Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 207 - 29. oktober 2004 C M Y K 28 Nr. 207 - 29. oktober 2004 29 Rætting Lýsing av valstøðunum til kommunuvalið í Runavíkar kommunu 9. november 2004 Kommunuvalið fyri valstaðið í Runavíkar kommunu fer fram í Ítróttarhøllini í Runavík fyri bygdirnar: Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík. Kommunuvalið fyri valstøðini í Skála kommunu fer fram í hesum støðum: fyri bygdina Skála og í pensionistahúsinum á Skála fyri bygdina Skálafjørður í skúlanum í Skálafirði Kommunuvalið fyri valstaðið í Oyndarfjarðar kommunu fer fram í skúlanum í Oyndarfirði. Kommunuvalið fyri valstøðini í Elduvíkar kommunu fer fram í hesum støðum: fyri bygdina Elduvík og í skúlanum í Elduvík fyri bygdina Funningsfjørður í skúlanum í Funningsfirði Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00 - ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Saltangará, tann 28. oktober 2004 Felags kommunala valnevndin fyri Runavíkar-, Skála-, Oyndarfjarðar- og Elduvíkar kommunu Símun Mittún form. Kunngerð Vísandi til kunngerð frá Innlendismálaráðnum fer Kommunuval fram týsdagin tann 9. november 2004. Valið til Kommunustýrið á Viðareiði fer fram í gamla skúla. Atkvøðutíðin er frá: kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg,og verður tá valið lýst liðugt. Brævatkvøður: Veljarar, sum verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævat- kvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskriv- stovuna ella til valnevndina. Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 9. november 2004. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða kommunu- skrivstovuni ella valnevndini frá, helst innan kl. 18.00 mánadagin 8. november 2004. Valkort: Valkort eru send út við postinum og um persónur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Minnist til at hava valkortið við á val. Viðareiði tann 26. oktober 2004 Valnevndin á Viðareiði Kristina Sjóstein, forkvinna Maskinmaður United Seafood søkir eftir maskinmanni til virkið í Tórshavn. United Seafood Tórshavn framleiður serliga tosk og upsa.Vørurnar ið virkaðar verða eru á høgum góðskustigið og fevna um m.a. catering og retail vørur eins og frystar ídnaðarvørur. Arbeiðið á United Seafood í Tórshavn fer fram sambart innaneftirlitsskipan. Í 2003 virkaði virkið um 5.000 tons av rávøru, og uml. 3000 tons av góðskaðum vørum Uppgávurnar hjá maskinmanninum verða m.a. : - Røkja maskinur á virkinum - Røkja viðlíkahaldsætlan virkisins Krav er at umsøkjari hevur: - Prógv sum maskinsmiðjur Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur: - Góðan førleika innan el-skipanir - Kunnleika til flakamaskinur - Kunnleika til teldunýtslu - Royndir frá líknandi arbeiði Vit kunna bjóða: - Eitt framkomið fakligt umhvørvi - Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi - Løn sambært avtalu Vit kunna bjóða eitt arbeiði í mennandi og spennandi umhvørvi við góðum umstøðum. Umsóknarfreistin er 15. november. Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ynski er at viðkomandi kann byrja sum skjótast. Um áhugi er fyri hesum starvi so kunna tygum taka samband við : UNITED SEAFOOD att : Klæmint Klein. Postboks 218. FO - 110 Tórshavn, Føroyar. Telefon : 355555. Telefax : 312631. Heilivágur til eldri Áhugaverdur fyrilestur verður á Lágargarði leygar- dagin 30. oktober 2004 kl. 13.30 til ca. kl. 17.30, um heilivág til eldri. Fyrilestrahaldari verður Niels Horwitz, yvirlækni á geriatriskari deild á Bispebjerg Sjúkrahúsi. Málbólkur: Sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Kostnaður: Limir í FÁG4 koma inn ókeypis, onnur gjalda 50,- kr. við inngongina. Møtið fjølment. Vinarliga Nevndin í FÁG4 Lesið -so eru tit við! Internet -tað loysir seg! 29 Á samkomu í ÍSF- húsinum mikukvøld- ið handaði Heðin Mortensen, forseti ÍSF, Jógvan á Lað Heiðursskjal Poul E. Petersens sum viður- kenning fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama HEIÐURSBRÆV Tíðindaskriv Stjórn ÍSF hevur samtykt at lata Jógvan á Lað heiðurs- skjalið eftir tilmæli frá Fót- bóltssambandinum. Í grundgevingunum fyri viðurkenningini segði for- seti Ítróttasambandsins m.a.: »At Havnarmenn eru ernir av Jógvan á Lað sæst á øllum brøgdum. Hann verður av nógvum nevndur »Mister HB«. Og hetta er ikki at taka munnin ov full- an. Tað er kanska hóskandi, at Jógvan á Lað, nú HB fyllir hundrað ár, verður heiðraður við heiðursskjali Poul E. Petersens. Hann hevur í ein mansaldur verið tvinnaður saman við virk- semið í felagnum og før- oyskum fótbólti sum heild. Árini 1946-63 leikti hann við besta liðnum hjá HB, og tíðina, hann var niðri, leikti hann við ÍF Føroyum. Eisini á føroyska landslið- inum gjørdi hann vart við seg. Jógvan røkti í mong ár álitisstørv innan ítróttin. Hann var í nevndini í HB í tíðarskeiðnum 1947-1972, helvtina av árunum sum formaður. Hann var for- maður í bygginevndunum, tá HB bygdi felagshús fyrst við niðara vøll og síðan við ovara vøll. Hann hevur eis- ini verið úttøkumaður til landsliðið og stjórnarlimur í ÍSF. HB valdi í 1992 Jógvan á Lað til heiðurslim. Hann er higartil tann einasti, sum hevur fingið hendan heið- urin. Jógvan á Lað hevur í virki sínum víst dygdir sum ábyrgd, nærlagni og trú- festi. Hetta eru dygdir, ið ítróttarrørslan í Føroyum er grundað á.« Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð latið í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólk- um, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á ser- stakan hátt. Poul E. Peter- sen (1901-1977), sum hev- ur lagt navn til heiðurs- skjalið, var ítróttarlærari, - ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. Jógvan á Lað fekk heiðursbræv Levi Hanssen úr B36, Einar Hansen úr NSÍ og Christian Mourit- sen úr HB fara í næst- um uttanlands at royna fótbóltseydn- una FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki dulsmál, at av- rikini hjá yngru landsliðum okkara hava vakt stóran ans fyri føroyskum fótbólts- leikarum uttanlands. Ikki minst skapti framúr avrikið í U-17 kappingini í Finn- landi stóran áhuga fyri før- oyskum leikarum, og ítøki- lig úrslit hava eisini spurst burturúr hesum. Eitt nú tá Johan Troest Davidsen her- fyri gjørdi sáttmála við Everton. Men hann er ikki einasti leikarin, sum áhugi er fyri. Mánadagin fara Levi Han- sen úr B36 og Einar Han- sen úr NSÍ til hollendska Herenveen at royndarvenja. Hetta felag er eitt av teim- um so vælkendu »talent- deplunum« í Hollandi, har ungir evnaríkir leikarar ferð eftir ferð hava ment seg til stórleikarar. Ikki minst hev- ur hetta felagið verið mið- depil fyri norðurlendskar leikarar. Somuleiðis fer ungi HB- leikarin, Christian Mourit- sen, uttanlands í næstum Hann skal til enska Man- chester City, eftir at hann áður hevur verið í Everton. Tað er Jákup í Stóru- stovu, sum umboðar før- oysku leikararnar, og hann ásannar, at áhugin fyri før- oyskum leikarum hevur verið vaksandi seinastu tíð- ina. – Tað eru at kalla altíð fyrispurningar, tá yngru landsliðini spæla, men at útlendskur áhugi er fyri einum 5-6 leikarum frá ein- um árgangi, er heilt óvan- ligt, heldur hann. – Eg rokni eisini við, at hetta er úrslit av tí arbeiði, sum nú í longri tíð er gjørt í bæði feløgunum og FSF. Og tað er at gleðast um í hesum sambandi, at Fót- bóltssambandið nú hevur tikið stig til, at talentmenn- ingin skal verða enn betri samskipað. Mín vón er í øllum førum, at hetta kann eggja feløgunum at leggja enn meira fyri í so máta, og eg ivist ikki í, at hetta fer at koma feløgunum til góðar, um so er. Bæði tí tey koma at fáa betri leikarar til besta liðið, og eisini tí tey kunnu fáa betri møguleika at skapa sær inntøkur við møguligari sølu av leikar- um, staðfestir hann. Tríggir fótbóltsleikarar av landinum At útlendskur áhugi er fyri einum 5-6 leikarum frá einum árgangi, er heilt óvanligt, heldur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður Norðlýsið skrivaði hósdag- in, at KÍ hevur gjørt sátt- mála við Karstin Joensen, um at hesin komandi árið skal verja málið hjá KÍ. Karstin hevur eisini áður vart KÍ-málið, men tá Jákup Mikkelsen í fjør kom til felagið, valdi Karstin at skifta til ÍF, har útlitini fyri spælitíð á besta liðnum vóru betri. Somuleiðis skrivar Norð- lýsið, at KÍ samstundis hevur longt sáttmálan við Atla Danielsen. Tað hevur annars ljóðað, at fleiri feløg hava ligið framvið eftir undirskriftini hjá honum, men tað verður so av ong- um í hesum umfarinum. Hinvegin verður talan helst eisini um onkra frá- gongd í KÍ. Tað er longu nakað síðani, at tað varð greitt, at Jákup Mikkelsen komandi ár fer at spæla við B36, og sum skilst, so fer árstalsfelagið í Havn í næstum at skriva undir sátt- mála við Niclas NJiclassen, sum sostatt fer at spæla fót- bólt í Havn komandi kapp- ingarár. -jm Karstin skal verja KÍ-málið