Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 25 gjørt seinastu 12 árini. Tey vitja ein skúla og barna- garð, eitt barnaheim, privatar familjur, sum eru í neyðstøðu, og fleiri kristnar samkomur. Eisini vera tey við á møtum, sum samkomurnar skipa fyri. Klæðir o.l. verður latið av einstaklingum og pakkað av samkomuni í Ebenezer. Birgir greiðir soleiðis frá um byrjanina til hesa túrar við neyðhjálp. "Tað byrjaði við at Any og Arni Magnussen, úr Klaksvík, vóru í Rumenia í 1990, beint eftir at Ceausescu stýrið var fallið. Tá var sera stórur tørvur á barnaheimun. Tey hoyrdu um ætlanir at keypa nakrar bygn- ingar, sum skuldu byggjast um til barnaheim. Nógvir túrar vórðu gjørdir úr Føroyum næstu árini við útgerð til hesar bygningar, sum før- oyskir handverkarir vóru við til at seta í stand. Í 1995 varð so heimi latið upp, og er tað í dag eitt vælvirkandi barnaheim við umleið 25 børn- um. Børnini fáa eisini undir- vísing á heiminum. Alt hjálpar- arbeiði okkara gongur út frá hesum heimi í dag, til sam- komur, privat treingjandi, skúla og barnagarð v.m. Eg kann nevna at hurðin í barnagarðinum var bert nakrar fjalar. Vit veittu barnagarðinum eina nýggja hurð síðsta heyst. Tað var til stóra gleði, tí tað frysti niður í umleið 25 kuldastig síðsta vetur. Tørvurin í hesum økinum er ógvuliga stórur. Arbeiðsloysið er uml. 80 til 90 prosent. Fyri 12 árum síðan vóru 12 kolaminur í økinum, men nú eru allar stongdar. Tað vóru m.a. kolaminu- arbeiðarar úr hesum økinum, ið gingu kravgongu í Bucuresti og vóru við til at fella Ceausescu stýrið. Støðan er út av lagi vánalig, og tey seta ógvuliga stóran prís upp á hjálpina úr Føroyum, sum er rættuliga reglulig - um várið og um heystið. Vit hava samband við komun- una og eru komnir at kenna borgarstjóran í býnum, sum eitur Uricani. Sjúkrahúsið hevur verið stongt nú í tvey ár. Orsøkin er at tey hava hvørki medisin ella mat at geva sjúklingunum. Tað verður ein roynd gjørd í heyst at lata sjúkrahúsið upp aftur. Ein last- bilur við sjúkraútgerð stendur inni í Eysturoynni og verður sendur til Uricani í november. Har eru í løtuni hvørki sengur ella stólar, snøgt sagt berir veggir", sigur Birgir. Bæði Absalon Matras og Birgir Andreasen eru samdir um, at fátækradømið er ómetaliga stórt, har sum teir koma við neyðhjálp, og at føroyingar hava eitt stórt hjartalag fyri hesum fólkum og gera sítt til, at nøkur av teimum fáa eitt betri lív. Ferðalagið verður burtur í góðar tvær vikur. NEYÐHJÁLP Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit hoyra nógv um, at Føroyar lata ov lítið til menningarhjálp samanborið við onnur lond í vesturheiminum. Men vit hoyra kanska ikki so nógv um øll tey tonsini av neyðhjálp, sum okkara landsmenn sjálvir koyra niður til Eysturevropa fleiri ferðir um árið. At koyra við neyðhjálp til treingjandi menniskjur í fátækum londum er ikki nakað nýtt fyri- brigdi. Í mong ár hava nógvir ymiskir persónar, felagsskapir og sam- komur í Føroyum skipað fyri flutningi av klæðum, teppum, skóm, hospitalsútgerð og øðrum neyðsynjarvørum. Flest øll minnast stóru inn- savningina til Kosovoalbansku flóttarfólkini í 1998, tá send vórðu 90 tons av neyðhjálp. Sjónvarpið var við á ferðini, og Føroya fólk sóu hvar hjálpin fór. Absalon Matras í Klaksvík hevur verið 36 ferðir í Rumenia við neyðhjálp síðan 1994. Rumeniahjálpin v. Birgir Andreasen skipar fyri túrum við neyðhjálp til Rumeina millum eina og tíggjar ferðir um árið. Samkoman Immanuel í Hoyvík, og Robert á Lakjuni í Fuglafirði og Rósing Rasmussen í Runavík skipa eisini fyri nógvum túrum. Fleiri onnur skipa eisini fyri innsavningum og túrum við neyðhjálp til neystødd menn- iskju. Felags fyri allar hesar túrar er, at koyrt verður beinleiðis úr Danmark til støðini har hjálpin verður latin. Helst eru tveir ella tríggir bilførarar við hvørjum bussi, sum skiftast um at koyra. Hesaferð fylgjast ferðaløgini hjá Absalon Matras og Birgir Andreasen allan túrin, til farið verður um markið til Rumenia, tá fara tey til hvør síni økir. Ferðalagið hjá Absalon Matras Ferðalagið hjá Absalon Matras fer hesaferð til Timis-øki, sum er tætt við ungarska markið. Tey vitja privat heim og kristnar samkomur í ymiskum bygdum og býum. Neyðin er stór í hesum økinum, sigur Absalon, sum hevur gott samband við komm- unur og fólk á staðnum, soleiðis at tey sum eru ringast fyri fáa hjálpina fyrst. Nógvastaðni eru bygdavegirnir so vánaligir, at bussarnir ikki kunnu koyra, tá verður neyð- hjálpin ofta koyrd á staðið við hestavognum. Absalon Matras brúkar kjall- arin í Kristianskirkjuni í Klaks- vík sum uppsamlingsstað. Hann fær góða hjálp frá fólki til sorter- ing av klæðunum og økonomiskan stuðul til túrarnar. Hann samstarvar við Balkan- missiónina í Danmark. Hann sendir eisini møblar o.a. í bingj- um til Danmarkar, sum síðan verður sent víðari við rumensk- um bilum, sum eru í Danmark. . Fyrstu árini samstarvaði Absalon við felagsskapin BBS (Broder til Broder Støtte). Ferðalagið hjá Birgir Andreasen Ferðalagið hjá Birgiri Andreasen vitjar sama øki, sum tey hava Neyðin er stór í Rumenia Hósdagin 14. oktober fór eitt ferðalag upp á 16 fólk við trimum bussum fullir av neyðhjálp til Rumenia við Norrønu. Tað eru Absalon Matras í Klaksvík og Rumeniahjálpin v. Birgir Andreasen í Havn, sum skipa fyri hesum flutningi Hósdagin 14. oktober 2004 fór eitt ferðalag upp á 16 fólk við trimum bussum fullir av neyðhjálp til Rumenia við Norrønu. Umframt Absalon Matras og Birgir Andreasen vóru tey: Andrea og Thórleif Isaksen úr Søldarfirði, Billy Hansen av Eiði, Oystein Petersen úr Havn, Jens Sofus Thomsen úr Hvalba, Jóannes Poulsen úr Havn, Rodmundur í Liða úr Havn, Bjarni Poulsen, úr Klaksvík, Jóannes Danielsen úr Havn, Hjalmar Joensen av Eiði, Elisabeth á Høgabóli úr Miðvági, Marjun Simonsen úr Klaksvík, Jacobina Lydersen úr Haraldssundi og Fanny Petersen av Viðareiði Fátækrabýlingur í Uricani í Rumenia Føroyski læknin Rodmundur í Liða við tveimum sekkjum Familja við nógvum børnum fær hjálp Hendan familjan, sum var sera illa fyri, fær nú regluliga hjálp úr Føroyum Hendan familjan við 12 børnum hevur fingið góða hjálp úr Føroyum Birgir Andreasen saman við børnunum í einum barnagarði sum føroyingar hava verið við til at sett í stand Vælnøgdur ungur drongur, sum hevur fingið klæði og lesnað úr Føroy- um til familjuna Vanlig gøtumynd í Rumenia, hestavognar í gøtunum C M Y K 25 24