Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 Desember 2017 27 BEN ARABO HEVUR FLUTT SEG ÚR ALTJÓÐA OLJUVINNUNI Á STJÓRASKRIVSTOVUNA Í BETRI VIÐ STROND Í HAVN Árni Gregersen 44-ára gamli kollfirðingurin, Ben Arabo, er nýggjur í føroyska vinnulívinum, nú hann hevur tikið við, sum ovasti leiðari í risafyritøkuni Betri. Betri er klárt størsta føroyska fyritøkan við bankavirksemi og tryggingarvirksemi. Nýggi stjórin setti seg til rættis í fyritøkuni 1. desember eftir at hann so at siga alt sítt ar­ beiðslív hevur arbeitt í oljuvinnuni. Fyrst og fremst hjá Hess, men síðani 2010 sum stjóri í Atlantic Petroleum, men alla tíðina við starvs­ staði uttanlands. Í nýggja starvinum er hann komin til eitt samtak, har málið formliga er at arbeiða á før­ oyska marknaðinum og tað burturav. -Tað passar mær ómetaliga væl. Talan er um eitt endamál, har tað ræður um at gera okk­um til besta tilboð til føroyskar kundar á øll­um teimum økjum, sum Betri virkar á, sigur Ben Arabo. Nýggi stjórin hevur skrivstovu í Betri-bygn­ ing­inum við Strond í Havn, men hansara upp­ gáva er ikki at vera bamkastjóri. Hann er settur sum ovasti leiðari í Betri- sam­takinum. Tað vil í stuttum siga, at hann ikki arbeiðir í dagliga yrkinum, sum bankastjóri ella tryggingarstjóri. Hann hevur ein yvirskipaðan leiklut, sum gevur honum uppgávur av øðrum slag. -Ja, fyrst og fremst skal eg tryggja mær, at feløgini, sum Betri og Ognarfelag Trygg­ ing­ar­takaranna eiga, arbeiða so skilagott sum møguligt. Harumframt skal eg hyggja fram­eftir og royna at stinga út í kortið, hvønn veg vit skulu fara, so hvørt sum viðurskiftini í Før­oyum – men eisini altjóða viðurskiftini – broyt­ast. Stutt sagt skal eg tryggja, at feløgini í sam­takinum eru til reiðar at veita bestu tæn­ ast­urnar til føroyska samfelagið á øllum økjum, sig­ur Ben Arabo. Kollfirðingurin, sum bleiv heimsborgari Tá ið eg hitti nýggja stjóran ein seinnapart, so er tað ein stjóri sum eftir øllum at døma hvílir í sær sjálvum. Hann hevur skrivstovuna í Betri-bygn­ing­ inum við Strond, har áður bankastjórin sjálvur sat, men daglia bankavirksemi hevur hann ikki nógv við at gera. Hann er smílandi og fyrikomandi , tá ið hann bjóðar inn. Kaffi er á borðinum og vit seta okkum niður, hvør sínu megin borðið. Sjálvur kendi eg ikki stjóran persónliga, tí okkara vegir hava ikki krossað. Tá ið eg havi arbeitt í miðlaheiminum í Føroyum, tá hevur nýggi Betri-stjórin arbeitt í London ella Djakarta ella onkra aðrastaðni í altjóða oljumeldrinum. Hóast tað, so hendir tað sama sum altíð hendir, tá ið føroyingar hittast. Tað gongur bert ein lítil løta, so finna vit út av, at vit kenna somu fólk her í landinum og vit gera okkum eina felags “referansu-rammu”. Vit vita hvør hin er – hvaðani hann kemur og so framvegis.. Hetta hevur við sær, at til bera at vísa til hendingar, sum vit báðir kenna til og vit kenna eisini tey fólk, sum hava verið blanda uppí ymiskar hendingar sum vit tosa um. Eitt sum eyðkennir stjóran er, at hann hevur víðan sjónarring eftir at hava arbeitt uttanlands í so mong ár. Tað setir sín dám á fólk, sum í áravís hava arbeitt í øðrum mentanum enn bert tí føroysku. Hetta hevur við sær, at til bera at vísa til hendingar, sum vit báðir kenna til og vit kenna eisini tey fólk, sum hava verið blanda uppí ymiskar hendingar sum vit tosa um. Oljumaðurin stýrir størstu føroysku fíggjarfyritøkuni