fríggjadagur 29. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 207 - 29. oktober 2004
Nr. 207 - 29. oktober 2004
13
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Steinfinnur
Mittelstein
Valevni Sambandsfloksins til
Tórshavnar Býráð
Býráðspolitikarar eru farnir
alt ov lætt um byggisam-
tyktir og sølur av ognum, ið
kommunan átti at varðveitt
grønar.
Tað er neyðugt at hugsa
seg um, tá størri avgerðir
skula takast, soleiðis er í
øllum lívsins viðurskiftum.
Eisnini kommunan skal
hugsa seg um, og hava eina
ætlan, tá loyvið verða givin
at byggja bygningar á set-
húsaøkir. Eisini er avgjørt
neyðugt, at kommunan við-
gerð og metir um, tá
kommunan skal selja økir
sum liggja í miðbýinum.
Seinastu árini hava vit, alt
ov ofta, verið vitnið til óskil
á økinum. Ein hevur tað
fatan, at ongin skipað
mannagongd er, og tí vísir
tað seg at vera alt ov til-
vildarligt. Her eigur at
verða gjørdar púra greiðar
reglar, so tann sum skal
byggja, veit akkurát hvat
hann kann gera við ognina.
Tíverri hava vit seinastu
árini verið vitni til, at alt ov
nógv "grøn" økir í býnum
verða seld til sethúsabygg-
ing. Tað er harmiligt t.d. at
síggja ognina hjá Torvaldi
Poulsen á R.C. Effersøes-
gøtu (lýkt einum spøkilsis-
húsið), liggja sum ein
skomm fyri kommuna og
stóran ampa fyri grannar-
nar. Hesin hugnaligi gartn-
arin, læt alla sína ogn og
pening til at stuðla ungum
listarfólkum í Føroyum.
Hevur hann ikki betur uppi-
borið ??
Vøkur rundkoyring er
gjørd uttan fyri SMS, og
partur av trøðunum, sum tá
stóðu í garðinum hjá Tor-
valdi, prýða nú økið. Men
so er tað restin av grund-
økinum, har húsini standa.
Húsini eru sanniliga ikki
nakað prýði fyri býin,
tvørtur ímóti.
Hví skuldi kommunan
selja økið — Ótrúligt og
óskiljandi!!
Hví bleiv húsið ikki tikið
niður saman við drívhús-
unum, økið fríðka, ein
minnisvarði settur eftir
hendan mentamann, og so
kundi økið verði nýtt til
mentunarliga endamál, til
gangs fyri allar borgarar-
nar.
Kommunan eigur alt fyri
eitt, at viðganga mistakið,
taka upp samráðingar við
eigaran, og fáa fatur á
økinum aftur. Síðan skal
gerast ein ætlan fyri økið,
so hettar kemur øllum
borgarunum í býnum til-
góðar, og Torvaldi Poulsen
til heiðurs — tað hevur
hann uppborið.
Hetta vil eg arbeiða fyri.
Marni Olsen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tvøroyrar býráð
Sí www.suduroy.nu
At bjóða seg fram, sum
valevni
til
komandi
býráðsval er ikki lætt, tí
tað eru so nógv ymisk
viðurskifti, ein eigur at
hugsa um. Tá talan er
um
samfelagsviður-
skifti, má man vita, at
raðfestir man eitt øki
høgt, er avleiðingin, at
eitt annað øki kann blíva
fyri vanbýti. Tí er um-
ráðandi at tær raðfest-
ingarnar, sum verða
gjørdar, eru væl um-
hugsaðar. Fráflytan og
ørkymlan hevur higartil
verið ein alt ov stórur
partur av gerandisdeg-
num á Tvøroyri. Tað er
eitt týðiligt tekin um, at
trivnaðurin ikki er í lagi
á plássinum. Og hvat er
so trivnaður? Í mínum
hugaheimi er tað millum
annað:
• at fólk hava eitt trygt
arbeiði
• at børnini ikki eru í
vanda í ferðsluni
• at ungdómurin hevur
tryggar
karmar
at
virka og mennast und-
ir í frítíðini
• samstarv
Um vit taka arbeiði
fyrst, so er ein stórur
trupulleiki hjá teimum,
sum flyta til Tvøroyrar,
at lítið og onki arbeiði er
at fáa, serliga til kvinn-
ur. Hetta er ein stórur
trupuleiki,
sum
eitt
komandi býráð má rað-
festa høgt at fáa loyst. Tí
má alt gerast, fyri at
betra um vinnumøgu-
leikarnar, bæði innanfyri
tað privata og tað al-
menna.
Ungdómurin á Tvør-
oyri hevur sera ringar
umstøður fyri at virka
og mennast. Tí er um-
ráðandi at fáa skapt
tryggar, spennandi og
mennandi karmar, fyri
einum
ungdómsum-
hvørvi her á Tvøroyri.
Tildømis við at fáa nýtt
gomlu
heilsøluna
á
Hvítanesi, til okkurt,
sum líkist Margarin-
fabrikkini
í
Havn.
Møguleikin fyri at tey
ungu venda aftur til
Tvøroyrar eftir lokna út-
búgving, er nógv størri,
um tey hava góð minnir
frá teirra ungdómstíð á
Tvøroyri.
Børn og vaksin til
gongu ella á súkklu, eru
í sera stórum vanda á
vegunum á Tvøroyri.
Gongubreytir eru ongar
í stórum parti av býnum,
umframt at als onki er,
sum forðar skilaleysu
koyringini, sum vit alt
ov ofta eru vitni til. Tí er
neyðugt at fáa hesi við-
urskifti í rættlag.
Vit borgarar á Tvør-
oyri hava ofta eina
kenslu av, at gingið
verður í fleiri bólkum
her á staðnum. Neyðugt
er, at komandi býráðs-
limir eru førir fyri, at
ganga undan í sam-
starvi, til tess, at savna
allar góðar kreftir, Tvør-
oyri at frama. Líka so
neyðugt er, at samstarv-
ið við Landsins mynd-
ugleikar er betri, enn vit
ofta hava varhugan av, at
tað er. Býráðið eigur,
bara, at seta seg inn í,
hvørjar lógir og reglur,
eru galdandi á ymisku
økjunum. Ongin grund
er til, at brúka tíð og
orku hjá býráðnum, til at
stríðast við myndugleik-
arnar, sum vit sóu tað í
málinum um frítíðar-
skúlan.
Hesi mál eru so nøkur
teirra, sum takast mugu
upp, til tess at betra um
trivnaðin á Tvøroyri.
Nógv onnur mál eru eis-
ini at tríva í, og uppaftur
onnur fara at koma fram.
Tí er neyðugt, at verða
fleksibul, og kunna seta
seg inn øll mál, stór og
smá, tora at hugsa
ótraditonelt, og síggja
møguleikar, tá nýggjar
støður stinga seg upp.
Hvussu við
trivnaðinum ?
VIÐMERKINGAR
Annfinn Brekkstein
valevni fyri sambandsflokkin
til býráðsvali í Havnar
Kommunu.
Skal bíðilistin í til ellis- og
Røktarheim burtur er tíðin
komin at viðgera, um tað
ikki er gongd leið við einari
økislóg fyri eldraøkið Tórs-
havnar Kommunu. Við eini
økislóg fáa vit eitt greitt
ábyrdarbýti millum land og
kommunu.
Verður eldraøkið komm-
unalt kann kommunan tá
sjálv loysa uppgávurnar á
eldraøkinum. Tá er tað
kommunan einasmøll, sum
hevur ábyrgdina av at út-
vega nokk av ellis- og
røktarheimplássum
í
kommununi. Tá er tað ein
prioritering og raðfesting
hjá kommununi hvussu
skjótt hon vil hava biði-
listan burtur.
Vit kunna ikki longur
bíða eftir at eldraøkið, sum
er ein landsuppgáva verður
loyst av landsmyndugleik-
unum. Nógvar kommunur
eru ikki nóg stórar at loysa
uppgáur, á eldraøkinum.
Vit í Tórshavanr kommunu
kunna ikki bíða eftir minsta
felagsnevnara og lands-
myndugleikunum.
Tað
gongur út yvir okkara eldru
tað kunna vit ikki bjóða
teimun.
Tórshavnar Kommuna og
aðrar kommunur hava víst í
verki, at eitt nú tá barna-
ansingin bleiv løgd út til
kommunurnar at umsita,
megnaðu tær uppgávurnar.
Í Tórshavnar Kommunu er
tørvurin á ansingarplássum
nærum nøktaður.
Mín sannføring er at
eldraøkið má umsitast í
størri kommunalum eind-
um, um tað skal umsitast á
ein nøktandi hátt. Í Tórs-
havnar kommunu búgva
uml. 19.000 hettar er næst-
an helvtina av føroyingum.
Tí er tað neyðugt at komm-
unan sjálv fær ábyrgdinia
av eldraøkinum. Øll í
kommununi, sum hava
brúk fyri ellis- og røktar-
heimsplássi, skulu hava eitt
ávíst og rættvíst tænastu-
støði. Hettar er einki meira
enn ein sjálvfylgja í 2004.
Skulu vit hava bíðilistan
burtur í Tórshavanr komm-
unu er neyðugt at eldraøkið
verður kommunalt. Komm-
unan
hevur
fíggjarliga
grundarlagið í lagi og kann
kommunan sjálv loysa upp-
gávuna.
Hesum vil eg sum val-
evni til arbeiða miðvíst
fyri.
Mín áskoðan er tann, at
eldraøkið verður betur og
bíligari umsitið, um tað
verður lagt út til kommun-
urnar at umsita.
Johan Mortensen
Valevni Tjóðveldisfloksins til
Býráðið
Í ár komu 47 ferðamanna-
skip á Havnina við yvir
20.000 ferðafólkum Alt
gekk væl. Tey sum eiga
heiðurin er tað sera pro-
fessionella liðið í Havn av
loðsum, bryggjufólki, toll-
arum, løgreglufólki, lækn-
um, sjúkrasystrum, tann-
læknum, bankum, buss-
førarum og ferðaleiðarum,
Sjálvur umboði eg fleiri
av hesum skipum. Vit skulu
hava nógv fleiri skip á
Havnina í komandi árum
og handilslívið í Havn skal
fáa meira pening burturúr
cruise-vinnuni.
Vit eru kortini pro-
fessionel í Tórshavn, yes sir
!!
VAL04
Teir grønu blettirnir skulu varðveitast
VAL04
Bíðilistin til ellis- og røktarheimpláss skal burtur
VAL04
Professionella Havnin í Tórshavn
VAL04
Edmund Joensen
Takk fyri svarið og frá-
greiðingina um orðsøkina
til at føroyingar ikki koma
at taka lut í stóra ídnaðar-
og søluframtakinum í sam-
bandi við at hennara hátign
Margreta Drotning vitjar
Japan i november mánaða
komandi.
Løgmaður tykist verað
væl nøgdur við sína egnu
handfaring av innbjóðing-
ini og úrslitið av hesi hand-
faring.
Sum skilst á svarinum frá
Løgmanni er høvuðsorsøk-
in til at eingin fer til Japans
henda: Landstýrismenn og
vinnulívsmenn hava svara
løgmanni, at "ongi ítøkilig
áhugamál eru í Japan í
løtuni". Hetta var svarið
frá teimum sum hava
ábyrgd av landsins stýri og
av vinnuni í Føroyum.
Hevur nakar hoyrt so
skapt? Japan, landið sum
flýtur í mjólk og hunangi.
Har búgva 127 millónir
fólk. Landið er førandi tá
ið um framburð og menn-
ing ræður. Talan er um
næsstørsta
búskapin
í
heiminum
og
størstu
valutagoysluna í heiminum.
Landstýrið og vinnan svara
løgmanni stutt og greitt!
"ongi ítøkilig áhugamál í
løtuni". Og løgmaður er
væl nøgdur. Sigur hetta
ikki meira um okkara støði
á politiska økinum, á
vinnuliga økinum og á
menningarliga økinum enn
ein kann lýsa við vanligum
orðum?.
Tá ið eg las svarið frá
løgmanni, rann mær í huga
gomlu søguna um sølu-
mennirnar á sinni, sum
sendir vórðu til Afrika at
selja skógvar. Seljarirnir
báðir, sum hvør í sínum
lagi mettu um marknaðin á
staðnum,
telegraferaðu
heim til skógvaverk-smiðj-
una í Evropa. Annar segði,
at í Afrika var ongin
skógvamarknaður, tí her
brúkti ongin skógvar. Hin
seljarin telegraferaði al-
goystur heim, at her var
stórur og nærum óendiligur
marknaður fyri skógvar, tí
øll gingu berfótt, øllum
afrikanarum tørvaði skógv-
ar. Tað ráddi um at fáa ferð
á framleiðsluna har heima
— ongantíð ov skjótt.
"Ongi ítøkilig áhuga-
mál eru í Japan í løtuni".
Tá í ein lesur hesa fráboðan
til løgmann kennist tað
næstan sum ein hoyrir
ekkóið frá tí fyrrnevnda
skógvasølumanninum.
Ongin tørvur á skóm til
nógvar milliónir av berføtt-
um. Mítt svar er, at tað velst
altíð um eyguni sum síggja,
soleiðis eisini við japanska
marknaðinum og við ja-
panska
samfelagnum
í
heila tikið.
Alt byrjar jú við at sam-
bond verða stovnað, sum so
aftur eru fremjandi fyri
samvinnu og samhandil.
Tað er sera umráðandi alla
tíðina at víðka um sjónar-
ringin. Somuleiðis er tað
eisini sera umráðandi at
brúka møguleikan tá íð
høvið bíðst fyri at læra av
øðrum.
Læt meg eisini minna á,
at tað mær vitandi er løg-
maður sjálvur sum fær
innbjóðingina at verað við
á drotningavitjanini. Tað er
eisini hann sum sjálvur
avgerð um nakað átak skal
gerast Føroya vegna ella
ikki.
Eg skal ikki dylja fyri at
eg er sera keddur av at før-
oyingar ikki brúka slíkar
møguleikar sum hesar.
Er hetta ikki eitt prógv
um tann stóra politiska,
vinnuliga og menningarliga
trupuleikan sum Føroyar
hava.
Rætt skal vera rætt.
Kann verða at ein millum
linjurnar kann skilja á
løgmanni, at hann kortini
ikki er heilt nøgdur við
passivitetin hjá landsstýris-
monnum og vinnu-lívs-
monnum í málinum, og at
hann frá nú av ætlar sær at
takað sakina í størri álvara.
Og tað skal hann hava tøkk
fyri.
P.S. Sjálvur havi eg fingi
bæði skrivligar og munn-
ligar fyrispurningar um
hvussu sleppast kann uppí
part á ætlaða japantúrinum.
Eyðun á Borg
Argir
Kollafjørður, Kaldbak,
Hoyvík, Tórshavn og
Velbastaður: Til lukku við
tykkara skúlabygging!
Kollafjørður og Hoyvík:
Til lukku við tykkara halla-
bygging!
Fyri nøkrum árum síðani
vóru vit á Argjum nr. 2 í
skúlabyggingarraðnum!
Hví vit vórðu koyrd aftur-
um og ikki verða tikin upp
á tungu nú, dugir kanska
onkur býráðspolitikari ella
-valevni at greiða okkum
frá!?!
Men tolin trívst! Vit á
Argjum ugga okkum við, at
tá øll onnur í kommununi
nú hava fingið sínar skúla-
byggingar, so man okkara
vera rættiliga nær! Eg haldi
meg vita, at ítróttarhøllin á
Argjum eisini er rættiliga
nær!?!
Hugaligt er eisini at vita,
at Tórshavnar kommuna nú
er skuldarleys og hevur
avgreitt
barnaansingar-
tørvin, so pengar tróta ikki!
Argir eru jú staðið!
Ein lítil heilsan til Argja
róðrarfelag og Argja bólt-
felag!
Argjabáturin, Blikur og
Blikur: Hjartaliga til lukku
við teimum glæsiligu før-
oyameistaraheitunum
í
2004! Næstu ferð verður
tað, Lómur!
Argja bóltfelag: Hjarta-
liga til lukku við føroya-
meistarunum! Skjótt koma
menninir upp í 1.deild!
E.S.! Hans Jákup! Takk
fyri tann nýggja argjasang-
in!
Við skúla- og ítróttar-
kvøðu.
Hanne Bille
Kvindeligt Selskab
Færøsk ministerielt ud-
valg skal rådgive gravide
færøske
kvinder
om
abort
Landsstyreformand Hans
Pauli Strøm (SocDem) vil
nedsætte en rådgivnings-
gruppe, der skal rådgive
kvinder, der "overvejer
abort".
Hensigten
med
gruppen er, at "kvinderne
kan få neutral rådgivning
fra en eller flere personer i
gruppen, så de bliver bedre
rustet til at tage en beslut-
ning".
"Fra Kvindeligt Selskab
er vi uforstående over for
den planlagte rådgivnings-
gruppe, for hvordan kan
man blive rådgivet om et
valg, man reelt ikke har.
Der eksisterer jo ikke fri
abort på Færøerne, så
kvinderne kan i praksis kun
vælge mellem ikke at få en
abort og ikke at få en
abort!", siger Hanne Bille,
forkvinde for Kvindeligt
Selskab.
Gruppen skal foruden en
læge, en psykolog og en
socialrådgiver også in-
kludere en "præst".
"Hvad en præst har at
gøre i en rådgivnings-
gruppe, kan vi ikke se, for
det skal jo forestille at være
neutral rådgivning, kvind-
erne skal modtage. Mon
ikke vi alle ved, hvor en
færøsk præst står på dette
område?", siger Hanne
Bille.
"I stedet for at forsøge at
stille både kvindeorganisa-
tioner og religiøse politik-
ere tilfredse burde færing-
erne i stedet ændre lov-
givning, så kvinderne reelt
får et valg. Dette er bare en
skinmanøvre og et forsøg
på at lægge låg på en debat,
der virkelig er brug for på
Færøerne", siger Hanne
Bille.
"Og hvordan vil rådgivn-
ingsgruppen mon stille sig,
hvis kvinden ønsker en
abort? Vil de så rådgive
hende om, hvordan det kan
lade sig gøre – altså at tage
til Danmark?", slutter for-
kvinden der da gerne ser de
færøske politikere bakke op
op Kvindeligt Selskabs
pengeindsamling men ikke
er videre optimistisk efter
reaktionerne fra den fær-
øske elite.
Kvindeligt Selskab ser i
øjeblikket ingen afgørende
forskel på dette forslag og
så forslaget om et abort
"tribunal" fra den funda-
mentalistiske politiker Bill
Justinussen. Læs mere på
www.abortnet.dk
"Det
skylder vi Gud"
For
yderligere
kom-
mentar kontakt : Hanne
Bille, Kvindeligt Selskab,
Tlf. 40581627
Læs også om indsaml-
ingen
til
abortsøgende
færøske
kvinder
på
www.kvindeligtselskab.dk
Abraham Mikladal
Í Dimmalætting 14.
okt. sigur borgarstjór-
in, at býráðsumsitingin
einki hevur at skamm-
ast yvir, eftir at bæði
Innlendismálaráðið,
Løgtingsins Umboðs-
maður og Landsins
býarskipanarnevnd
hvassliga hava átalað
málsviðgerðina
hjá
umsitingini og ógildað
ólógligt byggiloyvi.
Í staðin fyri at viðganga
at grovir feilir eru gjørd-
ir, kanska fyrst og fremst
av teknisku umsitingini
(byggifulltrúanum
/
býarverkfrøðinginum),
men ikki minst av borg-
arstjóranum sjálvum, so
verður alt bara kveistrað
til viks, sum eitt úrslit av
øktum eftirliti.
Borgarstjórin
sigur
m.a. í Dimmu, "at at-
finningarnar
heldur
skulu setast í samband
við økt eftirlit. Tað
verður hildið meira eyga
við kommununum eins
og við t.d. tí, sum lands-
stýrismenninir gera."
Henda grundgevingin
er heilt burturvið. Lat
okkum taka eitt líknilsi:
Peningur verður reglu-
liga stolin í eini fyritøku,
har fleiri fólk starvast. Í
langa tíð er eingin greið-
ur yvir, hvat hendir, tí
tað er leiðslan og partar
av teimum í umsitingini,
sum fremja stuldurin.
Eingin
kunning
um
virksemið hjá leiðsluni
verður latin partaeigar-
unum, og teir fáa og
hava einki innlit. Nevnd-
in í fyritøkuni er vitandi
um at alt ikki gongur
reiðiliga fyri seg, men
velur at stuðla leiðslu og
umsiting.
Men ein dagin leggur
ein av partaeigarunum
til merkis, at okkurt er
sum tað ikki eigur at
vera. Partaeigarin kann-
ar viðurskiftini nærri og
fær vissu fyri, at okkurt
óregluligt gongur fyri
seg. Partaeigarin setur
seg í samband við løg-
regluna, sum skjótt stað-
festir, at leiðslan, saman
við parti av umsitingini
hevur stolið pening úr
fyritøkuni í longri tíð, og
at hetta eri farið framm
við góðkenning og væl-
signilsi frá nevndini.
Leiðslan sigur, at tað
einki hevur upp á seg.
Tað at hava stolið pen-
ingin er einki at skamm-
ast yvir, tí avdúkingin er
bert ein partur av øktum
eftirliti.
Men sig mær - er
ógerðin ikki akkurát líka
stór, um hon verður av-
dúkað ella ikki????
Avleiðingin
fyri
leiðslu og umsiting og
kanska nevndina við,
hevði verið:
• bót ella hefti
• áløgd at rinda fult
endurgjald
og óivað høvdu parta-
eigararnir koyrt nevnd-
ina, leiðslu og umsiting
frá, upp á standandi fót.
So Steinbjørn O. Ja-
cobsen, eg vóni at tyg-
um
skilja
líknilsi.
Tygum átti at "kropið til
krossin" og viðgingið
tygara mistøk. Somu-
leiðis átti tygum at rudd-
að upp í teknisku um-
sitingini.
Og hav í huga, at hetta
er bert toppurin av
ísfjallinum.
Borgarstjórin –
Steinbjørn O. Jacobsen
– avdúkar sín
rangvørga hugburð
VIÐMERKINGAR
Rådgivning om det valg der ikke eksisterer!
Á Argjum nærkast skúlabygging
og ítróttarhøll!!!
Føroya Løgmaður - takk fyri svarið
C
M
Y
K
13
12