fríggjadagur 29. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú stundar aftur til Fim-
leikafagnað. Skipað verður
fyri Fimleikafagnaði annað
hvørt ár, og í ár verður
fagnaðurin 6. og 7. nov-
embur 2004 í Norður-
landahúsinum.
Hetta er 10. ferð, fim-
leikafagnaðurin verður. Í ár
verða tríggjar framsýningar.
Ein leygarkvøldið 6. nov-
ember kl. 18 og tvær
sunnudagin 7. november kl.
15 og kl. 18.
Fimleikafagnaðurin er
eitt tað størsta tiltakið,
sum Føroya Fimleikasam-
band skipar fyri. Her verður
fimleikur vístur á ein øðrvísi
hátt. Feløgini fáa eitt evni,
ið tey skulu lýsa við fimleiki
og framførslu, ljóði og ljósi
og samanspæli og heildar-
mynd.
Evnið í ár er
"Bíbliusøgur"
Átta dómarar eru valdir at
døma. Fýra av hesum dóm-
arum nýtast einki ávíst
samband at hava við fim-
leik, men miðað verður eftir
at finna dómarar við ymisk-
um førleikum í fjølbroyttari
vinnu. Hinir fýra dómararnir
velja luttakandi feløgini, og
hesi fólk skulu kenna til
fimleik.
Dómararnir fáa 15 - 20
minuttir eftir framførslur-
nar hjá feløgunum at tosa
saman, og síðan leggur ein
teirra fram, hvør vinnarin
er.
Í ár hava fýra feløg
meldað til. Tey eru:
Fimleikafelagið Flog,
Fimleikafelagið Støkk,
Fimleikafelagið Ljósið og
Havnar Fimleikarfelag. Tey
hava umleið 100 luttakarar
hvør í øllum aldri. Feløgini
hava 15 minuttir at
framføra teirra lýsing av
evninum við breiddini í
feløgunum.
Avgerðin, hvør hevur lýst
ársins evnið "Bíbliusøgur" á
besta hátt, fellur aftaná
framførsluna sunnukvøldið
kl. 18.00.
NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK NOVEMBER 2004
TILTØK NOVEMBER 2004
Fríggjadagur 05. Kl. 20.00
Føroyskur barnadansur. Dansifelagið í Havn (FO)
og Norðurlandahúsið skipa fyri.
Leygardagur 06. Kl. 18.00
Fimleikafagnaðurin 2004 (FO) Fimleikakapping við
temanum - Bíbliusøgur.
Sunnudagur 07. Kl. 15.00
Fimleikafagnaður 2004 (FO) Fimleikakapping við
temanum - Bíbliusøgur.
Sunnudagur 07. Kl. 18.00
Fimleikafagnaðurin 2004 (FO) Vinnarin verður funnin.
Fríggjadagur 12. Kl. 19.30
CROSSROADS, Multikulturelt musikshow fra Grønland.
Atgongumerki kr. 225.- fáast á Kunningarstovuni og í
Húsinum.
Fríggjadagur 12. Kl. 14.00
Føroya Felag ímóti Krabbameini - 25 ára hátíðarhald.
Fríggjadagur 12. Kl. 20.00
Føroyskur barnadansur. Dansifelagið í Havn (FO)
og Norðurlandahúsið skipa fyri.
Týsdagur 16. Kl. 20.00
Klipp - Atlantis Bio í Klaksvík vísir filmin "Brødre"
Mikudagur 17. Kl. 20.00
Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins vísir filmin
"Brødre". Leikstjóri Susanne Bier, Danmark 2004, 110
min.
Hósdagur 18. Kl. 20.00
Klipp - Suður Bio á Tvøroyri vísir filmin "Brødre"
Hósdagur 18. Kl. 12.00
Fyribyrgingarráðið Ráðstevnu. Evnið er fólkaheilsa.
Fríggjadagur 19. Kl. 18.00
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin (FO).
Fyriskipari. Mentamálaráðið
Fríggjadagur 19. Kl. 20.00
Føroyskur barnadansur, Dansifelagið í Havn (FO)
og Norðurlandahúsið skipa fyri.
Hósdagur 25. Kl. 09.00
Ráðstevna, Nýskapan 2004 (FO). Ráðstevna um
nýskapan sum lykil til búskaparligan vøkstur í føroyskari
vinnu.Fyriskipari er Virkisráðgeving.
Fríggjadagur 26. Kl. 09.00
Ráðstevnan "Nýskapan 2004" heldur fram.
Fríggjadagur 26. Kl. 20.00
Føroyskur barnadansur, Dansifelagið í Havn (FO) og
Norðurlandahúsið skipa fyri.
Sunnudagur 28. Kl. 15.00
Bókadagurin 2004 (FO) - nyggjar føroyskur bøkur -
upplestur søla - bøkur verða signeraðar. Serligur gestur
á bókadegnum er Arthur Krasilinikoff við bókini "Hvalens
Øje" - um barndómsdagar í Føroyum í 50 árunum.
Norðurlandahúsið og kaffistovan eru opið soleiðis:
Gerandisdagar kl. 10.00-17.00,
leygardagar 11.00-17.00
og sunnudagar kl. 14.00-17.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
FILMAR, FRUMSÝNDIR Í NOVEMBER:
BRØÐUR FARA EISINI
TIL TVØROYARAR OG
KLAKSVÍKAR
Klipp. Filmsfelag Norðurlandahúsins fer nú
undir enn ein vetur, og fyrsti filmurin á skránni
er ársins danski stórfilmur, Brødre. Umframt at
verða vístur í Havn verður hann at síggja í Vági
og Klaksvík
Ársins fyrsti filmur er spildurnýggjur og danskur. Eftir
tann nógv rósta Elsker dig for evigt hevur Susanne Bier
fingið stóra viðurkenning fyri sín nýggjasta spælifilm,
Brødre. Eitt metstórt tal av
fólkum hava sæð filmin í
Danmark, hann hevur longu
fingið fleiri virðislønir, og nú
verður hann gjørdur klárur til
amerikanarar, sum hava
biðið um at fingið filmin
vestur um hav.
Í høvuðsleiklutunum eru
Ulrich Thomsen, Nikalaj Lie
Kaas saman við Hollywood-
stjørnuni Connie Nielsen,
sum fyri fyrstu ferð er í
donskum filmi. Filmurin er
sterkur, hugvekjandi og rørandi. Teir
báðir brøðurnir Michael (Ulrich Thomsen) og Jannik
(Nikolaj Lie Kaas) eru so ymiskir, sum teir kunnu vera.
Tann fyrri hevur fullkomiliga tamarhald á sínum lívi við
karrieru í herinum, vøkru konuni Sarah (Connie Nielsen)
og tveimum fittum døtrum. Jannik harafturímóti livir eitt
letilív og kennir dugir ikki altíð at skyna millum rætt og
rangt.
Tá ið Michael verður sendur til Afghanistan fyri ST og
ikki kemur afturíaftur, broytast viðurskiftini millum
brøðurnir brádliga. Sarah troystar seg í ørmunum hjá
Jannik, sum knappliga fær ábyrgd. Alt verður enn eina-
ferð vent á høvdið, tá ið Michael vendir heimaftur frá
skelkandi fangalegu í afghansku fjøllunum.
Susanne Bier hevur latið altjóða kreppurnar, sum vit
hava upplivað seinastu árini, fáa ein týðandi leiklut í
filminum. Hon sigur sjálv soleiðis um filmin: "Filmurin
snýr seg um broytingina í heimsmyndini, sum er hend í
okkara samfelagi. Ein viðurkenning av, at kríggj og
yvirgangur eisini eru okkara millum, og at vit ikki longur
eru ein lítil vardur alheimur."
Søguna hevur hon ment saman við leikritahøvundinum
og leikstjóranum Anders Thomas Jensen, og filmurin er
upptikin á støðum í Keypmannahavn og Almera í Spania.
Tað er við stórari gleði, at filmsfelag Norðurlanda-
húsins bjóðar tann kanska mest umrødda norðurlendska
filmin í ár til føroyingar, ikki bara í Havn, men eisini í
Klaksvík og á Tvøroyri.
Brødre verður sýndur í Atlantis Bio týskvøldið
16.november, í Norðurlandahúsinum mikukvøldið
17.november og í Suður Bio 18. november. Øll kvøldini
klokkan 20.
Brødre verður sýndur í Atlantis Bio týskvøldið 16.november, í Norður-
landahúsinum mikukvøldið 17.november og í Suður Bio 18. november.
Øll kvøldini klokkan 20.
Crossroads er størsta
grønlendska satsið
nakrantíð uttanlands.
Spennandi samanrenn-
ingin verður í Norður-
landahúsinum 12.
november
Eksotiskt, etniskt og eufo-
riskt. Ein bráðpanna av
ymiskum mentanum. Fjøl-
táttað tónlist smeltað sam-
an. Nakað soleiðis kann
"Crossroads", sum
verður í Norðurlandahús-
inum fríggjakvøldið 12.
november klokkan 19.30,
lýsast.
"Crossroads" er heitið á
tiltaki, sum sprettur úr
Nuuk í Grønlandi, har NAPA
fyriskipaði eina fjølmentan-
arliga tónleikastevnu í
november 2003.
Ymsar tónlistagreinar
vórðu umboðaðar av tón-
leikarum úr ymsum londum.
Teirra bakgrund var sera
ymisk: Samisk joik, djemba-
trummur av Fílabeinstrond-
ini, streingjaljóðføri úr
Senegal, svenskur fólka-
sangur, klassiskur klaver-
tónleikur, opera, tvørfloyta,
grønlendskur rocktónleikur,
grønlendskur kórsangur og
trummudansur úr Sibiria,
Grønlandi og Alaska.
Við øðrum orðum er
talan um teir bestu grøn-
lendsku tónleikararnar, sum
hava arbeitt saman við
norðurlendskum starvsfel-
øgum, har tónleikurin er
samansmeltaður, fusioner-
aður, á kross. Hiðani orðið
Crossroads ella krossvegur.
Klassiskur tónleikur møtir
rocktónleiki. Meistarar hitt-
ast á trummum. Vit hoyra
norðurlendskar røddir og
siðvenjuberarar, sum hitt-
ast í síni egnu verð.
Higartil eru nakrar fúk-
andi og rúkandi konsertir
spurdar burturúr á kon-
sertferðini í Norðurlondum.
Nú er túrurin komin til
Norðurlandahúsið í Tórs-
havn, og tey, ið vilja hava
nýggjan íblástur ella bara
vilja verða blást ígjøgnum,
kunnu fáa eina óvæntaða og
heilt øðrvísi frumuppliving,
lova fyrireikararnir.
Listarligi leiðarin eitur
Indra Lorentzen og hon
hevur samstarvað við
Wolfgang Plagge, sum er
tónlistarligur leiðari, ljós-
skaparan Øyvind Wangen-
steen og ljóðmannin Roy
Knudsen.
Atgongumerki fáast á
Kunningarstovuni í Húsinum
og kosta 225 krónur.
Skráin fyri Crossroads er
sera fjølbroytt og sær
soleiðis út:
• "King Island Dancers"
framføra siðvandan Inuit
dans og trummudans frá
Nome umráðnum í Alaska.
• "Från Senegal til
Setesdal" er ein norskur
bólkur. Teir framføra
fusiónstónleik á norskum
kontra afrikanskum fólka-
tónleik.
• Manskórið Qissiat Kalaait
frá Grønlandi. Nýgjørt
manskór við djúpum rødd-
um, ið fylgja grønlendsku
kór-siðvenjuni.
• Chilly Friday frá Grøn-
landi, ið eru ein tann best
umtókti rockbólkurin í
Grønlandi við teirra heilt
egna ljóði.
• Klassiskir tónleikarar frá
Grønlandi, Noreg og Holl-
andi. Skulu í hesum tiltak-
inum við hesum konsept-
inum hava eitt møti á sama
støði sum Chilly Friday.
• Cissokho & Ellika duo,
Noreg, Senegal og Svøríki.
Vinnararnir av BBC Music
Awards, World Music
2003 í greinini "Boundary
Crossing", og eisini inn-
stillað til Nordisk Råds
Musikpris 2003.
• Sameland. Við kroppinum
sum gróðrarbotni og
heimstónleikinum sum
íblástri hevur joikarin Johan
Sara Jr. funnið sín heilt
serstaka hátt at framføra.
• Sibiriskur strubesangur
frá Kamhatka í Russlandi.
• Indiskur Tablaspælari. Jai
Shankar Sehajpal verður
ofta skýrdur at vera tann
dugnaligasti Tablaspælarin í
Evropa.
• Eysturgrønlendskur
trummudansur.
• Cirkus og gykl.
• Modernaður dansur.
• Scenugrafi-listarfólk.
• Ungdómsbólkur frá Nuuk.
GRØNLENDSKUR TÓNLEIKUR
BLANDAÐUR VIÐ HEIMSTÓNLEIK
Tá ið stundar til jóla fer
Føroyar Symfoniorkestur at
hava eitt serligt tiltak fyri
børnini og familjuna í
Norðurlandahúsinum.
Tiltakið verður
leygardagin 4. desember
og saman við
symfoniorkestrinum verða
frásøgumaður, jólamaðurin
og stórt barnakór. Hetta er
eitt samstarv millum
Norðurlandahúsið,
Symfoniorkestrið og
Sanglærarafelagið.
Endamálið við
familjukonsertini er at fáa
børn og ung at lurta eftir
klassiskum tónleiki og venja
seg við at hoyra eitt
Symfoniorkestur. Og
samstundis verður hetta
eitt høvi at koma í jólahýr á
tann hugnaliga mátan. Á
konsertini framføra
barnakórið og orkestrið
kend jólaløg. Eisini verður
høvi hjá børnum og
foreldrum at syngja við í
kendu jólasangunum, og
helst verður okkurt gott at
fáa frá jólamanninum.
FAMILJUKONSERT VIÐ SYMFONIORKESTRINUM
Barnadansurin í Norður-
landahúsinum er
drúgvasta tiltakið, Norð-
urlandahúsið hevur fyri-
skipað. 21. árið á rað
verður í vetur skipað fyri
barnadansi. Dansurin er
hvørt fríggjakvøld klokkan
20. Endamálið við tiltak-
inum er at læra børnini
kvæðaskap okkara og
harvið kveikja teirra
áhuga og varðveita
kvæðini sum ein livandi
part av okkara mentan.
Tað eru Dansifelagið í
Havn og Norðurlanda-
húsið, sum øll árini hava
skipað fyri barnadans-
inum.
BARNADANS-
UR AFTUR Í
VETUR
LISTASTEVNA
FØROYA 2004
TAKKAR
Áskoðarum og áhoyrar-
um fyri góða undirtøku.
Listafólkunum, sum lut-
tóku.
Grunnum og stuðlum fyri
dyggan fíggjarligan
styrk:
Norðurlandahúsið
Tórshavnar býráð
Føroya sparikassi
Mentamálaráðið
Dimmalætting
Flogfelag Føroya
Atlantic Airways
Hotel Føroyar
Mentanargr. Landsins
Grunnurin Nuuk-
Tórshavn-Reykjavík
Klaksvíkar býráð
Det Norske Veritas
Ísborg p/f
Skipafelag Føroya
Reyni Service
Listastevnuvinum:
Føroya Lívstrygging
Føroya Tele
Kaupthing Føroyar
Mjólkarvirkið
Búnaðarmanna
Postverk Føroya
SEV
Sirri pf.
SMS pf.
Tryggingarfelagið
Føroyar
Øllum samstarvsfeløg-
um, sum gjørdu sítt til,
at Listastevnan gjørdist
veruleiki.
Vit hittast aftur 5.-14.
august.
Norðurlendska ráðharra-
ráðið letur á hvørjum ári
føroyingum 70.000 krónur
í ferðastuðli. Enn er pen-
ingur eftir at søkja um í ár.
Tað er Norðurlandahúsið
í Føroyum, sum umsitur
skipanina, og peningurin
verður latin føroyingum,
sum eru við í sjálvbodnum
norðurlendskum samstarvi.
Treytin fyri at fáa stuðul
er, at minst trý av hesum
londum eru við: Áland, Dan-
mark, Finnland, Føroyar,
Grønland, Ísland, Noreg,
Sámaland og Svøríki.
Stuðulin verður latin ein-
staklingum við tí í hyggju,
at viðkomandi kann tilogna
sær norðurlendskan før-
leika, sum samstundis kann
gagna einum skipaðum
bólki ella felagsskapi. Latn-
ar verða í mesta lagi 2700
krónur, og upphæddin skal
nýtast til ferðaseðil. Í
mesta lagi tvey fólk fáa
stuðul til sama tiltak.
Umsóknir skulu sendast
til Norðurlandahúsið.
FERÐASTUÐUL EFTIR TIL
NORÐURLENDSKT SAMSTARV
FIMLEIKAFAGNAÐUR
VIÐ BÍBLIUSØGUM
Bókadagurin verður sunnu-
dagin 28. november klokk-
an 15 í Norðurlandahús-
inum. Hesaferð kemur
forvitnislig vitjan úr Keyp-
mannahavn
Danski rithøvundurin
Arthur Krasilnikov búði sum
smádrongur undir Varða í
Havn. Í september gav
hann út bókina "I hvalens
øje", sum er ein endur-
minningarskaldsøga um
hesi barnaárini frá 1945 til
1950 í Havn. Norðurlanda-
húsið hevur bjóðað Arthur
Krasilnikov til Føroya í sam-
bandi við Bókadagin.
Bókadagurin er skipaður
sum ein bókakafé við fram-
sýningum av bókum, sum
eru útkomnar á føroyskum
hetta árið. Í ár verður eisini
pallborðskjak á skránni, har
føroysk ummælarahevd
verður viðgjørd.
Annars minnir tiltakið um
eina bókamessu, har fólk
kunnu koma og fara, sum
teimum lystir, síggja ella
keypa bøkur og fáa sær ein
drekkamunn, meðan tey
lurta eftir upplestri ella
samrøðum við rithøvundar
um verk teirra.
Tað er Rithøvundafelagið,
sum saman við Norður-
landahúsinum skipar fyri.
Bókasølan stendur fyri
framsýningini av bókum.
EIN SEINNAPARTUR VIÐ BÓKUM
OG HØVUNDUM
C
M
Y
K
21
20