hósdagur 7. desember 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Desember 2017 27
Nógv av teimum fólkunum tykjast at rúma
meira og tykjast ikki so bundin av holdningum
og meiningum, sum eru galdandi í Føroyum.
Hesi fólk hava sum regul eini evni til at hyggja
uppum teir normar, sum vit annars eru so fæst
bundin at í Føroyum.
Ben Arabo er kollfirðingur. Hann vaks upp á
Oyrareingjum og hann hevur eisini búsett seg
har við konu og trimum gentum.
-Vit fingu eini hús longu í 1997 á Oyrareingj
um, mitt í økinum, har sum eg vaks upp. Tað
passar okkum sera væl at búgva har, eftir tey
mongum árini, sum vit búðu í London,sigr Ben
Artabo.
Hann vaks upp í Kolafirði og gekk í barna
skúlanum har, áðrenn hann fór víoðari á
Oyrabakka og so í Hoydalar.
Sína yrkisútbúgving hevur hann tikið við
Lærda Háskúlan í Århus. Har læs hann cand.
merc. og hevði uttanríkishandil, sum sergrein.
Meðan hann tók útbúgvingina í Århus,, var
hann eitt skifti í arbeiði hjá Amerada Hess. Tað
vísti seg, at hann fall so væl inn í arbeiðið har
og at hann var so dugnaligur, at stóra altjóða
oljufyritøkan bjóðaði honum starv í London,
so skjótt hann var liðugur við útbúgvingina í
Århus.
-Ja, tað var so, at eg skundaði mær aftur til
Århus at gera útbúgvingina lidna og so fór eg
til London í 1997. Eg arbeiddi fyri Hess til eg
tók við sum stjóri í Atlantic Petroleum, sigur
Ben Arabo.
Indonesia
Meðan Ben Arabo var í starvið hjá Hess hevði
hann ábyrgd fyri einum parti av virkseminum í
landsynningspartinum av Asia.
Hetta hevði við sær, at hann hevur arbeitt
nógv í Djakarta, høvuðsstaðnum í Indonesia.
-Har upplivdi eg heilt greitt munin á tí
mentan, sum er galdandi her hjá okkum í
Norðurevropa og Norðanlondum og mentanini
í Asia, sigur Ben Arabo.
-Fyri tað fyrsta er alt nógv meira toppstýrt
Tey eru von við at fáa boð úr
erva og hesum bíða tey so eftir,
tá ið tey eru liðug við tað, sum
tey skuldu gera. Hetta er ein
heilt onnur arbeiðsmentan enn
hana, vit kenna, sigur hann.