fríggjadagur 29. oktober 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2004
27
Nýggjur stuðulssátt-
máli er gjørdur mill-
um Tryggingarfelagið
Føroyar og hond-
boltsfelagið H71 í
Hoyvík. Báðir partar
fegnast um samstarv-
ið, sum eisini er ein
roynd hjá Tryggingini
at markera seg innan
fyri hondbóltin
SPONSORAVTALA
Tíðindaskriv
»Sterkir í verjuni og kon-
tantir
í
álopinum«
er
spjaldrið, ítróttareygleiðar-
ar hava sett á bestu hond-
bóltsmanningina hjá H71 í
Hoyvík, sum er komin sera
væl frá byrjan í nýggja
kappingarárinum.
So at siga einki er farið
burturav, men bara eru
spælarar lagstir aftrat í hóp-
inum hjá hoyvíkingum, ið
munnu hava eina ta størstu
verjuna í landinum, um-
framt at teir eru effektivir í
álopsspælinum, har tað
gongur út uppá at skora mál
– uttan nakað roks!
– Eingin ivi er um, at vit
í vetur hava eitt lið, sum er
betri enn liðið síðsta vetur,
sigur liðformaðurin hjá
H71, Halgir Dahl Olesen,
sum sjálvur er ein av lykla-
spælarunum á liðnum.
– Síðsta ár rukku vit
steypafinaluna, sum eisini
var málið hjá okkum, men
nú hava vit nógv fleiri
streingir at spæla uppá, so
tí er nýggja málið, at vit nú
eisini skulu vinna okkum
heiðursmerki í landskapp-
ingini.
Ei undur í, at hoyvíkingar
og fólk í ovara parti av
høvuðsstaðnum eru spent,
nú farið er í holt við eitt
nýtt kappingarár og H71 er
byrjað væl. Og Halgir Dahl
Olesen sigur, at tað so
sanniliga eisini merkist inni
á vøllinum, at áhugin uttan-
fyri er vaksandi.
– Tá vit spældu móti
kollfirðingum herfyri, var
Hoyvíkshøllin á tremur við
fólki, sum vóru komin at
stuðla. Har vóru nógvir
kollfirðingar, men hoyvík-
ingarnir smæddust ikki
burturímillum, og tað hjálp-
ir okkum væl, sum skulu
stríðast inni á vøllinum.
Felag í vøkstri
Soleiðis sum Havnin er
vaksin seinnu árini og eis-
ini fer at gera tað komandi
árini, er mynstrið í stuttum
tað, at tað verður í Hoyvík,
at tað mesta fólkið legst til.
Har eru nógv nýggj hús
bygd seinnu árini, og ætlan-
irnar um at víðka býin
ganga mestsum allar niðan-
eftir.
– Vit hava heft okkum
við, at H71 er eitt felag í
vøkstri, umframt at felagið
ger eitt stórt ungdómsar-
beiði, siga Brynhild Set-
berg og Heðin Mortensen
frá
Tryggingarfelagnum
Føroyum.
– Sjálvandi síggja vit eis-
ini spennandi perspektiv
við styrkta 1. deildarliðnum
hjá H71 í ár, men ikki minst
er tað við tí framskygna
ungdómsarbeiðinum
í
huga, at vit hava valt at tik-
ið upp stuðulssamstarv við
hoyvíkingar.
Virksemi hjá H71 er líka-
sum í tveimum, har teir
virknu limirnir eru í sjálv-
um hondbóltsfelagnum og
hinir í stuðulsfelagnum,
sum burturav syrgir fyri, at
ungdómurin fær bestu um-
støður at íðka hondbólt. Og
limirnir eru nógvir, umleið
250 í hvørjum felagnum.
– Tað er spennandi hjá
okkum at hava fingið H71
sum samstarvspartnara, tí
hetta er eisini eitt slag av
eini byrjan hjá okkum inn-
an hondbóltin, eftir at vit
seinnu árini mest hava
fingist við at stuðla fót-
bólts- og flogbóltsfeløg,
sigur Heðin Mortensen.
– Vit vilja ið hvussu er
gera okkara til, at samstarv-
ið eydnast væl.
Ein ítøkilig avleiðing av
samstarvinum
millum
Tryggingarfelagið Føroyar
og H71 er, at spælararnir
fáa tvey sett av venjingar-
blusum, umframt at 200
venjingarbúnar verða seldir
virknu limunum í felag-
num, frá teimum yngstu til
teir elstu.
Vøllurin er í góðum
standi, men orka hev-
ur ikki verið til at
røkja hann, men nú
skal hann hava eina
rættiliga yvirháling
FÓTBÓLTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at geva fót-
bóltsvøllinum á Krossinum
í Sumba eina rættiliga
andlitslyfting.
Men tað er helst eitt, sum
sumbingar ikki sleppa und-
an, tí fyri stuttum koll-
dømdi Fótbóltssambandið
vøllin og vildi ikki góð-
kenna hann til fótbólt. Eftir
nógvar tingingar aftur og
fram,
fingu
sumbingar
kortini loyvi at gera hetta
kappingarárið liðugt á vøll-
inum.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumba, sigur, at
vøllurin í Sumba er ikki so
gamal og nýtslan er eisini
avmarkað í eini so lítlari
bygd, sum Sumba er. So-
statt er vøllurin sum so í
góðum standi.
Men trupulleikin er, at
orka hevur ikki verið við til
at røkja hann.
Men nú skal hann hava
eina rættiliga viðgerð, so at
sumbingar kunnu halda
fram at spæla sínar heima-
dystir á honum.
Ein stórur trupulleiki er,
at sandurin, sum er í vøll-
inum, er harðnaður.
Tað, sum skal gerast við
vøllin, er, at trýstspula allan
vøllin fyri at reinsa allan
sandin burtur. Síðani skal
nýggjur sandur koyrast á
vøllin.
Jacob Vestergaard sigur,
at tá er vøllurin aftur sum
nýggjur.
Hann sigur, at tað mesta
av hesum arbeiðnum er
sjálvboðið arbeiði, men á
fíggjarætlanini fyri kom-
andi ár, ætlar kommunan at
seta 30.000 krónur av til at
geva vøllinum eina yvirhál-
ing.
Annars ætlar kommunan
at seta 100.000 krónur av á
fíggjarætlanini fyri kom-
andi ár til ítróttarendamál,
eitt nú til felagshúsið hjá
Sumbiar Ítróttarfelag.
Frælsur Ítróttur
Føroya og Trygging-
arfelagið Føroyar
hava gjørt sam-
starvsavtalu um
eina nýggja vetrar-
kapping í renning
RENNING
Tíðindaskriv
Renning
hevur
sum
ítróttagrein vundið nógv
uppá seg seinnu árini.
Kappingin, ið verður
nevnd TF vetrarkapping-
in, fevnir um 6 umfør í
Vágum, Streymoy, Eyst-
uroy og Norðoyggjum,
og skal eftir ætlan geva
øllum teimum, ið renna,
uttan mun til støði, nakað
at venja til – eisini um
veturin. Samstundis er
tað ein sannroynd, at um
tíðirnar skulu betrast, er
neyðugt við venjing alt
árið.
Kappingin verður skip-
að sum einstaklingakapp-
ing og liðkapping.
Kappast verður í fýra
aldursbólkum hjá monn-
um og kvinnum. Teir eru:
• Veteranar kvinnur
og menn (f. -1958)
• Kvinnur og menn
opin bólkur (f. -88)
• Kvinnuunglingar
og mansunglingar
(f. 1984-88)
• Gentur og dreingir
(f. 1989-93)
Lagt verður til brots á
Toftum leygardagin 30.
oktober. Vaksin, veteran-
ar og unglingar renna tá
teinin »Runt Agnið«, ið
er 10,5 km. Yngsti ald-
ursbólkurin rennur 5 km.
Annars vera hini um-
førini í TF vetrarkapp-
ingini hesi:
• 20. nov.
Klaksvík
7 km/3 km
• 11. des.
Tórshavn
12 km/4 km
• 22. jan.
Hvalvík
7,532 km/5 km
• 19. feb.
Í Vágunum
8 km/4 km, kappingin
er samstundis FM í
cross-renning
• 19. mar.
Runavík
10 km/5 km
Tryggingarfelagið Før-
oyar letur heiðursmerki
og T-skjúrtur til nummar
eitt, tvey og trý í øllum
bólkum í hvørjum um-
fari.
Stig verða latin luttak-
arunum sambært hesum
stiga: 50-47-45-43-41-
40-39-...1, har tann fyrsti
fær 50 stig, næsti 47
o.s.v. Samlaðu kapping-
ina vinnur tann luttakar-
in, ið hevur vunnið sær
flest stig, tá seinasta um-
far er liðugt. Tó eru tað
bert fýra tey bestu um-
førini hjá hvørjum renn-
ara, sum telja við.
Samstundis verður sett
sum luttøkutreyt í saml-
aðu kappingini, at við-
komandi hevur luttikið í
minst fýra umførum av
teimum seks. Ein onnur
treyt er, at allir luttakarir
í samlaðu kappingini
skulu vera limir í einum
av feløgunum fyri fræls-
an ítrótt.
Í opna bólkinum verð-
ur skipað fyri liðkapping.
Tríggir teir fremstu renn-
ararnir hjá hvørjum felag
í opna bólkinum telja
við. Eins og í einstak-
lingakappingini eru tað
fýra tey bestu umførini
hjá hvørjum felagið, ið
geva samlaða úrslitið.
Vetrarkapping
í renning
Tryggingarfelagið og Frælsur Ítróttur Føroya hava stig til,
at frælsur ítróttur nú eisini skal íðkast um veturin
Vøllurin í Sumba fær andlitslyfting
Tryggingin stuðlar H71
Heðin Mortensen og Brynhild Setberg frá Tryggingarfelagnum Føroyar, og Halgir Dahl Olesen, Olaf Vesturgarð, Rúni Djurhuus
og Høgni Olafsson frá H71
27
Føroya Triathlon
Felag skipaði sunnu-
dagin fyri FM-Sprint
triathlon, sum eisini
var seinasta kapping-
in hjá felagnum
TRIATHLON
Tíðindaskriv
Kappingin var í Havn, og
kappast var soleiðis, at svom-
ið varð 750 metrar. Síðani
vórðu 20 km súkklaðir, og
at enda skuldu luttakararnir
so renna 5 km.
Fyrst var svomið í Svimji-
høllini í Gundadali. Liðug-
ur at svimja, skuldi íðkarin
skunda sær út á súkkluna,
og súkkla frá Svimjihøllini
eftir Norðara Ringvegi, fram
við Strond til rundkoyr-
ingina við Skansan og aftur
til rundkoyringina R.C. Eff-
ersøesgøta/Norðari Ring-
vegur 3 ferðir, og so oman
til Skógrøkt Landsins. Her
var skift til renning, og
runnið var frá Skógrøkt
Landsins niðan eftir Hvíta-
nesvegnum til høgru eftir
Skraddaragøtu, inn á gøtu-
na kring Skógrøktina og
aftur til málið við Skógrøkt
Landsins. Teinurin var runn-
in 6 ferðir.
Katrin Sørensen var fyrst
úr hylinum, síðani komu
Gunnar Dahl Olsen og Eli
Christiansen og 1 minutt
aftaná komu so Evald Ras-
mussen og Beinir Rasmus-
sen. Øll komu so at siga á
senn út á súkklurnar, og her
vísti tað seg, sum ikki eina-
ferð, at Gunnar súkklaði und-
an øllum, og var skjótt langt
fremstur. Men… Gunnar tók
feil, súkklaðu teinin 4 ferð-
ir, og var sostatt seinastur út
á rennirutuna. Men hann
rann tó so væl, at hann megn-
aði at fáa eitt 2. pláss.
Katrin kláraði seg heilt væl,
men gjørdi sama brølaran
sum Gunnar, og hevði tíðin
hjá teimum verið einar 10
til 15 minuttir betri um alt
gekst eftir vild. Men Eli
Christiansen er føroyameist-
ari í 1/8 triathlon, hann er
ikki hvør sum helst, og móti
honum er eittans mistakið
nóg mikið, eisini hjá Gunnari.
Saman við triathloníðkar-
unum var eisini The Dream
Team frá Ljósinum. Hetta
eru kvinnur, sum hetta fim-
leikaárið stuttleika sær við
at royna nógv sløg av
ítrótti, sum ikki altíð hava
nakað við fimleik at gera
m.a. hava tær verið í Sanda-
gerði og spælt beachwolley.
Tær royndu seg so nú á
1/12 triathlonteininum, sum
verður lagaður soleiðis:
Fyrst var svomið 350 m,
síðani súkklað 10 km, og so
til seinast skifta til 5 km
renning. Kappingin var á
sama teininum sum FM
kappingin, og langt er síð-
ani so nógv fólk hava verið
til eina triathlonkapping.
Men meðan tað á FM-
teininum bara vóru menn,
so virkaði javnstøðulógin
betri hjá kvinnuliðnum The
Dream Team. Her eydnað-
ist einum manni at vera við
t.v.s hann kappaðist á tein-
inum.
Eisini hjá hesum hendi
tað, at fleiri av íðkarunum
tóku feil, súkklaðu skeivt
ella runnu ov langt. Venj-
arin Randi Kúrberg skipaði
eisini í fjør fyri einari slík-
ari kapping, og fekk tá
hjálp frá Triathlonfelag-
num. Í ár slerdu Ljósið og
FTF seg so saman, og sig-
ast má, at nógv stuttligara
var. Tá alt var liðugt, fingu
íðkarar og hjálparfólk kaffi
og kakur inni hjá Skógrøkt-
ini, sum var so beinasom at
læna teimum kaffistovuna.
The Dream Team fer
komandi
vikuskifti
til
Gomlurætt at síða í berg-
inum har. Liðið hevur fing-
ið ein ið vanur er at síða at
standa fyri, so trygdin er
skal verða í lagi.
Eli vann
sprint-triathlon
Tær/tey, ið vóru á 1/12 teininum í dag vóru:
Navn
Svimjing
Skift
Súkkling
Renning
Samlað
1. Sigrun Davidsen
8.43
4.56
40.41
20.19
1.14.38
2. Marilyn Danielsen
10.10
6.06
41.32
24.46
1.22.34
3. Anita Højgaard
6.54
5.54
46.06
23.24
1.22.19
4. Malan Thomsen
12.11
5.00
47.07
26.15
1.30.32
5. Sunrid Johannesen
43.12
26.10
1.00.10
6. Eyvind A Hansen
6.06
2.35
24.59
14.09
47.49
Ikki er altíð so lætt at avgreiða alt sjálv, tá tú ikki ert von við
slíka ítrótt
Nr. 207 • fríggjadagur • 29. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Hondbóltskappingin er nú tvær vikur
gomul, men kortini, so verður eitt
upptaktsblað við í Sosialinum leyg-
ardagin.
Tað er hondbóltsfelagið Neistin,
sum í samstarvi við Sosialin, hevur
staðið fyri blaðnum, sum er 36 síður
til støddar. Til ber at lesa um ymsu
feløgini. Hvussu tey hava fyrireikað
seg til kappingina, og hvussu er statt
við leikarum og øðrum.
Eisini eru serstakir tættir, sum við-
gera hondbóltsvenjing og hvussu tú
best fyrireikar teg til hesa, umframt
at landsliðsarbeiðið í HSF eisini eig-
ur sín sjálvsagda part.
Sum sagt, so verður blaðið at fáa
saman við Sosialinum, sum kemur á
gøtuna fríggjadag seinnapart.
-jm
Hondbóltur
2004/2005
Les um HSF, landsliðini, feløgini,
venjing, kost og annað
Útbering:
2
5
7
9
11
13
15
17
19
21
23
25
27
29
31
33
35
HSF
Ein rumensk sólja
H71
Landsliðini
KÍF
Kyndil
Kostur og hondbóltur
Neistin
Sóljan
Steypakappingin
StÍF
Stjørnan
Venjing
Tjaldur
VB
VÍF
EB/TB
Hondbóltur 2004.indd 1
Hondbóltur 2004.indd 1
Hondbóltsblað
leygardagin
Úrslitið hjá monnum var hetta:
Navn
Svimjing
Skift
Súkkling
Renning
Samlað
1. Eli Christiansen
11.30
2.44
35.16
23.30
1.13.00
2. Gunnar D Olsen
11.48
2.17
39.02
24.50
1.17.57
3. Evald Rasmussen
12.33
1.20
36.59
27.37
1.18.34
4. Beinir Rasmussen
13.05
1.31
37.36
28.38
1.20.50
Úrslitið hjá kvinnum:
Navn
Svimjing
Skift
Súkkling
Renning
Samlað
1. Katrin Sørensen
10.52
2.33
55.48
30.21
1.39.34
Gunnar Dahl-Olsen fór skeivur í súkklingini, og tók ein heilan umgang eyka
C
M
Y
K
26