Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 15 VIÐMERKINGAR Regin Eikhólm Í Sosialinum 1. okt. 2004 hevur ein málsnillingur at landsstýrismanninum úr Kollafirði, fyri at landsstýr- ismaðurin í eini samrøðu við ein útvarpsmann hevur sagt "upp á sikt" tríggjar/ fýra ferðir. Víst verður til seks navngivnar málsligar mansúrmælingar í Kolla- firði: "Væl vóru teir mæltir, og ongantíð var neyðugt at siga ’ha’, tá teir høvdu sagt tað, ið sigast skuldi." Aldur upp í slíkum umhvørvi átti landsstýrismaðurin at kent seg á málsligum heimabeiti og eigur at leggja sær hetta í geyma, skrivar kendi mál- snillingur. Vit fáa onki at vita um hvat landsstýrismaðurin segði, men bert at tað hann segði var ikki í tráð við sið- bundnan málburð innan fordums eingjagarðar í Kollafirði. Mælt verður til at brúka "sum frá líður" heldur enn "upp á sikt". Annars heldur málsnill- ingurin lítið um málsliga førleikan hjá føroysku po- litikarunum yvirhøvur. Tað kann undra, at ongin fordums vælmæltur kvenn- leggur úr Kollafirði er verdur at taka upp á tungu í hesum sambandi, men kanska er tað so, at vit í Føroyum als ikki hava nakað livandi móðurmál men bert eitt tekniskt mannamál? Stóra immigra- tiónin til USA vísti annars, at har menn fóru einsa- mallir avstað, var hópin truplari at varveita teirra uppruna mál og mentan, enn um kvinnur vóru við í ferðini. Hugflogs-ekvivalent virði Um nú landsstýrismaðurin meinti "upp á sikt", so er tað rætt í sjálvum sær, tí har var ongin tilvísing. Útsøgn- in "sum frá líður" og út- søgnin "upp á sikt" hava ikki hugflogs-ekvivalent virði. Fyrra útsøgnin "sum frá líður" tekur støði í nú’inum og er ætlandi uttan at vera málsøkin, meðan seinna útsøgnin "upp á sikt" er málsøkin uttan at vera bundin at nú’inum, tvs. málið ið siktað verður eftir er at finni frammi í tíðarhorisontinum, og er á hóskandi abstraktiónsstøði hjá einum visionerum politikara, umframt at samtíðarfólk eisini skilja tað, ið landsstýrismaðurin sigur og meinar. At sikta er vælkent før- oyskt fyribrigdi. Siktið situr fremst á byrsumúlan- um og er tað mann meddar við fyri at raka málið. At arbeiða "upp á sikt" er at líta fram í tíðarhorisontin og hava eina málrættaða ætlan uttan neyvari tíðar- binding. Abstraktiónsniveau Tað er ein sannroynd, at statiska bygdamálið hevur lægri abstraktiónsniveau enn dynamiska "ríkismál- ið". Hugsa vit okkum, at landsstýrismaðurin fylgdi áheitanini og málsliga helt seg til fordums heima- beitið, so var hetta eitt stig aftur eftir hali, tí unga ætt- arliðið byggir á herðarnar hjá undanfarna og ein mað- ur, ið ikki er betri enn páp- in, er verri. Einki stendur í stað! Tey ið hava serligan áhuga fyri nostalgiskt bundnum máli kundu eins og í dansifeløgunum íðkað kvæðini, og har notið tað heldur kryptiska samskift- ið, tá tikið verður til úr tí forna: "Hvokkin er hann Grímur á skóg ,..." (Vil- jorm Kornus kvæði ør. 49), ella "Tú skalt ikki Ásbjørn prúða jallin javnt við køttin leggja" (Brúsajøkuls kvæði ør. 68), bert fyri at nevna tvey dømir. Men her eins og við okkara orðatøkum og føstu vendingum er tað ein fyrimunur at kenna heildina fyri at skilja sam- anhangið, tvs. orðingin eig- ur at rætta seg eftir mót- takarabólkinum og ikki umvent, sum vit annars eru so von við í Føroyum! Málførleiki Vit hava øll ein ávísan mál- førleika og tann einstaki sína idiolekt ella eginmál- búna. Málbúnin er ein sam- ansett reflektión av upp- vøkstri, evnum, útbúgving, starvi, áhuga, og tempera- menti, ið skuldi kunna givið okkum ein móður- málsligan samleika við stoltleika, kenslum og upp- livingum. Tíverri endar hesin móðurmálsligi sam- leiki ofta fyri føroyingar, sum eitt slag av "mál- skizofrenum" upplivingum, tí móðurmálið (tosimálið) verður av ráðandi puristum óneyðuga nógv traðkað undir fót, og syndromini kenna vit alt ov væl. Ágangurin og eftirfylgjandi óvissan um móðurmálið hevur verið so stór, at nøk- ur siga seg ikki at duga før- oyskt (móðurmálið) — eitt paradoks í sjálvum sær, meðan onnur leik sum lærd vaksin fólk eru so ósikkur, at tey javnan umbera seg við, at tey noyðast at brúka eitt "fremmandorð". Sum oftast eru hetta tó bert dagligt brúksorð ella hybridorð, sum puristarnir hava lýst í "bann". Men eins og undir inkvisitiónini ynskir fáur at mótmæla her, tí so ert tú antinationalur. Á henda hátt verður málslig happing nationalistiskt rættvísgjørd og er tíverri nógv úbreidd í Føroyum. Ja tað er nærmast vorðið til eina siðvenju at finnast at málforminum sjálvt hjá vaksnum fólki og so annars gloyma bæði innihald og endamál. Størru málini hava fleiri 100.000 orð at velja ímill- um, meðan okkara sagn- orðsríka mál ikki røkkur teimum fyrstu 100.000. Í einum samskifti vil hetta geva okkum eitt reelt undir- skot serliga av teimum meiri abstraktu altjóða orð- unum, sum tí nátúrliga vilja koma yvir í okkara móðurmál í tann mun brúk er fyri teimum. Orðaval Eivind Weihe, málfrøðing- ur, upplýsir, at í dagligari talu brúka tey rímiliga mæltu um 2000 til 3000 ymisk orð, og at mong klára seg við minni enn 1000. W. Shakespeare (1564-16169) brúkti um 15.000 ymisk orð í sínum verkum. Orðavalið hjá teimum gomlu var nøktandi til teirra heimabeiti, men vit kunnu ikki málsliga nostalgiskt beinskerja ung- dómin, so hann ikki kann flúgva út um eingja-garð- arnar. Nútíðarkrøvini til vælútbúna føroyingin í ábyrgdafullum starvið setir heilt onnur krøv til orðaval, abstraktiónsniveau og málsligan førleika annars. Globala samskiftið smittar málsliga av upp á okkum, og tað uttan mun til um lániorðið kemur úr Dan- mark ella Kina. Innlænt orð ella hugtøk verða snikkað til, so tey eisini við teirra hugflogsekvivalenta virði hóska til føroyska málið og harvið kunnu gerast virði- ligir javningar, eins og inn- lænt blóð og mentan. Tórur Jóansson, málfrøð- ingur, vísir í lærdu ritgerð- ini "English loanwords in Faroese", (Fannir 1997) á, at eitt samskifti hevur tað við at leggja orð eftir seg. Vit hava góðar royndir við innlánum av øllum handan slagi: Átrúnaðin lántu vit úr Miðeystri, bók- stavirnar úr latíni og tølini úr Arabia, sum framman- undan høvdu tey úr India o.s.fr. Spurningurin er so, um orð og orðasamansetingar eftir akklimatisering ikki eiga at missa lániheitið, og gerast føroysk burturav, tí annars er allur heimurin upp á lán hjá hvørjum øðrum. Neyðug tillaging Í plantu- og djóraheiminum tosa vit um mutatiónir tá skjótar broytingar (tillag- ingar) henda í arvaegin- leikunum. Føroyska málið hevur eisini tørv á tillag- ingum, men purisman í nostalgiskum hami hevur higartil í ov stóran mun darvað teimum neyðugu til- lagingum til eitt tíðarhósk- andi føroyskt brúksmál, og tí kunnu politikarar og onnur, sum fáast við annað enn "søguliga nútíð", við- hvørt hava eina kenslu av at vera í eini málsligari spennitroyggju, ið ikki gevur teirra samtíð neyðugt málsligt spælirúm, og tí verður kanska málið har- eftir. Tó treyðugt so okkurt duga teir, tí tøgn kemur ikki inn á ting, søgdu teir gomlu! Nútíðar ekstensialiski hugsunarhátturin við sínum funktionalistiska stíli brúk- ar breiðband, og tekur støðu út frá sær sjálvum. Hetta ger at málbúnin hjá tí einstaka umboðar ein skjótan, óbundnan og frælsari stíl, har málsliga referensuramman er flutt út um teir gomlu eingjagarð- arnar og verður varisliga globaliserað. Málsliga klyvjarossið er at finna undir søguliga yvirlitinum. Føroyska málið skal vera ein viðkomandi og frælsur samskiftismiðil fyri øll — leik sum lærd Alt ov ofta er tað mál- formurin og ikki inni- haldið, sum er til umrøðu í føroysku debattini, men innihaldið og ikki mál- formurin eigur at vera avgerandi, um vit ynskja at menna okkum á økinum. Aktiva føroyska málið skal vera ein viðkomandi og frælsur samskiftismiðil fyri øll, ið brúka málið, og ikki ein puristisk pyntidukka sum kvøður nostalgisk harmaljóð! Enn eru knotur í føroyskum kongum, og hóast ávaringar um málsligt fall so eru ongi tekin í sól og mána um, at føroyska málið upp á sikt - rennur upp á slokk. Nostalgisk harmaljóð -rennur føroyska málið upp á slokk - upp á sikt ? Finnur Helmsdal løgtingsmaður Formaðurin í Kvinnufe- lagnum, Bergtóra Han- usardóttir, segði við Út- varpið, at mannligir løgtingslimir ikki eru áhugaðir at viðgera spurningin um fostur- tøku. Hon vísti á, at Annita á Fríðriksmørk hevði sett fyrispurning um fosturtøku í løgting- inum, og at bert tríggir menn høvdu tikið orðið í tí sambandinum. Allir tríggir, tí teir eru ímóti fosturtøkum. Tað er nú eina ferð siðvenja, at tá tingfólk seta fram munnligar fyrispurn- ingar, so fara partamenn ikki kropp á kroppi um og yvirbjóða spyrjaran. Annars viðgjørdu Bergtóra og Útvarpið eisini ætlanir landsstýr- ismansins, um at seta á stovn ráðgevingarbólk til kvinnur, sum eru við barn. Kann upplýsa fyri Bergtóru Hanusardóttir, at tilmæli um slíkan ráð- gevingarbólk varð sett fram í tinginum 1999, og vóru tað menn, sum tóku stig til hetta. Upp- skotið varð endurtikið 2001, eisini av monnum. Sjálvur skrivaði eg grein í Dimmalætting í fjør um fosturtøkuspurning- in, í hesi grein vísti eg á tað neyðuga í at hava slíkan ráðgevingarbólk. Men tað tykist, sum hava útmeldingar frá monnum um slík viður- skifti als ongan áhuga. Hvørki Kvinnufeløg ella tíðindafólk leggja til merkis, um menn hava eina hugsan um slík virðir. Ikki uttan so, at hesar hugsanir eru "skeivar" so ella so. Tað tykist, sum hava kvinnufeløg og tíðindafólk (lesið kanska kvinnulig tíðindafólk) bert áhuga fyri úttalilsi frá monnum um slík viðurskifti, um hesi bera á "skeiva" bógvin. Siga menn tað rætta um fosturtøku og annað, so eru teir als ikki áhugaverdir, als ikki til. Tað eru bara kvinnur, sum eru førar fyri at siga tey "røttu" tingini. Tað er í fínasta lagi, at menn eru fyri atfinningum, og eg skilji eisini væl, at kvinnur fylkjast til tess at vinna munandi størri land. Men tað er sanniliga ikki í lagi, tá formaðurin í Kvinnufelganum sleingir slíkar ósakligar og beinleiðis skeivar atfinningar út um landið. Ósakligar atfinningar HUGLEIÐINGAR Karl Anton Klein Art leiðari, tónlistamaður Margarinfabrikkin Margarinfabrikkin byrjaði sum ein neyðloysn. Í byrj- unar og mið nítiárunum, vóru trupuleikar við ungum fólkum sum gingu úti á gøtunum. Og summi av hesum gjørdu fortreð og herverk. Hetta var sjálvandi eitt problem, bæði hjá politikk- arum og lógregluni. Svarið upp á spurningin"Hvat skulu vit gera við tey ungu? "Var einfalt, seti tey inn í eitt gamalt hús sum frívillig og onnur vælmeinandi fólk vildu vera við til at um- organisera (summi av hes- um fólkum komu frá einum avhaldsungmannafelag). Fyri at tað ikki skuldi vera lygn so slapp tað allmenna við at lata Barnabata "hjálpa" sær. Sigast kann at vælvildin mótvegis MF tey fyrstu árini hekk í einum klønum tráði. Men tað eyðnaðist Leivi og hansara fólki at "institutionalisera" MF áðrenn sitandi sam- gonga kom til. Sambært Tórhalli Às- lakkssyni (Leiðari nr 2 á MF.) var hansara jobb at ger seg sjálvan "unnveri- ligan", skilt á tann hátt at hetta skuldi vera eitt virkis- hús fyri børn og ung har brúkarin sjálvur ráddi fyri borgum. Men 8 ár eru gingin og mangt er vent í holuni síð- ani. Einasti máti tað bær til at fáa Tórshavnar Komm- unu til at taka við ábyrgdini av teimum ungu í komm- ununi, sum ikki vóru upp- tikin av til dømis ítrótti, varð, at broyta hetta demo- kratiska prinsippið, har tey ungu høvdu ávirkan á dagligdagin, til eina insti- tutión, at líkna við ein barnagarð (barnagarðar eru ikki júst kendir fyri teirra útbreiddu fatan av demo- kratinum), við ongum ella næstan ongum sjálvsav- gerðarrætti. Og tað er enn ikki eyðn- ast at fáa foreldur og onnur vaksin at taka lut í tí arbeiði sum verður gjørt á MF. Spyrjast kann tí um tað er áhugin ella tíðin, ella hvat tað nú er sum, ger at for- eldur ikki blanda seg uppí ella engagera seg í hvørjum umstøðum teirra børn og ung eru í. Eg hvørki vil ella fari at taka dagar ímillum, um tað arbeiðið sum starvsfólkið á MF ger er nøktandi ella ikki. Eg takið bara støðu til teir ytru karmarnar sum eg síggji teir og havi sæð teir í tey 8 árini, eg havi verið her. Blandi meg ikki uppí tað pedagogiska arbeiðið. Tað hava vit jú fakfólk til. Eg vil tó siga so mikið, at eg ynski at børn og ung, ikki bara í Havn men kring alt landið, skulu hava so góðar umstøður sum møgu- ligt. Tí havi eg millum ann- að dedikera mína tíð til tess at skapa eitt livandi um- hvørvi har trivnaður og skapandi andi er felags- nevnari fyri øllum virk- seminum. ART. Eitt eksperimen- tarium í Tórshavnar Kommunu. Sigast skal at samstarvið við Kommununa hevur verið og er gott og vit hava góðar sømdir,at skapa eitt livandi umhvørvi, har krea- tiviteturin er í hásæti. Og sum so at rokna tann kraft- miklasti depilin innan fyri Rokkin í Føroyum í dag. Hetta er einasta staðið sum bæði hevur venjingarhølir og vanliga skipar fyri til- tøkum, har ungu tónleikar- nir sleppa á pall at royna seg. Hesar konsertir verða hildnar í samstarvi við MF. Og eru tær einar 10 -15 árliga, har nýggjur original- ur rokkur er at hoyra. Ungu rokktónleikarnir í Havn høvdu sama problem sum hini ungu sum gingu úti á gøtuni. Tí varð ART stovnað og endaði undir sama taki sum MF. Hvat hendir í ART ? ART er ein felagskapur av áhugatónleikarum, nærri sagt áhugafelag rokktón- leikaranna. ART hevur 7 venjingar- hølir har umleið 10 bólkar venja t.v.s. at einir 40 tónleikarar eru virknir í hølunum. Á somu hædd, 2. hædd í MF er eisini tónleika-frá- læra undir Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla, har undirvíst verður í tónleiki í einar 40 timar um vikuna, har fólk bæði innan ART og uttanífrá fáa frá- læru í tónleiki. Her er ein tilvildarlig remsan av bólkum sum hava havt og hava samband við ART: MOLD, HATESPEECH, FLUX, FLUFFY TOYS, SIDEEFFECT.ALL THAT RAIN, ÐIÐ, HAPPY, HTV, LÍTLA RÚM, TJÓGV, TOXIC, PARADOX, SPEAKER, MONKEY MONGOLIA, 48 PAGES, MAKREL, BLIZ, HEAD- ACHE BLUES TREO, DIATRIBES, NIRVADA, ONKIKANNNDISKUTE RAST.ALTKANN, THE HILLS, ZINK,PÁLL FINNUR PÁLL, JÓANES OG WILLIAM, JÁKUP ELI, SIC, THE STORY ENDS, LAM, LAMA SEA. DJ. SWITCH. Sigast kann at ART hevur verið og er ein týðandi partur av øllum tí nýskap- andi rokktónleikinum í Før- oyum. Nevnast kunnu bólk- ar sum áðurnevndu Makrel, sum kappast uttanlands við góðum úrslitum. Gó Gó Blues sum ivaleyst eru besta boðið upp á blúses- tónleik í Føroyum í dag. Vit útflyta góðar tónleikarar úr bæði Speaker og 48 Pages, sum fara niður til Dan- markar í Januar at nema sær betri kunnleika innan tónleik.Vit hava eisini havt bólkar sum Oblivion, MC Hár. Og 200 hava eisini vant her, Krit sum var ein tann koolasti bólkurin innan tað slagið av heavy, sum teir spældu (suverænt teir bestu). ÐiÐ sum rulaði í Ålborg á størstu ungdóms- tónleikarstevnu í Europa (har vit saman við MF hava umboða Føroyar 3 ferðir, 4 ferð verður í januar 2005), og Eyðun sum saman við størstu punkdrotningini í Ìslandi, Heiðu, rokkaði Reykjavík totalt. Hvat er framtíðin ? Hjá mær sum leiðara í ART og viðspælara í MF í næst- an øll árini MF hevur verið til er lætt at koma til hesa niðurstøðu. Tórshavnar Kommuna hevur (sambært Katrin Petersen,pedagogiskum leiðara) seinastu árini brúkt 100 milliónir kr. uppá at byggja 11 barnaansingar- miðstøðir (fyri ikki at kalla tað deplar) har ansað verð- ur eftir børnum í nakrar tímar um døgnið. Restina av døgninum, kanska frá kl 18 til kl 07, standa hesir deplar tómir. Hví ikki lata dyrnar upp fyri teimum ungu, so tey hava onkunstaðni í nær- umhvørvinum at fara í frí- tíðini, ístaðin fyri at noyða tey oman í miðbýðin? Nógv foreldur í útjaðar-un- um, (her hugsi eg ikki um Nólsoy, Hest ella Norðra- dal, men um Argir Norð- asta Horn og Hoyvíksøkið) hvørki vilja ella tora lova børnum teirra oman í mið- býin á kvøldar/náttarrtíð. (hetta hevur ført við sær at foreldur hava tikið stig til at okkurt býlingshús er opið fyri ungum um kvøldið). Um so var at hesir stovn- ar vóru opnir kundi komm- unan sett nakrar pedagogar í starv afturat. Eitt annað man kundi hugsað sær var, at nú Tórs- havnar Kommuna er ígongd við stórar útbygg- ingar í Hoyvíkshaganum, hví so ikki byggja hóski- ligar karmar í samband við nýgja skúlan, har børn og ung kunnu vera í frítíðini? Hví er tað ikki diskuterað? Hví ikki lova teimum at dansa og hava tað stuttligt í tryggum umstøðum í nær- umhvørvi teirra? Eg meini, tá man hevur brúkt yvir 100 milliónir (ikki júst smápening) uppá barnaansing og kanska aðrar 50-60 milliónir uppá ein eldrastovn. Hvussu ber tað so til at tað er so eiðsørt tá tað snýr seg um tey sum eru millum 7 og 18 ára gomul? Ein og hvør sum er áhug- aður í at síggja, hvaðar tey ungu leita sær leygarnátt/ sunnumorgun, kunnu fara í Steinatún og vissa seg um, at mong av teimum heilt ungu ikki liggja heima og sova kl 04. Okkara problem, t.v.s. tónleikaranna problem, er, at sum tað dag og dagliga verður sagt, vit hava onki stað. Men vit hava staðið, nevniliga húsið, sum verður kallað Margarinfabrikkin. Ein karmur sum øll, ið tíma at seta seg inn í tingini og tora at kalla ein spaka fyri ein spaka, tá tað snýr seg um at skapa nøktandi um- støður fyri børn og ung veit, ikki er egnaður og ikki livir upp til tey krøv bæði foreldur, polittikarar og samfelag annars, eiga at seta til eitt ungdómshús, nú vit ganga ímóti ár 3.000. Men húsið er perfekt til tónleikin. Gev okkum MF til tón- leikahús. Tað er vælegna til tess. Eg veit at Kommunan arbeiðir við einari total- renoveringsætlan av húsin- um innanfyri eini 4-5 ár. Húsið er so mikið gamalt og krevur ábøtur. Um tað ikki verður gjørt, so kann tað javnast við jørðina, tí tað fer at kosta meira enn at byggja nýtt. Loyvi okkum at bróta nakrar múrar niður inni, soleiðis at tað gerst eitt vælhóskandi spælistað. Tað krevst ikki so nógv og kost- ar heldur ikki tað stóra. Hetta hevði givið okkum eitt skotbrá har vit kundu uppbygt ein kapital, soleið- is at eitt framtíðar tónleika- stað hevði borið seg sjálvt. So høvdu vit sloppið undan hesi patetisku biddara- gongdini til eitt býráð, sum bert sær út til at duga at loysa eitt problem í senn. Okkara loysn er bílig, kostar næstan onki. Út yvir hvat tað kostar at seta nakrar nýggjar pedagogar í starv. Gevið børnunum og teimum ungu virðiligar um- støður. Gevið tónleikinum húsini og Havnin fær ein trivna sum tey flestu bara tora at droyma um. Men loyvið skapandi kreftunum at virka til frama fyri einum sterkum væl- fungerandi og fjølbroyttum mentanarlívi, soleiðis at ikki bara Havnaborgarar, men alt Føroya fólk kann vera erpi av okkara høvuðs- staði. Apropos spælistað MARGARINFABRIKKIN Ein pedagogiskur stovnur undir Tórshavnar Kommunu ART EITT SLÓGBRÓTANDI Tónlista/mentanarligt eksperementar- ium í Tórshavnar Kommunu Karl Anton Klein C M Y K 15 14 n Lesið -so eru tit við!