikki eiga at tvinnast
beinleiðis saman, so meina vit, at tá ein tinglimur trínir
inn um tinggátt, so eru tað tær demokratisku spæliregl-
arnar, ið galda og ikki átrúnaðarligar spælireglar. Átrún-
aðarlig dogma hoyra ikki heima sum grundarlag í einum
upplýstum samfelag í 2004. Lóggáva er fólksins vilji,
óansæð um hesin vilji er í tráð við átrúnaðin ella ikki. Vit
loyva við lóg hjúnaðarskilnað og endurgiftu, hóast onkur
av átrúnaðarligum orsøkum er ímóti. Vit hava eina
útbúgvingarskipan, ið, útyvir bíbliusøgu, lærir næmingar
um hvussu Føroyar vóru til fyri nógvum milliónum árum
síðani úr gosgrýti. Vit læra børn, at dinosaurar hava verið
til og at jørðin er í støðugari broyting tí kontinentalplát-
urnar flyta seg og at evolutión ger seg galdandi í lív-
frøðini. Hetta er, um ikki í andsøgn við, so er tað ikki
strengt í tráð við tað, ið átrúnaður lærir okkum. Hetta vísir
seg at rigga fínt. Átrúnaður trívist væl, hóast skúlaverkið
ikki verður stýrt av átrúnaðarligum dogmum. Tað stendur
einum og hvørjum frítt at trúgva tað ein vil í hesum landi,
men tað stendur eisini einum og hvørjum frítt at ynskja
lóggávu, ið er grundað á mannarættindi og annað enn tað
religiøsa.
Soleiðis eigur tað at verða. Frælsi at trúgva og halda tað,
ein vil, er grundleggjandi í hesum samfelagnum. Ávarast
má ímóti at man innanfyri tinggátt fer móti tí teokratiska
heldur enn tí demokratiska.
Øll hava eina meining um Ísrael. Staturin hevur sítt
eksistensberættigilsi av nógvum orsøkum og eigur sjálv-
andi eins og onnur lond at hava lív lagað í frið og náðum,
men ikki tí at Gud sigur, hann skal verða har. Hetta
argument er ikki gott nokk í einari demokratiskari skipan
og tað er heldur ikki gott nokk at halda blint við øllum ein
partur ger, tí tey eru Guds útvaldu. Eitt talibanstýri, sum
vit sóu tað í Afghanistan hoyrir ikki heima í einum demo-
kratiskum heimi. Eitt prestastýri ella eitt stýri, har trúar-
setningar heldur enn argument ráða, eru av tí ringa,
óansæð, um talan er um Iran ella um hvussu man
argumenterar út frá gamla testamenti um deyðadóm í
bíbliubeltinum í USA.
Nógvar átrúnaðarligar livireglar eru grundleggjandi og
lættar at argumentera fyri, sosum tey flestu av tíggju
boðunum, men alt má kunna diskuterast, tí at argumentið
"tað er Guds vilji" hoyrir ikki heima í einum demo-
kratiskum parlamenti í 2004, hóast man heima hjá sær
sjálvum ella í samkomum kann halda og gera tað ein vil,
so leingi tað er í tráð við landsins demokratiskt avgjørdu
lógum. Sosialurin vil fegin leggja pláss til eitt breitt og
víðari orðaskifti um hetta í komandi Tinghellum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Politikkur og religión
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Sørensen
Listi C
Hesi seinastu 3 árini er mín
áhugi innan kappróðrar-
felagið FSR bara øktur og
stórtrívist eg har. Vit í
nevndini hava samráðst við
kommununa um eitt nýtt
neyst, tí vit meta, at komm-
unan
hevur
forkomið
okkum framtíðarmøguleik-
arnar har. Mín dreymur er
fyrst og fremst, at FSR
aftur skal teljast millum tey
sterkastu kappróðrarfeløg-
ini í Føroyum. Hetta kann
gerast við, at vit m.a.
byggja eitt mentanarhús,
har FSR hevur alla ta nið-
astu hæddina fyri seg til sítt
virksemið, og ovara hæddin
kundi verið nýtt til ung-
dómin o.a.; her hugsi eg
serliga um bólkin 18 ár og
yngri. Tað skal ikki vera
nøkur loyna, at eg eri ikki
glaður fyri tey tilhaldstøð,
sum ungdómurin nú heldur
til (tey hava nevniliga
einki). Eitt sovorði hús
kostar ikki kommununi
nógv við teimum fíggingar-
møguleikum, sum vit áður
hava víst á. Vit kunnu fáa
upp til ein triðing av stuðli
úr Føroya Mentanargrunni
og so kunnu kommunan og
FSR átaka sær restina av
kostnaðinum. Hetta hevði
frøtt tey, sum eru yvir 18 ár,
so tey kundu havt TB-húsið
fyri seg (aldursmark). Tey
yngru høvdu sostatt kunn-
að hugnað sær í hesum
nýggja húsi, har alkohol-
nýtsla bleiv totalt bannað.
Kappróðrarfelagið
tekur
gleðiliga ímóti hesum ung-
dómi. Eisini kundi hetta
hús verðið brúkt bæði til
mentanartiltøk, pension-
istafeløg, dansifeløg og
nógv annað. Húsið kundi
staðið við síðunar av Poul
Hansen, heilsøluni, har
veldigir møguleikar eru.
Hetta er mín stóri dreymur,
sum eg vóni gongur upp,
um eg so komi í býðráðið
ella ikki. Omanfyri nevnda,
og framtíðina hjá ungdóm-
inum annars, kann einans
tú, sum fert á val 9. nov, av-
gera. Gott val.
Til ungdómin á Tvøroyri
VAL04
Jói Winther
Valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Tórshavnar
kommunu
Her eru nakað sum má
gerast sum skjótast.
Vegurin oman til stu-
dentaskúlan er ein deyðs-
fella og má breiðkast í
stundini.
Økið við fótbóltsvøllin á
Argjum má gerast, so tað er
klárt hjá AB at koma í 1.
deild.
Flakavirkið í Nólsoy má í
gongd aftur, og alt má
gerast fyri at stuðla teimum
í vilja í gongd har.
Gamlarætt má gerast
liðug, so at smábátar úr
Velbastað, Kirkjubø og
Hesti kunnu leggjast har.
Fleiri bátapláss mugu
gerast í Kollafirði.
Útstykking av grund-
økjum í Kollafirði má set-
ast í verk beinanvegin.
Setast mugu ruskkon-
teynarar á keiøkini, so einki
rusk verður koyrt á sjógv.
Ruskstøðin skal altíð
verða opin fyri borgarun-
um.
Kommunan fyri øll
VAL04
Rubek Lilaa
Valevni Tjóðveldisflokksins
til býráðsvalið
Eftir fýra ára hugsjónar-
loysi og matadorpolitikk er
tíðin komin, har umhvørvið
aftur verður sett á skránna.
Tað sum serliga fellur í
eyguni og í nøsina, er Vest-
aravág.
Og tað er ikki hissini
lívfrøðiligt
margfaldni,
sum kann upplivast har.
Satt at siga eitt eksotiskt
blómandi hav, av oljublett-
um, plastposum, hegnisliga
kryddað við mannatrekki.
Vit muga tíverri bert
staðfesta, at tey sum hava
stjórnað býnum tey sein-
astu árini, hava tilvitað sett
kikaran í deyva oyrað og
‘’beklagiliga’’ valt at síggja
burtur
frá
umhvørvis-
trupulleikanum.
Um tú letur mær álitið 9
november, farið eg til verka
á umhvørvisøkinum alt fyri
eitt. Ásannandi at um-
hvørvið er ein týðandi part-
ur av einum sunnum og
mennandi samfelagi. Sum
tú og E skulla liva í.
Havnin skal svína
VAL04
Meta C. Palle
Um tú ert í iva, so stilli
eg upp fyri Javnaðar-
flokkin.
Men fyri meg er
umráðandi, serliga nú
kommunan er blivin so
stór, at allir teir valdu
limirnir fáa loyvi at
arbeiða við borgara-
politikki. Vit stilla øll
upp fyri at gera okkara
besta.
So fyri meg er tann
besta loysnin, at øll
arbeiða saman fyri at fáa
eina góða kommunu.
Men tað krevur ný-
hugsan og dirvi.
X við lista C.
Leila Lisberg
Valevni fyri Javnaðarflokkin
til býráðsvalið í Vági
Vit skulu eitast at liva í ein-
um demokratiskum landi.
Er kommunalpolitikkurin í
Vágs Kommunu demokrat-
iskur? Heldur man tað vera
vinar- og kenningapoli-
tikkurin, sum hevur gjørt
seg galdandi í Vágs Komm-
unu alt, alt ov longi, men
nú er tíðin komin til at fáa
broytingar í lag. Allir borg-
arar í eini kommunu mugu
hava eins rættindi, bæði tá
tað snír seg um arbeiði og
um byggiloyvir. Og tá
kommunan skal taka støðu
til stór mál, sum t.d málið
um ellisheimið og mið-
námsskúlan, so eigur borg-
arin eisini at hava rætt til at
blíva hoyrdur.
Viðvíkjandi uppstilling
til kommunuval. Tað er ikki
rættvíst, at tað verður upp-
stillað politiskt til eitt
kommunuval, hetta bara
skapar
klandur
ímillin
høgru og vinstru. Valið
hevði verið nógv meira
rættvíst og demokratiskt
um tað ikki var polittiskt.
Vónandi fer komandi býráð
at fáa hetta broytt.
Onnur
tídningarmikil
mál ið komandi kommuna
má taka hond um:
- Syrgja fyri at ellisheim-
ið verður bygt, so tey
gomlu ikki skulu vera
noydd til at fara av bygdini;
og samstundis fáa vit nøkur
hart tiltrongdarbeiðspláss.
Hvar í bygdini ellisheimið
verður bygt, og hvar mið-
námsskúlin skal vera, eru
tvey heilt ymisk mál, sum
ongantíð burdu verið sam-
anblandað, men tað blivu
tey, og nú stendur tað upp
til kommununa at finna
útav, um ellisheimið skal
liggja vesturi við vatnið,
ella onkra aðrastaðni í
bygdini. Kommunan skal
bara syrgja fyri at tað verð-
ur bygt, og tað skjótt eisini.
- Fáa skil uppá hvar
bygdarmarkið er, soleiðis at
eisini teir borgarar, sum
búgva í útjaðaranum av
bygdini, skulu fáa somu
sømdir sum hinir borgarar-
nir. Her hugsi eg serstak-
liga um økini inni í Líðini
og úti á Marknoyri. Hesi
øki liggja við landsveg, og
tí kann kommunan snúgva
sær
undan
ábyrgd,
tá
trupulleikar uppstanda á
hesum økjum. Vit sum
búgva í útjaðaranum gjalda
sama kommunuskatt sum
hini, og eiga at hava somu
rættindi.
- Drekkivatnið. Ein so
stór kommuna sum Vágs
Kommuna,
við
hægsta
skattaprosenti í landinum,
eigur at hava reint drekki-
vatn at bjóða borgarunum.
- Økið við skúlan. Tað er
beinleiðis vandamikið hjá
smáum børnum at ferðast
einsamøll til og frá skúla.
Hetta má broytast og fáa
skil uppá, áðrenn ein álv-
arslig vannlukka hendur.
- Og til síðst, men ikki
minst, vinnulívið. Familju-
trivnaður og vinnulív eru
tvey hugtøk sum eru tengd
hvørt at øðrum, og eitt er
víst, at skulu ungar barna-
familjur hava lívið laga í
Vágs Kommunu í fram-
tíðini, so má okkurt gerast á
hesum øki. Kommunan má
vera við til at skapa, og
vera við til at stuðla feløg-
um og einstaklingum, við
at fara undir nakað nýtt. Vit
hava enn mest framkomna
flakavirkið
í
landinum
liggjandi stilt. Vit mugu og
skulu hava hetta í gongd
aftur!
Um Suðuroyggin skal
kunna koma uppundan
aftur, mugu allar bygdirnar
í oynni standa meira saman.
Gamalt nag má fáast burt-
ur, tí vit koma ongan veg
við at klandrast og øvunda
hvørjum øðrum.
Gott val.
VIÐMERKINGAR
Broytingar eru hart tiltrongdar
í Vágs Kommunu
Robert Vilhelmsen
Valevni Javnarðarfloksins -
listi C
Fyri skjótt 60 árum síðani
tóku nakrar eldsálir seg
saman og stovnaðu ítrótta-
felagið "Bragdið" - felag
fyri frælsa ítrótt í Havn.
Hesar eldsálir høvdu eina
bjarta vón um, at frælsa
ítróttin hevði eina framtíð í
kommununi. Teirra fyrsta
og størsta avbjóðing var at
útvega eitt hóskandi øki til
frælsu ítróttina - nú umleið
60 ár seinni er støðan júst
tann sama.
Tað vóru fimleikarar,
sum tóku stig til at fara
undir frælsar ítróttir í Havn.
Skjótt vóru teir í gongd við
nógvum fjølbroyttum ítrótt-
argreinum innan frælsa
ítrótt og savnaðu fleiri
hundrað
áskoðarar
í
Gundadali, har felagið eis-
ini bygdi síni egnu felags-
hús og stríddist fyri sínum
tørvi á økinum. Vegna vant-
andi umstøður til venjingar
minkaði virksemið so líð-
andi og lá heilt stilt í styttri
og longri tíðarskeið.
Frælsa ítróttin blómar
aftur, fýra feløg eru kring
landið og skipað verður fyri
kappingum allar árstíðir.
Luttikið verður í kapping-
um uttanlands bæði við
ungdómi
og
vaksnum.
Størstu tiltøkini eru Flagg-
dagsrenningin, Tórshavn
Marathon, Ólavsøkurenn-
ingin og nú til seinast eisini
Fólkaheilsurenningin. Lut-
tøkutalið hevur sett met
hvørja ferð við upp til
umleið 700 luttakarum og
minst líka nógvum áskoð-
arum.
Bragdið hevur sett ein
ungdómsvenjara og stórur
áhugi er fyri hesum, men á
einum øki er ongin broyt-
ing í mun til 1947 - álitið er
framvegis fótbóltsvøllurin í
Gundadali.
Skulu Føroyar gera seg
galdandi í altjóða høpi, og
tað kunnu vit, er neyðugt
við munandi betri umstøð-
um og eitt stadion til
frælsar ítróttir er loysnin.
Hetta vil verða til stóran
gagn og mennandi fyri
flestu ítróttarfeløg, skúlar,
ungdómsarbeiði og mo-
tionistar.
Vend má koma í, meðan
vit enn hava eldsálir sum
stríðast og enn síggja ein
møguleika fyri framman.
Við tínum stuðli og at-
kvøðu fer hetta at verða eitt
av mínum fremstu málum
at fremja í Tórshavnar
kommunu.
Skulu frælsar ítróttir hava
mønustingin - ella?
VAL04
Ein góð kommuna
VAL04
Birgir Sondum
Valevni á lista C
Las í Sosialinum, at
Starvsmannafelagið nú
hevur uppgivið at sam-
ráðast við býráðið, fe-
lagið sær seg nú noytt at
stevna býráðnum.
Hetta
hevur
verið
skilið tey seinastu 4
árini. Býráðið hevur tapt
fleiri skir og verið noytt
at rinda stór endurgjøld.
Tað eru ikki smápengar,
men tøl í 100.000 kr.
klassanum.
Okkara
skattakrónur, tær kundu
farið betur.
Býráðssamgongan
seinastu 4 árini virðir
ikki síni egnu starvsfólk.
Arbeiðsfólk
verða
løgd undir at skulka frá
arbeiði, tá tey fara at
fylgja líki, ella skulu til
lækna.
Hetta má steðgast og
álitið endurreisast.
Stevning
VAL04
Svenning Borg
Vágur
Nær ætla tygum, sum
hægsti myndugleiki í Før-
oyum á vinnuøkinum, at
Vágbingar skulu sleppa aft-
ur til arbeiðis á flakavirkin-
um her?
Framtaksgrunnurin hevur
lagt sína køvandi hond yvir
flakavirkið og harvið verð-
ur tað. Er ikki tíð uppá at
purra út í Framtaksgrunnin-
um ella at skifta manning-
ina út? Tygum hava mynd-
ugleikan til at gera tað og
átti tað fyri langari tíð síð-
ani at verið gjørt.
Nú tjóðveldi er fari úr
samgonguni, skuldi kunna
bori til at selt tey flakavirk-
ini, sum ídag standa óvirk-
in, til áhugaðar á staðnum
fyri ein prís,sum flakavirk-
ið kann bera seg fyri, vón-
andi verður tað eitt krav frá
eini komandi, nýggjari bý-
ráðssamgongu her á stað-
num, at antin opnar flaka-
virkið aftur ella verður tað
niðurtikið, so at grundøkið
kann nýtast til annað enda-
mál.
Nú, íð so nógvur fiskur
fer óvirkaður av landinum
av tí,at ov fáir keyparir eru
til fiskin, eigur flakavirkið í
Vági at sleppa í gongd aftur
á privatum hondum so tað
eisini kann verða við í
kappingini um ráfiskin og
at Vágbingar aftur kunnu
fáa eitt virðiligt lív við
einum arbeiði á sama støði
sum aðrir føroyingar.
Sjálvur haldi eg,at vinnu-
málastýrið eigur ein part av
skuldini fyri, at virki í Vági
stendur tomt, flakavirkið
átti ikki at staðið stilt í
meira enn eitt ár so skuldi
tað verið selt áhugaðum, so
at arbeiðsplássi ikki datt
niðurfyri, tað átti vinnu-
málastýrið at kent sær
ábyrgdina av saman við
Vágs býráð, men her hevur
skorta uppá viljan til at
loysa trupulleikan.
Havi
varhugan
av,at
hendan samgongan, sum nú
situr á løgtingi, hevur viljan
til at loysa trupulleikan við
flakavirkjunum og saman
við eini nýggjari býráðs-
samgongu
kann
loysa
trupulleikan við flakavirk-
inum í Vági.
Til Vinnumálaráðharran!
C
M
Y
K
11
10