hósdagur 7. desember 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
Desember 2017
27
har enn her um okkara leiðir. Tað ger, at fólk
gera tað, sum tey verða biðin um at gera, men
tað kemur lítið og onki initiativ frá teimum. Tey
eru von við at fáa boð úr erva og hesum bíða
tey so eftir, tá ið tey eru liðug við tað, sum tey
skuldu gera. Hetta er ein heilt onnur arbeiðs
mentan enn hana, vit kenna, sigur hann.
Hann hevur eisini sæð, at hetta sum vit
kenna úr Norðanlondum, at fólk samskifta á
sama plani, uttan mun til, hvør teirra støða er
í samfelagnum, hetta er ikki tað sama í Asia.
Har er tað soleiðis, at er tú undir í status, so
noyðist tú at finna teg í mongum, men er tú
yvir, so kanst tú so ella so niðurgera tey, sum
eru undir. Tað er ein partur av mentanini.
-Eitt dømi er ein morgunin eg skuldi fáa
mær kaffi – eg var júst byrjaður í Djakarta. Eg
fór til kaffimaskinuna sum vanligt, men tá kom
ein starvsfelagið og spurdi hvat eg gjørdi. “Eg
fái mær kaffi”, svaraði eg. Tað skal tú ikki gera,
Her er ein drongur, sum hevur til uppgávu at
gera tær kaffi, so lat hann gera tað.
-Tað vísti seg, at drongurin sat keddur og
hugdi at. Hann helt at hann ikki hevði passa
sítt arbeiði, táið eg fekk mær kaffi sjálvur. Hatta
var nakað, sum eg mátti venja meg við, sigur
Ben Arabo.
-Hvør hevur sítt at passa og tað skulu tey
so gera. Soleiðis var tað í Djakarta, sigur hann.
Hann sigur annars, at tað var ógvuliga
spennandi at arbeiða har. Alt tók longri tíð,
men tað eru fyrikomandi fólk.
-Fyrisitingin var tung, so ein kann rættuliga
lætt siga, at okkara almenna fyrisiting virkar
sum ein væl smurd maskina, samanborið við
tað, sum var í Incdonesia, sigur Ben Arabo.
Ferðing
Nú er Ben Arabo av álvara komin aftur til Før
oya. Tá ið vit í byrjanini søgdu, at hann ongan
tíð av álvara hevur verið í før4oyskum vinnulívi,
so er tað ikki heilt rætt.
Ben Arabo hevur verið formaður í nevndini
fyri Posta, hann hevur sitið í nevndini í Eik og
hann hevur eisini sitið í nevndini hjá Formula.
Hetta hevur hann tó gjørt, meðanm hansara
dagliga yrki hevur verið uttanlands.
Nú er hann komin aftur til Føroyar og ar
beiðsstaðið er í Havn.
-Hvat tað besta er við art arbeiða í Føroyum?
Heilt greitt, at sleppi undan at ferðast, sum eg
havi gjørt. Seinastu a´rini havi eg ferðast hvørja
viku og tað er rættuliga troyttandi, sigur stjórin
í Betri.
Tá ið eg spyrji stjóran, hvat liggur í kortunum
hjá Betri-samtakinum sigur hann, at fyrst og
fremst skal Betri-samtakið fáa fleiri nøgdar
kundar.
Hetta skal gerst við at bjóða nýggjar
tænastur, tí Ben Arabo metir, at broytinganarm
bæði banka og tyrggingarøkinum broytast
ómetaliga skjótt.
-Tað er eisini sera sjónligt, at nýggju ætt
arliðini arbeiða og krevja tænastur, sum eldra
ættarliðið ikki hevur brúkt. Í dag er tað so, at tey
ungu vilja hava alt á einari snildfon. Tey keypa
kring allan heim og hava ikki tørv á øðrum
enn talgyldum samskifti við peningastovn ella
trygging,s igur Ben Arabo.
Hann leggur afturat, at samtakið arbeiðir í
stóran mun við trygging og pensjón, umframt
at samtakið hevur meklarafyritøku við húsa
sølu.
-Mín uppgáva er at fáa alt í samtakinum
at spæla saman til frama fyri kundarnar, men
eisini fyri tey sum eiga Betri-samtakið, sigur
ben Arabo, sum ger seg tilreiðar til næsta
fundin hann skal hava hendan seinnapartin.
Tá ið eg spyrji
stjóran,
hvat liggur
í kortunum
hjá Betri-
samtakinum
sigur hann, at
fyrst og fremst
skal Betri-
samtakið fáa
fleiri nøgdar
kundar
SOLEIÐIS ER
BYGNAÐURIN Í NÝGGJA
BETRI-SAMTALINUM
Broytingar eru gjørdar í bygnaðinum
hjá Betri-samtakinum, ahr ben
Arabo nú er ovasti stjóri
Nýggi stjórin í Eik-samtakinum eitur Ben
Arabo.
Hann tók við starvinum 2. desember.
Hansara stjórastarv er hvørki í Eik Banka
ella í Tryggingarfelagnum, so hann er ikki
vavdur inn í dagliga rakstruin.
Hvørt av undirfeløgnum hevur egnan
stjóra og egna nevnd.
Sum tað sæst í tekningi, so er Ben Arabo
stjóri í partafelagnum Betri og í Ognarfelag
Tryggingartakaranna.
Betri Banki, Betri Trygging og Betri
Pensjón hava egnar stjórar umframt Betri
Heim, sum er undir Betri Banka.
Ben Arabo sigur, at hann er ikki
partur av vanliga bankavirkseminum ella
tryggngarvirkseminum.
-Fái eg eitt bankamál á mítt borð, so
sendi eg tað beinanvegin víðari til Jean
Djurhuus og tað sama er við øðrum málum.
Fólk eru í samtakinum at taka sær av
hesum, sigur Ben Arabo.
Umframt at einstøku feløginihava hvør
sínar stjórar, so hava feløgini eisini hvør sína
nevnd.