Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 23 FRÍGGJADAGS- KRONIKKIN Sámal Matras Kristiansen Í kjalarvørrinum av dúgliga kjakinum um rættin til fría fosturtøku á Føroya landi hevur ein annar, kanska enn meiri áhugaverdur og prinsipiellur spurningur stungið seg upp. At kjakið fyri og ímóti fosturtøku skuldi gerast so mikið eldfimt, er jú ikki minst fyri at takka, at m.a. danski politikarin, SF’arin Kamal Qureshi saman við "Kvindeligt Selskab" vóru farin undir eina innsavning at bøta um støðuna hjá teimum føroysku kvinn- unum, ið ynskja fosturtøku, men av ymiskum orsøkum ikki hava møguleikan til tess. Hetta hevur vakt øði í nógvum føroyingum. Van- liga fatanin er, at danir (ella útlendingar?) ikki eiga at blanda seg í hvussu vit hó- reiggja okkum her á klett- unum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða fyri borg- um, eisini hóast vit í stóran mun bert eru "føroysk uttaná, men danir innaní", sum Pipar og Salt einaferð kvóðu so beinrakið. Eg vil loyva mær at tríva í nakrar av grundgevingunum móti danskari (útlendskari?) innblandan. - At danskir politikarar gjøgnum felagsskapir leggja seg út í okkara viðurskifti er óhugnaligt! Hvat verður tað næsta, sum onkur tilvildarligur út- lendskur politikari fer at leggja seg út í? (Rúna Sivertsen í Sosialinum 23.okt.) - At danskir fólkatings- limir nú koma her og bjóða sær til at forkoma okkum í fosturlívi, er ein so stór provokatión ímóti Føroya fólki, sum vii ikki undir nøkrum umstøðum kunnu góðtaka. Okkara mentanar- liga, sosialt og etiskt skulu vit hava loyvi at seta sjálv. (Katrin Dahl í Dimmu 22.okt.) Tað m.a. hesi føroysku konufólk tykjast vilja siga, er at tað bæði er "óhugna- ligt", ja "ein provokatión", at útlendingar (danir?) royna at siga okkum hvar skápið skal standa. Hug- burðurin tykist vera, at vit í Føroyum helst munnu vita einabest hvussu vit skullu innrætta okkara egna sam- felag. Hetta er sjálvsagt einki tápuligt argument, ið einans botnar í fremmanda- hatri og nalvaskoðan, sum summi kanska hava lyndi til síggja tað sum. At vilja ræða sær sjálvum er eitt aldarlangt fyribrigdi, ið helst liggur djúpri í føroy- inginum enn flest okkara munnu gera sær far um. At vilja ræða sær sjálvum skal í mestum brøgdum síggjast sum ein avbera styrki, ið fær fólk at velja aðrar leiðir enn bara "at fylgja við streyminum". Tað, ið skriv- að verður í hesi grein stend- ur tískil als ikki í andsøgn við hugburðin um sjálvræði og sjálvsábyrgd, hóast summi kanska munnu tulka tað so. Katrin Dahl (Dimmalætting, 22.okt.) slær í grundini høvdið á seymin, tá hon viðger eymt punkt. "Hevði mamma mín havt tann hugburð, sum er frammi í dag, um fría fost- urtøku, og hevði tað verið frí fosturtøka, tá mamma mín átti síni børn, var eg ivaleys ongantíð komin í verðina, sum nummar fimm barn í seks ár. Heldur ikki mínum trimum yngru systr- um hevði verið lív lagað, og kanska onkur av teimum eldru eisini var skolaður út. Ein óhugnaligur tamki, haldi eg sjálv. Øll mín familja hevði ikki verið til. / Um vit høvdu havt fría fosturtøku, og hugburðurin hjá kvinnum hesi seinastu 100 árini var, at nógv børn eru ein trupulleiki, so vóru vit spard fyri at halda lív í smáplássunum. Har hevði alt lív langt síðan verið útdeytt av sær sjálvum." At eiga børn kann jú í stóran mun eisini vera ein háttur at tryggja góð livikor á smáplásum - og tað er kanska tí at fosturtøka er meiri útbreiddi býum enn á bygd; og meiri útbreidd í Danmørk enn í Føroyum. Føroyski politiski dunnuhylurin At tað hinvegin skal vera "óhugnaligt" ella enntá "ein provokatión" við útlendsku innblandingini, er hinvegin at fara ov langt í hesum máli. At tað skal vera galið, at onnur koma við sínum meiningum um hvat hendir í serføroyska dunnuhylin- um, er ringt at síggja. Hetta merkir sjálvandi, at ruðul- leiki verður millum gvagg- andi politikkararnar, ið flest allir royna eftir næsta turra fransbreyðsbitanum, ið verður kastaður. At Kamal Qureshi blakar ein stein í hylin sum onkur óskikkiligur smádrongur, meðan dunnurnar vænta sær góðbitar frá "vøks- num", donskum blokk- stuðulsmenniskum úr eini aðrari verð, er sjálvandi mikið strævið fyri føroysku dunnupolitikararnar, ið sum vera man flagsa runt í ørviti og gvagga upp í nevið á hvørjum øðrum. Soleiðis gongur kjakið í føroyska dunnuhylinum. Gvaggan um breyðmolar er tað, ið umræður. Hendur ein verulig ólukka, ja tá er betri at flýggja avstað og krógva seg handan grein- arnar til vandin er hasaður av. Ja, hví skulu útlendingar blanda seg í føroysk viður- skifti? Hví kunnu vit ikki sleppa at hava okkara hugnaliga dunnuhyl í frið? Spurningurin skal kanska svarast við at venda øllum kjakinum. Hví halda føroy- ingar seg hava rætt at hava sínar meiningar um hvat hendir í londunum kring um okkum? Hví eru føroy- ingar nóg góðir til at brýggja seg um støðuna í USA, Danmørk, Ísrael, Irak o.s.fr., meðan øll onnur fólk í heiminum ikki eru nóg góð at brýggja seg um støðuna í Føroyum? Hví er tað óhugnaligt og skaðiligt, tá onnur harta okkum fyri okkarar skeivleikar, meðan vit glaðiliga senda misjón- erar til lond kring heimin at umvenda vantrúgv til kristindóm? Dupultmoralurin í før- oyska dunnuhylinum angar av lættflótandi fransbreyðs- skvøtti. Føroyingar (og jødar og republikanskir amerikanarar?) eru Guðs egið fólk. Føroyar eru eitt lítið paradís, ið er stýrt av Guðs vilja og vælvild, og her man einki ganga galið, so leingi sum "óhugnalig" árin uttaneftir ikki ávirka okkum og skaða várt land. Føroyar - eitt Norður- atlants Afghanistan? Tað sama hugsaðu nakrir skeggjutir menn uppi í høgu fjøllunum í Afghan- istan fyri nøkrum árum síðani. Í einum fjarum fjallalandi, ið eingin hevði sýnt áhuga, síðani sovjett- isku innrásina í 80’unum, høvdu fundamentalistiskir muslimar - talibanar nevnd- ir - bygt upp eitt reinleikans samfelag. Í hesum sam-fe- lagi varð alt stýrt av Guðs orði. Tónleikur var bann- aður, aldargamlar Buddha- standmyndir vóru sprongd- ar til nevagrús eftir fáum sekundum og konufólk skuldi ganga í stásiliga Bhurka-plagginum, fyri ikki at eggja fremmandum mannfólki at gera seg inn á tey. Reinleiki var eftir- strembaður, og reinleiki var funnin - høgt upp í hesum fjarskotna talibanríki. Endin varð tó - sum kunnugt - at hesir skeggjutu menninir vórðu niðurbardir við hermegi, og kvinnurnar frelstar úr trælahafti teirra. Hesin eftirstrembaði rein- leikin var vorðin so fanat- iskur, at hann í vesturheims eygum var at meta sum "óndska". Tað, ið skeggjutu talibanarnir hildu vera reinleika og vakurleika, var í veruleikanum óndska, undirkúgan og fanatisma - sæð úr eygum Vesturheim- sins. Hetta var úrslitið av, at eitt land í nærum tvey áratíggju hevði verið uttan fyri alheimssamfelagið og tess (eftir mínari fatan) sunna kritikki. Í okkara egna norðurat- lantiska "Talibanistan" eru føroyingar, ið hava líknandi fatanir av heiminum. Okk- ara glæstrimynd av rein- leika og vakurleika skal ikki órógvast av kritikki uttaneftir. Til alla lukku eru Føroyar als ikki gloymdar í útheiminum. Føroyar eru ein partur av Evropa, og øll okkara grannalond hava ein ávísan áhuga í tí, ið hendir á klettunum. Tað er einki annað enn sunt fyri eitt lítið land sum Føroyar, at fólk geva av grovfílini viðhvørt og vekja svøvntungu dunnupolitikararnar úr teirra tornurósusvøvni. Nær fer Vesturheim- urin at bumba Føroyar? Hvussu galið tað kann ganga, tá føroyingar byrja at ganga løgnar leiðir, ið ikki hóska inn í fatan Vesturheimsins, eru dømini serstakliga nógv um. Populistiskir flokkar og felagsskapir í útlondum ynskja einki heldur enn at sleppa at "frelsa" øðrum (les: ørum) - tað veri seg talibanum, muslimum ella føroyingum - frá eini óndskunnar vandaleið inn í fundamentalismunnar tøl- andi tilveru. Í danska blaðnum In- formation stóð m.a. ein grein nú seinasta vikuskifti (23. okt.), har tvær hálva- kademiskar kvinnur, Karen H. Lennert og Annika Smith (báðar stud.scient. soc.) førdu eina lesara- brævsherferð móti grógv- andi fundamentalismuni í Føroyum. Men hóast tær eru dekan ov einsporaðar í teirra kritikki av føroyskum viðurskiftum, so meti eg at tær røra við nakrar sera áhugaverdar trupulleikar við føroyska almenning- inum. Í fyrstu syftu skriva tær, at "[tað er] talan um eina álvarsliga misskiljing, tá man frá føroyskari síðu viðger rættindi kvinnanna sum eitt innanhýsis mál, ið einans hevur við føroyska fólkið at gera. Rættindi kvinnanna er fyrst og fremst eitt mál, ið tekur støði í altjóða samtyktun- um, ið Føroyar og Dan- mørk hava gingið við til. Tískil snýr tað seg ikki um, at danski staturin ógildar Føroya innanhýsis sjálv- ræði, men hinvegin um, at Føroyar […] eisini mugu vænta, at tað verða sett teimum krøv uttaneftir. Opna fólkaræðið ger tað júst møguligt hjá [sam- felags]bólkum at staðfesta teirra rættindi tvørtur um landamørk." (týtt úr donsk- um) Trupulleikin ið nomið verður við, er at føroyingar í einum alheimssamfelagi ikki kunnu vænta at sleppa at hóreiggja sær sum teir vilja. Føroyingar eru ei longur einans føroyingar. Og føroyingar eru heldur ikki einans danskir stats- borgarar í Føroyum. Nei, føroyingar eru alheims- borgarar - kosmopolittar - um okkum líkar tað ella ikki. Vesturheimurin setir øllum vesturlendskum tjóð- um krøv um opinleika, og tey, ið ikki lúka hesi krøv verða skýrd sum "ikki rættsiktaði" ella "funda- mentalistar". Hvussu galið tað kann ganga, tá ið "før- oyska vørumerkið" kemur í ilt ljós, sýna Karen H. Lennert og Annika Smith í endanum á sama lesara- brævi: "Vit geva Høgna Hoydal rætt, tá ið hann ferð eftir ferð vísir á, at ríkisfelags- skapurin er við til at fáa føroyingar at renna undan ábyrgd. Í hesum saman- hangi er sostatt talan um at renna undan ábyrgdini í mun til rættindini hjá før- oyska borgaranum. Hetta kjakið [um fosturtøku, red.] kundi tískil verið nýtt til at hugsa um hvat image man ynskir at vísa á í framtíðini [./.] Spurningur hevur verið reistur av bæði Nased Khader og Kamal Qureshi í Danmørk. Tað er jú hug- kveikjandi, at javnstøðu- spurningurin kemur frá dønum, ið ikki eru upp- vaksnir við siðbundnu rørsluræðsluni mótvegis djúpu moralsku tvídrátt-un- um í ríkisfelagsskapinum. Tað ger teir kanska meiri klársýndar hvat viðvíkur dupultmoralin í danska samfelagnum, tá man einu- megin fordømir religiøsar fundamentalistar í útlond- um, meðan man samstundis velur at halda, at tílíkt ikki er at finna innanvert ríkis- felagsskapin, í hesum føri í Føroyum". (týtt úr donsk- um) Líkamikið hvat man ann- ars heldur um fostur-tøku- málið, so tykist eyðsýnt, at tað er eitt mark fyri hvussu "løgnir" og "fundamental- istiskir" føroyingar kunnu loyva sær at vera um vit vilja vera tikin fyri fult í alheims samfelagnum. Hin- vegin eiga føroyingar at vera ernir av, at útlendingar tíma at brýggja seg um hvat hendir heima á Klettunum. Føroyingar hava í allar tíðir dugað at tikið nýggjar siðir til sín og samantvinna teir við gamla føroyska sið- venju. Sjálvandi er langt frá alt rætt, ið kemur uttan úr heimi. Men bara at krúpa inn í sína tryggu gágguskel og bíða eftir at "vandin" er av, tað er helst bara við til at gera ímyndina av Føroyum enn verri í útlondum. Føroyar, fosturtøka og fundamentalisma Líkamikið hvat man annars heldur um fostur-tøku-málið, so tykist eyðsýnt, at tað er eitt mark fyri hvussu "løgnir" og "fundamental-istiskir" føroyingar kunnu loyva sær at vera um vit vilja vera tikin fyri fult í alheims samfelagnum, skrivar Sámal Matras Kristiansen í Tinghellukronikkinum í dag Landsstýrismálanevn din er biðin um at kanna embætisførsl- una hjá Hans Paula Strøm, landsstýris- manni, men tað fer nevndin neyvan at gera FRÍTÍÐARSKÚLIN Á TVØROYRI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrismálanevndin fer neyvan at kanna em- bætisførsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýris- manninum í almanna- og heilsumálum. Á løgtingsfundi miku- dagin, heitti Páll á Reyna- túgvu, løgtingsmaður, ann- ars á landsstýrismanna- nevndina um at leggja em- bætisførsluna hjá Hans Paula Strøm undir sjón- eykuna. Løgtingið hevði málið um leiðaran á frítíðar-skúl- anum á Tvøroyri til við- gerðar. Annita á Fríðriks- mørk hevði sett lands- stýrismanninum nakrar at- finningarsamar spurning- ingar um hansara leiklut, tá ið kommunan setti ein lærara í starvið sum fyribils leiðara á frítíðarskúlanum til setti leiðarin kemur aftur úr farloyvi í summar. Og atfinningarnar frá andstøðuni regnaði niður- yvir landsstýrismannin í hesum sambandi. Eitt nú varð hann skuld- settur fyri at seta rættar- trygdina hjá einum borgara til viks, hann var skuld- settur fyri at renna ørindi fyri javnaðarflokkin á Tvøroyri og hann varð skuldsettur fyri at hava góðtikið, at kommunan brúkti beinleiðis ósakligar grundgevingar til at vrakað einasta skikkaða umsøkjar- an til leiðarastarvið. Tað stendur í lógini, at leiðarar á frítíðarskúlum skulu vera námsfrøðingar, altso pedagogar. Hans Pauli Strøm vísti á, at pedagogurin hevði at enda fingið grundgevingar fyri, hví hon ikki fekk starvið og tær grundgev- ingarnar hevði hann góð- tikið. Og tað endaði við, at Páll á Reynatúgvu heitti á for- mannin í lands- stýrismálanevndini um at taka málið upp og at kann embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm í hesum máli. Tekur neyvan málið upp Kári P. Højgaard er formað- ur í Landsstýris-mála- nevndini og hann sigur, at tað er ikki avgjørt, um landsstýrismálanevndin fer at taka málið upp. Hann fer nú at taka spurningin upp við hinar báðar limirnar í nevndini, sum eru Karsten Hansen, ið er næstformaður, og Kjart- an Joensen. Men sjálvur heldur hann ikki, at hetta er eitt mál fyri landsstýrismálanevndina. Hann vísir á, at Pedagog- felagið hevur lagt málið fyri Løgtingsins Umboðs- mann og hann heldur ikki at tað er rætt, at tveir eft- irlitsstovnar hjá tí almenna skulu viðgera sama mál ísenn. – Tá ið Løgtingsins Um- boðsmaður viðgerð málið, vildi tað verið ógvuliga óheppið, at Landsstýris- málanevndin eisini tekur málið upp, sigur Kári P. Højgaard. – Tað ber ikki til, at tveir eftirlitsstovnar viðgera málið samstundis. Hann metir sostatt, at landsstýrismálanevndin fer í hvussu so er ikki at taka málið upp, fyrenn Løgting- sins Umboðsmaður er kom- in við sínari niðurstøðu. Men kemur Umboðs- maðurin til ta niðurstøðu, at embætisførslan hjá lands- stýrismanninum er atfinn- ingarsom, kann tað hugsast at vera eitt mál fyri lands- stýrismálanevndina – Tað kann eisini vera, at umboðsmaðurin kemur til ta niðurstøðuni, at hetta er júst eitt mál fyri Lands- stýrismálanevndina. Les meir aðrastaðni í blaðnum. Hans Pauli ikki undir sjóneyku á hesum sinni Kári Post fer nú at tosa við restina av landsstýrismálanevndini um teir skulu taka embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm. Men sjálvur heldur hann ikki C M Y K 23 22 Dimmalætting Úrvalsbrúkari innan roknskap og EDV Gjaldstovan hevur um hendi Landsrokn- skapin, Búskaparskipan landsins, og ein stóran part av almenna bókhaldinum. Í Gjaldstovuni arbeiða uml. 30 fólk. Kjarnin í Búskaparskipan landsins er Ora- cle Financials. Av øðrum skipanum kunnu verða nevndar: Felags lønarskipan, Bú- skettskipan, Leiðslukunningarskipan og Dátuvøruhús. Fíggjardeildin hevur ábyrgdina at ráðgeva um Búskaparskipan Landsins t.d. í høvuðsbóka-, debitora-, kreditora- og øðrum skipanum. Deildin luttekur, tá ið nýggjar skipanir verða kravfestar og tiknar í nýtslu. Deildin er eisini við í landsroknskapar- og fíggjarlógararbeiðinum. Hon skal somuleiðis vera við til at menna fíggjarstýringina hjá tí almenna og at røkja Búskettskipanina, Leiðslu- kunningarskipanina og heimasíðuna hjá Gjaldstovuni. Talan er um góðar arbeiðsumstøður, bæði tá ið ræður um høli og útbúnað. Gjaldstovan hevur eina flekstíðar- skipan, og í Fíggjarmálaráðnum eru góð kantinuviðurskifti. Meira um hetta er at lesa á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni. Í løtuni nýta o. u. 800 brúkarar Búskapar- skipan landsins. Heimasíða: www.gjaldstovan.fo Nú eitt av okkara dugnaligu starvsfólkum hevur valt at fara undir hægri útbúgving, er eitt starv sum úrvalsbrúkari í Fíggjardeildini á Gjaldstovuni leyst at søkja. Ert tú tann rætta/rætti, kunnu vit bjóða tær eitt spennandi starv innan roknskap og EDV. Ábyrgdarøkið verður at ráðgeva og undirvísa í skipanum undir BSL, gera vegleiðingar og mannagongdir, gera úrrit og annars at skapa kunning við dátum í EDV-skipanum, røkja og menna heimasíðuna og vera við, tá ið nýggj tøkni og skipanir skulu verða tiknar í nýtslu. Tann, sum verður sett/ur, skal hava útbúgving innan roknskap og/ella EDV sum t.d. HH, HA, datanom, datamatikara v.m., hava góðan kunnleika til bókhald, roknskap og til bókhaldskipanir, duga at skriva føroyskt og kenna vanligar skrivstovuskipanir sum outlook, word og excel. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan roknskaparøkið og EDV. Men tey, ið júst hava lokið eina útbúgving, kunnu eisini søkja. Dentur verður lagdur á, at tann, ið verður sett/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð evni at samskifta við onnur, t.d. tá ið undirvíst verður í skipanum. Í byrjanartíðini verður upplæring um tær neyðugu skipanirnar. Lønar- og setanarviðurskifti eru samb. sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjar- málaráðið alt eftir útbúgving og royndum. Arbeiðstíðin verður 39 tímar um vikuna. Umsókn við skjølum og CV skulu verða Føroya Gjaldstovu, Boks 2009, 165 Argjum í hendi innan 8. november 2004. Hans Petur Joensen tlf. 352455, sum er deildarleiðari, er fúsur at svara spurningum starvinum viðvíkjandi.