Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 19 – Tað kann stundum vera møtimikið at starvast við einari uppgávu, sum onk- ursvegna ongan enda fær. Men hinvegin verður gleðin og nøgdsemi tað størri, tá góð úrslit síggjast, og tá givin verða herðaklapp fyri átøk, sum ger, at blóman aftur fer at spretta, og urtagarðurin stendur í anga segði Jóannes Eidesgaard, løgmað- ur, tá hann í gjár setti eina rúsevnaráð- stevnu í Norður- landahúsinum í sam- bandi við, at Blái Krossur fyllur 100 ár. Vit prenta røðu hansara: RÚSEVNARÁÐSTEVNA Tá tú hevur tendrað nakað, ið er so grundleggjandi gott, ber illa til at sløkkja aftur. Tað kunnu vit siga um Blákrosskyndilin, ið varð tendraður í Føroyum fyri 100 árum síðan. Og eg haldi meg kunna siga, at sjáldan hevur kyndilin lýst bjartari enn nú, hóast upp- gávurnar ikki eru fækkaðar í tali og í vavi. Blái Krossur hevur seinnu árini víðkað um sítt virksemi við bæði fyribyrging, upplýsing, ungdómsarbeiði, viðgerð, eftirviðgerð í fleiri bygd- um, kaffistovu, klædna- sølu, og annað. Alt hetta bendir á menning - og harvið størri møguleika hjá teimum illa fyrikomnu og familjum teirra at koma fyri seg. Ein slíkan dag eiga vit at minnast slóðbrótararnar. Tey sóu ein tørv og handl- aðu hareftir. Blái Krossur er avhaldsfelag og samtøka, ið virkar innan kristnar karmar. Og man tað ikki vera soleiðis, at stovnarin, Franz Busch, sum var prestur í Hvalba í 1904, hevur livað í sannføringini um bíbilska setningin: "At ein trúgv, sum ikki er virkin, er deyð trúgv". Tað er í øllum førum eitt gott boð, ið eisini fylgir mál- setninginum fyri kristilig- um arbeiði. – Stutt eftir at Blái Krossur var farin at virka í fleiri bygdum, høvdu vit ta kendu fólkaatkvøðuna, har nógv strangari reglur vórðu settar í gildi, um hvussu sterkir drykkir kundu út- vegast í Føroyum. Og eg ivist ikki í, at Blákross- boðanin hevur havt ávirk- an. Ja, tær vóru ivaleyst ein avleiðing av teim sorgar- leikum, sum tá vóru í sam- felagnum, orsakað av ovur- nýtslu av sterkum løgi. Rúsevnir hava somu ávirkan á menniskju í dag, sum fyri einari øld síðan. Og eins og tá elvir mis- nýtsla oftani til sorg, familjubrot og illa fyri- komin børn, ið ikki kunnu virka í samfelagnum. Mak- in ber eisini byrðuna. Og sum frálíðir gerast hini í familjuni kanska enn meira sjúk enn misnýtarin. Sorg, familjubrot og illa fyrikomin børn eru umráð- andi mál, sum Blái Krossur raðfestir frammaliga. Og tað eiga vit at vera takksom fyri. Felagið hevur seinastu árini tosað og gjørt nógv við spurningin, hvussu vit kunnu hjálpa børnunum. Tað er ein óreingiligur veruleiki, at vit hava brúk fyri øllum samfelagsborg- arum - og børnini skulu jú bera lívsgávuna inn í fram- tíðina. Ein onnur týdningarmikil uppgáva, er tað uppsøkj- andi arbeiðið, sum Blái Krossur ger úti í skúlunum. Eg havi valt at nýta orðið rúsevnir ístaðin fyri rús- drekka. Tí samanborið við tíðina, tá Blái Krossur varð stovnaður, taka fólk í dag eisini onnur evnir enn tey drekkandi. Til dømis nerva- tablettir og rúsandi pulvur, fyri at nevna nøkur. Hetta ger uppgávuna hjá Bláa Krossi torførari, men tað er ein avbjóðing, sum eg havi fingið kunnleika um, at felagið eisini tekur í størsta álvara. Tað er sjálvandi sera umráðandi, ongantíð at missa vónina uttan mun til, hvussu stór uppgávan er. – Ein kirkjunnar maður, Grundtvig, leið av álvars- ligum tunglyndi, men varð- veitti kortini altíð vónina. Hann yrkti nakrar av sínum bestu yrkingum, meðan hann var tunglyntur. Men hóast tunglyndi endaði Grundtvig næstan altíð hetta slagi av yrkingum við ugganini í vónini og álitin- um á, at í morgin rísir sólin aftur í eystri. Tað kunnu vit kalla trúgv. Ein andalig umvending hevur hjálpt so mongum. Tá eitt menniskja snarar 180 stig, fer at smíla og vera positivt, kann tað tykj- ast sum eitt undur. Tað er ikki til at skilja. Men vón- leysa støðan fær summi at hyggja at sær sjálvum og spyrja, hvat tey kunnu gera fyri at fáa eitt gott lív? Blái Krossur kann vera vegleið- arin í slíkum støðum - og til bjarging og vælsigning fyri tey, sum vilja úr myrkrinum og fram í ljósið. 100 ár sum stuðul og hjálp hjá einum minniluta í Føroyum, ið tíverri ikki er blivin minni. Tað er veru- leikin hjá Bláa Krossi, sum hóast stórt arbeiði fyri avhaldni, ikki kann siga, at trupulleikin er loystur. Hetta kann tykjast møti- mikið. Men vit vita so lítið um hví og hvussu. So tað er at fegnast, tá tit í Blá Krossi kunnu vísa á, at tað ber til at hjálpa við góðum úrsliti. Eg rokni við, at flestu okkara kunnu taka undir við páhaldinum hjá tí amerikanska rithøvund- anum, Wayne Dyer, tá hann sigur, at eitt sterkt samfelag er eitt samfelag, ið tekur sær av øllum sínum borg- arum og gevur øllum møguleikar ella atgongd til møguleikar. Og eg eri glaður fyri, at eg eri ein partur av einum samfelag, sum í øllum førum roynir at vera nakað fyri øll. Hesa løtuna havi eg ikki at tosað serliga nógv til teir meira anonymu blákross- limirnar, sum liva eitt gott og sømiligt lív. Ella tey mongu, sum taka undir við hugsjónini. Fyri tað eru tit ikki gloymd. Tykkara týdn- ingur er stórur. Tit hava royndir, sum kunnu gera munin. Tølini, sum lýsa tykkara virksemi, lýsa ikki bert, at vit í Føroyum hava ein trupulleika, men tey vísa sanniliga eisini, at tað eru kreftir sum áhaldandi gera eitt arbeiði fyri at koma trupulleikunum til lívs. Uppgáva tykkara verður so væl lýst í undirheitinum til hesa ráðstevnuna. "Hvussu hjálpa vit menn- iskjum við rústrupulleikum best" Tað kann stundum vera møtimikið at starvast við einari uppgávu, sum onk- ursvegna ongan enda fær. Men hinvegin verður gleðin og nøgdsemi tað størri, tá góð úrslit síggjast, og tá givin verða herðaklapp fyri átøk, sum ger, at blóman aftur fer at spretta, og urta- garðurin stendur í anga. Við hesum orðum ynski eg Bláa Krossi í Føroyum til lukku við teimum fyrstu 100 árunum. Eg ynski tykkum blíðan byrð fram- yvir og lýsi við hesum Rús- evnisráðstevnuna at vera setta. Jóannes Eidesgaard, setur rúsevnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum Mynd Jens K Vang Rúsevna ráðstevna í Norðurlandahúsinum Í gjár varð stór rúsevna ráðstevna sett í Norður- landahúsinum. Hetta er í sambandi við at Blái Krossur fyllur 100 ár. Stevnan hevur fingið heitið: "Hvussu hjálpa vit rúsmisnýtarum best?". Tað var Jóannes Eidesgaard, sum setti ráðstevnuna. Eftir tað helt Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyrilestur. Millum gestirnar, sum halda fyrilestur, eru Thomas Lundqvist, sum arbeiðir á svenska rúsevnisráðnum, ogx Geir Gundersen, formaður í Altjóða Bláa Krossi. – Vit eiga at umhugsa at leggja tey ymisku viðgerðartilboðini saman, ella í øllum førum at samskipað tey betur, enn tey eru í dag. Á hendan hátt hevði møguliga borið til at ment útboðið av viðgerð, soleiðis at vit kundu loftað fleiri sløgum av rúsmisnýt- arum, og boðið teim- um eina breiða røð av tilboðum um fram- haldandi viðgerð, eisini eftir at tey vóru komin burturúr mis- nýtsluni segði Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður m.a. í fyrilestri sínum á rúsevnaráðstevnu í Norðurlandahúsinu m í gjár. Hann sókn- aðist eisini eftir betri hagtølum um, hvussu viðgerð hjálpir RÚSEVNARÁPSTEVNA Hans Pauli Strøm vísti á, at rúsdrekka er vorðin ein integreraður partur av okk- ara lívsstíli. Hóast rús- drekka enn er ein veitslu- drykkur, flytur markið seg frá siðbundnum veitslu- døgum til, at rúsdrekka verður nýtt oftari og við fleiri høvi, og verður tí alt meira vanligt, tá fólk vilja taka sær av løttum og njóta løtuna. Og hann helt fram: – Størsti parturin av teimum fólkum, sum drekka rúsdrekka, gera hetta við ábyrgd. Tí teimum dámar tað, og tí tey fáa okkurt burturúr tí. Hjá fólki, sum ongar trupul- leikar hava við heilsuni, og sum drekka hóvliga, er ikki vandi við at drekka. Enntá verður sagt, at ein snapsur ella eitt glas av reyðvíni er gott fyri blóðrenslið, og tískil fyri heilsuna. Hin- vegin má sigast, at ábyrgd- arleysur drykkjuskapur er vandamikil, bæði fyri ein- staklingin, og fyri sam- felagið, tá talan er um heilsu, sosiala støðu, fíggj- arlig viðurskifti og trygd. Sambært Heimsins Heilsustovni (WHO) er talið á fólkum, sum hvørt ár doyggja av orsøkum, sum kunnu verða settar í samband við rúsdrekka, uml. 1,8 millión um allan heim. Rúsdrekka hevur sera óheppin árin á heilsu- støðuna hjá fólki, og er ikki minni skaðiligt fyri heils- una enn tubbak. Við einum fólka-heilsu- ligum sjónarmiði í huga er tað tískil týdningarmikið at avmarka eina vaksandi rúsdrekkanýtslu. At mis- nýta rúsdrekka kann vera til stóran skaða og pínslu, bæði fyri samfelagið og fyri teir einstøku misnýtar- arnar, teirra avvarðandi, fyri børn, sum verða van- røkt, umframt meinaleys offur fyri harðskapi, ólóg- ligari sølu og rúsdrekka- koyran fyri at nevna nøkur dømi. Í Almanna- og heilsu- málaráðnum arbeiða vit í løtuni við einum fólka- heilsupolitikki. Ein ætlan skal gerast fyri at betra um heilsustøðuna hjá føroy- ingum. Vit skulu vísa á, hvussu tað ber til at økja um lívsdygdina og um livi- aldurin. Rúsdrekka er ein av vandatættunum, sum arbeitt verður við. Á hesum øki er ætlanin at arbeiða fyri at minka munandi um talið á fólki við stórari nýtslu av rúsdrekka, við at minka um nýtsluna av rús- drekka hjá teimum ungu, og við at fáa nýtsluna av rúsdrekka millum børn heilt burtur. Mótvegis rúsdrekka- nýtslu er rúsevnismisnýtsla eitt heldur nýtt fyribrigdi í Føroyum. Enn vita vit ikki so nógv um, hvat slag av rúsevnum finnast og verða brúkt her hjá okkum. Men vit vita, at trupulleikin er har. Hetta sæst millum annað aftur í einum broytt- um atburði hjá ungfólki. Og tað sæst aftur í tølunum frá viðgerðarstovnum. Og tað er av grundleggjandi týdningi at seta ljóskastar- an á hetta vandamál, og at neyðug tiltøk verða sett í verk bæði innan upplýsing, fyribyrging og viðgerð, so vit kunnu koma hesum trupulleika til lívs og veita røttu viðgerðartilboð til teirra, sum hava tørv á hesum. Fleiri átøk verða longu gjørd til tess at kunna um rúsevni og um vandarnar við at nýta tey. Nevnast kann, at narkotika er eitt av teimum økjum, ið Fyri- byrgingarráðið hevur rað- fest sum sítt virkisøkið. Tá talan er um upplýsing um og fyribyrging av rús- evnismisnýtslu eiga vit at byrja við børnunum og teimum ungu, og tá er tað eyðsýnt, at hetta m.a. verð- ur at fara fram í skúlunum og har børn og ung annars koma saman. Hóast tað longu verður gjørt eitt ávíst arbeiði við at upplýsa um vandarnar við rúsevnismisnýtslu, so haldi eg, at tað er tørvur á at samskipa tað arbeiði og ta vitan betri, sum vit longu hava á økinum. Tað er í veruleikanum nógvir ein- stakir partar, sum á ymsan hátt arbeiða við fyribyrg- ing, og hvør teirra hevur sína ítøkiligu men avmark- aðu vitan um støðuna. Nógv vita eitt sindur, men sum heild vita vit ov lítið. So her er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast. Viðgerð í Føroyum Í dag verða fólk, sum mis- nýta rúsdrekka og rúsevni í Føroyum viðgjørd á Heil- brigdi, á Bláa Krossi, hjá kommunulæknunum, í sjúkrahúsverkinum og hjá privatum rúsdrekkakon- sulentum. Samanumtikið er hetta eitt rættiliga stórt virksemi fyri almennan pening. Men tíverri kunnu vit ikki við vissu siga, hvussu góð úrslitini eru av hesum viðgerðarvirksem- inum, hvussu øll hendan viðgerðin hjá okkum í roynd og veru virkar. Vit hava tøl og upplýsingar frá stovnunum, gamaní. Men vit hava onga sanna mynd av, hvussu nógv koma burturúr misnýtsluni, og hvussu nógv ganga aftur í viðgerðarskipanunum, einaferð, ella fleiri ferðir uppísamanaftur. Tað hevur leingi verið uppá tal at gera upp, hvussu viðgerðin virkar. Hetta krevur tó, at tey, sum eru í viðgerð, ið er fíggjað av tí almenna, verða skrásett við navni ella øðrum eyðkenni, soleiðis at tað ber til at fáa skil á, um talan er um somu persónarnar, ið verða við- gjørdir ferð eftir ferð. Og her verður spurningurin so, um tey vilja verða skrásett, ella um hendan treytin fær tey at halda seg burtur. Harumframt haldi eg, at vit áttu at umhugsa at lagt tey ymisku viðgerðartil- boðini saman, ella í øllum førum at samskipað tey betur, enn tey eru í dag. Á hendan hátt hevði møguliga borið til at ment útboðið av viðgerð, soleiðis at vit kundu loftað fleiri sløgum av rúsmisnýtarum, og boð- ið teimum eina breiða røð av tilboðum um framhald- andi viðgerð, eisini eftir at tey vóru komin burturúr misnýtsluni. Eisini eigur tað almenna at tryggja sær, at virksemið, sum fer fram uttanfyri tað skipaða heilsuverkið, lýkur ávís krøv til góðsku. Hetta sigi eg ikki, tí eg havi nakra vitan um, at góðskan á verandi viðgerð ikki er nóg góð, men heldur av prin- sipiellum orsøkum. Tá tað almenna rindar kostnaðin av hesi viðgerð, hevur tað almenna sjálvsagt eisini rætt til at seta krøv um góðsku til virksemið og til førleikan hjá starvsfólkun- um. Almennur stuðul verður í dag veittur til feløg, sum arbeiða við tiltøkum móti misnýtslu. Millum tey feløg, sum fáa stuðul frá Almana- og heilsumálaráð- num, eru Fráhaldsrørslan, Losjan og Blái Krossur. Eisini verður stuðul latin til rakstur av Heilbrigdi og av Blákrossheiminum, sum bæði arbeiða við fólki við rúsevnistrupulleikum. Har- umframt lata vit stuðul til Fyribyrgingarráðið og til annað upplýsingararbeiðið í sambandi við rúsmis- nýtslu. Rúsdrekkapolitikkur og fyribyrging Sambært gransking á økinum eru rúsdrekkapolit- isk amboð, sum loysa seg, og sum hava víst góð úrslit, tá talan er um at minka um rúsdrekkanýtslu. Millum tey tiltøk, sum hava sera góð úrslit, eru: • at hava ein minsta aldur fyri, nær tað er loyvt ung- fólki at smakka sær á; • at hava alment regulerað skeinkiloyvi til fólk, ið selja rúsdrekka; • at hava ein príspolitikk, har avgjøld verða sett á rúsdrekka; • og at hava eftirlit við, um fólk koyra, tá tey eru ávirkað, við at lækka loyvda promillu-markið, við at steðga fólki í bili og taka royndir, til dømis við at fáa tey til at "blása í ballónina". Millum tey tiltøk, sum sambært gransking hava góð úrslit eru: • at avmarka atkomuna, til dømis við at avmarka upplatingartíðirnar hjá rúsdrekkasølum, • at hava alment riknar rús- drekkasølur, sum ikki skulu rekast við fíggjar- ligum avkasti fyri eygað, Eg haldi, at vit eiga at halda fast í verandi skipan við Rúsdrekkasølum landsins, sum eru stongdar leygar- dag, og sum ikki gera stór- vegis burturúr at lýsa við vørunum. Og eg haldi av- gjørt ikki, at vit skulu flyta rúsdrekkasøluna í teir van- ligu handlarnar, sum røddir hava verið frammi um í seinastuni. Rúsdrekka er ikki ein vanlig søluvøra Tí vit eiga at hava í huga, at rúsdrekka ikki er ein vanlig søluvøra, sum allar aðrar vørur, ið verða seldar og keyptar. Hinvegin má rús- drekka metast sum ein ser- lig handilsvøra við serlig- um heilsuligum og sosial- um avleiðingum. Í dag leggur ES stórt trýst á Norðurlond um, at seta avgjøldini á rúsdrekka nið- ur, tí í ES verður rúsdrekka fatað sum ein vanlig hand- ilsvøra. Men avvarðandi politisku myndugleikarnir í Norðurlondum eru ikki samdir við ES í, at vit í sambandi við rúsdrekka bert eiga at føra ein van- ligan handilspolitikk við marknaðartreytum og kappingarføri. Vit eiga so- statt ikki at seta avgjøldini ov langt niður. Myndug- leikarnir í Norðurlondum vilja hava eitt annað per- spektiv við, tá tað snýr seg um rúsdrekka, nevniliga tað fólkaheilsuliga og sosial- politiska perspektivið. Roynt verður tí frá norður- lendskari síðu at orða eina felags støðu mótvegis ES, og at venda trýstinum hin- vegin, fyri at fáa ES til at endurumhugsa teirra rús- drekkapolitikk, við eitt nú at varðveita høg avgjøld. Tí hendan áskoðanin er viður- kend, tá tað snýr seg um tubbak, har høg avgjøld eru loyvd, og nú vilja Norður- lond, at rúsdrekka skal við- gerast sambært hesi somu áskoðan. Vit eiga í Føroyum at halda okkum afturat hinum Norðurlondunum. Um vit vilja varðveita ein restrik- tivan rúsdrekkapolitikk, er tað norðurlendska sam- starvið, sum vit longu taka lut í, av stórum týdningi. Ætlanin er í norður-lendsk- um høpi at orða ein rús- drekkapolitikk sambært heilsupolitiskum sjónar- miðum. Og eg haldi, at vit í Føroyum kunnu læra nógv av hesum arbeiði. Støðan í Føroyum í dag Tað, sum í stóran mun eyð- kennir støðuna í Føroyum í dag er, at tað almenna letur stuðul til sjálvbodnar fe- lagsskapir, og so hava al- mennu myndugleikarnir í ov stóran mun lyndi til at tváa sær um hendurnar, og halda, at tann heilaga grøv- in er væl vard. Men nú haldi eg tað má verða meira upp til tað almenna at vera ein meira virkin leikari á økinum. Í hesum sambandi er neyðugt at gera greitt, hvørja áskoðan tað al- menna hevur á rúsevni, rús- drekka og á, hvussu trupul- leikar, ið standast av mis- nýtslu, eiga at verða loystir. Viðvíkjandi rúsevnum er tað at siga, at narkotisku rúsevnini skulu undir ong- um umstøðum loyvast. Her er tað stóra arbeiðið at skipa góð viðgerðartilboð, at skapa karmar um eitt gott fakligt umhvørvi fyri tey, sum arbeiða við at við- gera rúsevnismisnýtarar. Eisini er alneyðugt at upp- lýsa ung um vandan við rúsevnunum, og at skapa karmar um ein gerandis- dag, har tey ungu ikki fella í rúsevnanýtslu. Tað fyri- byrgjandi arbeiði á hesum økinum vigar tungt. Í 1992 avloysti verandi rúsdrekkalógin ta gomlu, sum var frá 1917. Fyrsta grein í lógini ger greitt, hvat endamálið er: "Enda- málið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rús- drekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum". Orsøkin til, at landið fór undir at selja rúsdrekka, var at fyribyrgja og avmarka skaðan av rúsdrekka, og at fáa lóglig og skipað viður- skifti á økinum. Hvussu nógv, hvussu ofta, og hvat ið drukkið verður, stendur til hvønn einstakan at gera av. Síðani lógin kom í gildi, hevur ikki stórvegis verið gjørt frá almennari síðu við at fylgja lógini upp. Tað er tí í tøkum tíma, at vit fara í holt við at orða ein almenn- an rúsdrekkapolitikk. Hesin verður orðaður saman við fólkaheilsupolitikkinum, tí rúsdrekka er, um tað verður misnýtt væl at merkja, sum áður nevnt eitt av teimum stóru heilsuskaðiligu økj- unum, ájavnt við tubbak. Tað hevur víst seg, at rúsdrekkalógin hevur havt eina tálmandi ávirkan á, hvussu drukkið verður í Føroyum. Í fyrru helvt av nítíárunum var lítil broyt- ing í søluni hjá Rúsdrekka- sølu Landsins, frá einum ári til annað, men seinnu árini hevur verið vøkstur í nýtsluni, til hon í 2003 minkaði. So tað, at atkom- an til rúsdrekka er av-mark- að, hevur havt hepna ávirk- an á rúsdrekkanýtsluna. Rúsdrekka er enn ein veitsludrykkur í føroyska samfelagnum, heldur enn ein gerandisvøra. Vit nýta rúsdrekka fyri at markera, at okkurt serligt er á vási. Tað vil siga, at óttin fyri tí ólevnaði, sum nógv av okkum hildu fór at ein av- leiðing av rúsdrekkasøluni, var ógrundaður. At rús- drekka enn er ein veitslu- drykkur og ikki til gerandis haldi eg vera eitt positivt eyðkenni, sum vit eiga at royna at varðveita. Og vit eiga eisini at ar- beiða fyri, at nýtslan verður verðandi nøkulunda støð- ug. Hvør eigur heiðurin? Rúsdrekkalógin? Allar eld- sálirnar í teimum sjálv- bodnu felagsskapunum? Blái Krossur, Heilbrigdi, Frelsunarherurin, fráhalds- rørslan, losjurnar? Her eru nógvir partar, sum hava havt sína hepnu ávirkan á tað føroyska drykkju- mynstrið. Eisini tað almenna má nú taka sín part av hesum ar- beiði. Saman við øllum pørtunum, ið nevndir eru omanfyri, skulu vit nú geva rúsdrekkapolitikkinum høga raðfesting. Lat meg enda við at ynskja Bláa Krossi hjartaliga tillukku við 100 ára skeiðinum í áhaldandi og ídnum arbeiði við fyri- byrging móti oyðandi rús- drekkamisnýtslu, einstak- lingunum, familjunum og samfelagnum at gagni. Og góðan byr frameftir segði landsstýrismaðurin. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður: – Viðgerðin av rúmisnýtarum má samskipast betur Løgmaður setti rúsevnisráðstevnu: – Vit mugu ongan- tíð missa vónina Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður: - Tað almenna eigur at tryggja sær, at viðgerðarvirksemið í sambandi við rúsmisnýtarar , sum fer fram uttanfyri tað skipaða heilsuverkið, lýkur ávís krøv til góðsku. C M Y K 19 18