Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Sunnudagin 24. oktober hátíðarhelt Frelsunarherurin sín 80 ára stovningardag í Føroyum. Hátíðar- haldið var merkt av góðum tónleiki, upp- lestri og talum HÁTÍÐARHALD Myndir: Álvur Haraldsen Seinasta vika var merkt av at Frelsunarherurin hátíðar- helt sín 80 ára stovningar- dag í Føroyum. Í vikuni var ein áhugaverd framsýning, sum í myndum og øðrum lutum lýsti farnu 80 árini, og í vikuskiftinum var so sjálvt hátíðarhaldið. Á fundinum sunnukvøld- ið talaði Njál Djurhuus, sum er kunningarstjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum. Jóannes Skaale las eina yrking eftir amerikanska rithøvundan N.V.Lindsay, sum Jóannes sjálvur hevur føroyska. Meðan hendan hugtakandi yrkingin varð lisin upp, varð lagið "Er tín sál tváa rein" framført í sangi og tónleiki. Yrkingin var skrivað í sambandi við deyða Willi- am Booth og eitur "General William Booth enters Heaven" Millum tey vitjandi var Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður, sum eisini helt talu. Streingjakór hjá Frels- unarherurin í Vági luttók eisini undir hátíðarhald- inum. Frelsunarherurin varð stovnaður í London í 1865 av William Booth. Rørslan vaks skjótt og breiddi seg til onnur lond. Í Føroyum varð Frelsun- arherurin formliga settur á stovn í Havn tann 23. ok- tober 1924. Í dag hevur Frelsunarher- urin eina samkomu í Vági og eina í Havn. Frelsunarherurin er kend- ur um allan heim fyri brúk av horntónleiki. Nøkur av heimsins bestu horn- orkestrum hoyra til Frels- unarherin. At prædika við orðum og hondum hevur altíð verið eyðkenni Frelsunarhersins. Umsorgan fyri øllum menniskjanum, samansett av anda, sál og likami, er eitt av slagorðum Frelsun- arhersins. Í Føroyum hevur Frels- unarherurin stovnað her- berg fyri heimleys. Soleiðis sum Frelsunar- herurin er skipaður, við mongum sereyðkennum, m.a. búnar, tónleikur, úti- fundir og sosialt arbeiði, ger at hesin felagsskapur verður ein sjónlig mynd í samfelagnum. Frelsunarherurin í Føroyum 80 ár: Umsorgan fyri øllum menniskjanum Njál Djurhuus, kunningarstjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum Jóannes Skaale las eina yrking eftir amerikanska rithøvundan N.V.Lindsay, sum Jóannes sjálvur hevur føroyska Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Sámal Jákup Joensen, leiðari hjá Frelsunarherinum Umleið 200 fólk vóru til hátíðarhaldið í samband við 80 stovningardagin hjá Frelsunarherinum í Føroyum Frelsunarherurin er kendur um allan heim fyri brúk av horntónleiki Fríggjadagin 29 okt. er seinasti arbeiðs- dagur hjá Hervør Mohr og Jórun Ellefsen á Sernáms- deplinum. Tær hava nú í ein mansaldur arbeitt innan tað sernámsfrøðiliga virksemið Báðar hava tær útbúgving sum barnagarðslærarar frá Nordisk Montessori Kur- sus for børnehavelærere í Keypmannahavn í 1962, og í 1985 tóku tær útbúgv-ing sum serlærarar. Í 1966 byrjaði Hervør á Færøernes Specialskole, sum tá helt til á V.B.V. sum seinri fekk heitið Skúlin á Trøðni. Jórun byrjaði á Skúlanum í 1976. Tær hava hesi mongu ár havt nógvar ymiskar ar- beiðsuppgávur, sum tær hava gingið uppí við lív og sál. Hjálpsamar og fyri- komandi hava tær lætt manga byrðu, og hjálpt og stuðlað teimum, ið eru komin higar. Vit eru nógv, sum hava havt gleði av teirra dugna- skapi og vitan, sum vit her- við takka teimum hjartaliga fyri. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 29. oktober. Narcissus, deyður ár 222. Hann hevur helst verið av grikskari ætt og gjørdist 30. biskupur í Jerusalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá ið hann doyði. 85 ára føðingardagar Fríggjadagin 29. okt. verður Jensia Svabo Thoma- sen, Sandavágur 85 ár. Frá kl. 18 hendan dagin, verður hon at hitta í Fútalág 42 Tórshavn. Fríggjadagin 29. oktober fyllir Lillan Jacobsen, Klaksvík, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri alla hjálp og sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Rakul S. Joensen fødd Mikkelsen Gásadalur doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til øll í fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til øll tykkum í Gásadali, sum tóku ímóti fólki aftan á jarðarferðina. Fyri tey avvarandi Børnini 1. november 2004 hevur Andrias Sjóvará í Havn 25 ára starvsdag hjá Tórs- havnar Sløkkiliði Andrias er 67 ára gamal og ættaður av Strondum, sonur Edvard og Annu Poulsen. Hann er elstur av fýra beiggjum, ið eru: Poul Benny, Vilhelm og John. Sum 14 ára gamal fór Andrias til skips við Knørri, og var hann nøkur ár til skips. Í 1955 fór hann í læru sum maskinsmiður hjá Wenzeli Petersen í Havn. Hann lærdi 1. ár í Havn, og fór síðani til Klaksvíkar at læra víðari hjá Hálvdani Olsen. Í 1960 fór Andrias til Grønlands at rógva út sam- an við systkinabarninum Hensari Grástein. Teir fóru við Kallsevni til Borgshavn heilt har suðuri í Grønlandi. Tíðarskeiðið 1963-65 var Andrias í Føroyingahavn- ini. Andrias arbeiddi í smiðjuni hjá Nordafar. Ar- beiðið var mest at umvæla og bøta um skipini, men um á stóð, royndu teir eisini at hjálpa til við flaka- maskinunum eftir føri- muni. Nógv var at gera í smiðjuni, har bæði týsk- arar, fransmenn, portugisar, norðmenn o.a. komu. Arbeiðið í Grønlandi var tíðaravmarkað til summ- arhálvuna. Teir fóru yvir í mars og komu heimaftur í september/oktober, so vet- rarhálvuna arbeiddi Andrias á skipasmiðjuni á Skála. Seinast í 1965 byrj- aði Andrias á Tórshavnar Skipasmiðju, og har var hann heili 14 ár, til hann byrjaði á Brandstøðini 1. november 1979. Hesi 25 árini hava fýra brandmeist- arar verið, fyrst Heini Veihe, so Erland Joensen, Petur Seloy, og nú Kartni Jacobsen. Andrias hevur altíð havt stóran áhuga fyri sam- felagsviðurskiftum og fak- felagsarbeiði serstakliga. Sum tann álitismaður Andrias er, hevur hann sitið 11 ár í nevndini í Havnar Handverkarafelagi (1970- 81), harav 3 ár sum skrivari og 8 ár sum formaður - 1973-81. Í 1981 varð Andrias vald- ur í nevndina hjá Tórs- havnar Kommunala Starvs- mannafelag og seinni til formann. Andrias var for- maður í 9 ár. Andrias hevur eisini altíð havt stóran áhuga í kirkju- ligum arbeiði. Í 2000 byrj- aði hann sum klokkari við Havnar Kirkju, har hann eisini fæst við at syngja til guðtænastur og jarðarferð- ir. Andrias hevur nógvar dygdir. Handverksliga setir hann eina æru í góðsku, og at ordan er í tingunum. Andrias hevur eitt stórt hjarta, og er hann altíð til reiðar at hjálpa bæði børn- um, abbabørnum og øðr- um. Sum pápi og abbi er Andrias ein sera góð fyri- mynd og stuðul í tí dagliga. Í 1966 giftist Andrias við Elisabeth F. Johannesen, ættað úr Húsavík, tey eiga 4 børn: Edvard, Kristiannu, Tórunn og Bjørg. Í 1994 giftist Andrias við Vilgerð Astridardóttir úr Klaksvík. Tey høvdu verið gift í 9 ár, tá Vilgerð í fjør doyði av krabbameini. Andrias eigur tíggju abba- børn. Andrias Sjóvará, Tórshavn: 25 ára starvsdagur hjá Tórshavnar Sløkkiliði Tvær megnar kvinnur leggja frá sær Kollegar og systkinabørn, ólíkar tó, men málið var sernámið, sum tykkum dró, úr skúlanum melda út báðar í senn við eftirløn sum danskir tænastumenn. Nú tit rigga av, barnagarðurin skal við starvsfólkum ynskja, at alt gongur væl, nú tit skulu fáast við heilt onnur ting, og dagliga toppstykkið halda í sving. Vit vóna, tit báðar tó vitja við hvørt í skúlanum, hóast tit upp hava gjørt, --o-- Eitt prát er so hugaligt, gloymið ei tað Fríggjadagin 29 oktober er seinasti arbeiðsdagur hjá Jórun Ellefsen og Hervør Mohr á Sernámsdeplinum Yrkingin sum Jóannes Skalle las upp undir hátáðarhaldinum hjá Frelsunarherinum. William Booth ovasti kemur til himmals Booth gekk treystliga á odda, á trummu hann sló. (Ert tú tváðaur í Lambsins blóð?) Í himli tey smíltust og søgdu: "Har kemur hon, menniskjan góð." (Ert tú tváaður í Lambsins blóð?) Spitølsk hann eltu í longum røðum, og útskotspakk úr heimsins myrkastu støðum. Krúpandi syndarar og bølmenni frek Girndarhugað menniskju – til glatanar sek. Maðketnar sálir við ringum anda. Mikið fjølmenni av fólkum í vanda Øll hesi hann leiddi for trúnuna at standa. Hvørt eitt fátækrabýlið og hvørt eitt skýmaskot sendi sín skara Hóast Booth fegin vildi havt fleir við sær at fara Tjóðarfløgg øll um allan heim veittraðu við heiður og himmalskum gleim. Gentur á ljóðføri spældu fagnaðargklang, meðan tær sungu henda himmalska sang. Halleluja! Tað var hugtakandi at sjá harðrendar fangar, sum Kristur loysti fongslunum frá. Ótangar blástu trompetir í. Upp, upp, upp gjøgnum gyltu ský! Booth doyði blindur, tó var trúgvin so sterk, at eygu hans greitt sóu Harrans mikla verk. Óræddur Boot á odda gekk, høvdingi líkur, Sjáldan í Himli sást mannavinur slíkur. Skeggið í andarisi, yvirbragdið sum stál, tá hann óviknaður steig innum – hann var komin á mál. Jesus kom út gjøgnum forgarðsdyr, hann brosti við. Mildur hann signaði hetta vána lið. Booth sá einki, men leiddi kortini liðið beina gøtu inn á ta stóru forgarðsfløtu. So! Við eitt! Liðið steðgaði á – og sí, Fóru so aftur til gongu ílatin klæði ný. Kropnað rættu seg upp, visnaðir limir gjørdust sterkir, og blind sóu ein nýggjan heim – Gud framdi verkið. Ótrivavætti og illkvendi í veitslulag! Trútin andlit gjørdust rein sum hagin kavadag. Tey vóru nú vísmenn og kongar í kempulíki. Sloppin úr heimsins runudíki. Skarin varð skøddur, fekk eldsveingir stórar, og fagnaðarsangur køvdi einglakórið. O, rópa bjarging! Tað var gott at sjá glatað menniskju, sum sluppu syndaleinkjum frá. Spælt varð á ljóðføri, væl mundu tey duga, tey nýtváað menniskju, ið spældu av fullum huga. Og tá Boot steðgaði og til bøn fall á knæ, sá hann sín Harra, og lundin varð glað. Kristur kom blíður, gav honum klæði og krúnu, og øll løgdust á knæ for Himinsins trúnu. Hann sá Himnakongin, mannavinin, ið ber av øllum. Og hann smíltist gjøgnum tár – hann var loksins í Himnahøllum. N.V. Lindsay / Jóannes Skaale umsetti C M Y K 17 16