Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 8 desember 2017 8 Eirikur Lindenskov Á bilasøluni Reyni Service í Hoyvík eru tey í hesum døgum í ferð við eina risa­stóra útbygging. Bygt verður eitt nýtt og sera fram­ kom­ið lakkverkstað. Talan er um ein 1.500 fermetra stór­an bygning, sum er bygdur aft­ an fyri bygningin við Vegin Langa í Hoy­vík. Stórur tørvur á dekkhotelli – Nýggja lakkverkstaðið skal brúka 1.000 fermetrar, meðan restin verður brúkt til dekkhotel, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service. Eitt dekkhotel er ein goymsla, har tú sum kundi kanst goyma tíni dekk. Um veturin kanst tú goyma summ­ ar­dekk­ini – og øvugt um summarið. – Tað eru nógv, sum ikki tíma at skifta dekk sjálvi. Tað er eisini vorðið meira trupult, við serligum ventilum, sum fáa á­var­ing­arlampur í bilinum at lýsa. Vit bjóða fólki hesa tænastu fyri 298 krón­ur um hálvarið, sigur Sámal av Reyni. Í nýggja bygninginum verður dekk­hot­ellið meria høgligt, tí tað verð­ur í veghæddini. Í dag er dekk­ hot­elli uppiá, og tað krevur nógv av starvs­fólkunum. Á dekkhotellinum verð­ur pláss fyri 8.000 dekkum. Oman á bygninginum verður pláss til parkera bilar – og har verð­ ur pláss fyri líka nógvum bil­um, sum pláss var fyri á økinum framm­an­ und­an. Verður nú enn og størri Áðrenn hesa útbyggingina hevði Reyni Service størsta plátu- og lakk­ verk­stað­ið, sum nú verður upp­aft­ur størri – vit tveimum stórum sproytu­ kab­i­num, har pláss er til tveir bilar í hvørj­ari. – Vit valdu at fara »all in«, tá vit skuldu gera hesa útbyggingina. Lakk­er­ing­in var ein fløskuhálsur hjá okk­um, og tí valdu vit at útbyggja hend­an part­in munandi, sigur Sámal av Reyni. – Vit síggja hvønn vetur, at storm­ ar­nir elva til nógvar lakkskaðar. Bilar verða tiltaglaðir av steinsløgum, og tí eru nógvar slíkar umvælingar, greiðir hann frá. Tá ein bilur verður heillakkeraður, so er tilgongdin í tveimum. Sjálvur bil­ur­in skal sproytast, men eisini nógv­ir leysir lutir sum kúfangarar, list­ar og annað, sum eisini er lakk­ er­að. Nýggju kabinurnar eru so stórar, at har passa tveir bilar inn – og tær eru so fram­komnar við útsúgving, at tað ber til at sproyta tveir bilar í senn – enn tá í hvør sínum liti. Men tað ber eisini til at sproyta ein bil og allar leysu lutirnar samstundis. Umhvørvi fyllir nógv Á Reyni Service hugsa tey nógv um um­hvørvi, og verkstaðið er eisini um­ hvør­v­is­góð­kent. Lakkið í dag er nógv um­hvørv­ is­vinarligari, enn tað var fyrr. Og neyð­ugt er heldur ikki at lakkera í so nógv­um hita, sum fyrr. Lakkið torn­ar skjótari, enn gomlu eitrandi lakk­ini. – Vit royna at fáa so nógv í kab­in­ urnar í senn, sum til ber fyri at brúka kapa­sit­etin best – og fyri at verja um­hvørv­ið, greiðir Sám­al av Reyni frá. Kabinurnar krevja sjálvandi nógva orku, og tí eru eisini tvær olju­fýr til hvørja kabinu og ein til for­ rúm­ið. Men bygningarnir annars hjá 1.000 fermetrar til Føroya størsta lakkverkstað Nýggi bygingurin hjá Reyni Service í hoyvík skal hýsa lakkverkstað við tveimum stór­ um sproytu­kab­in­um til tveir bilar hvør – og ein­um dekk­hotelli til 8.000 dekk Atlit fyri umhvørvinum fylla nógv hjá Reyni Service, sum er eitt umhvørvisgóðkent verkstað. Nýggja lakkverkstaðið skal eisini umvhørvisgóðkennast Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service: – Lakkeriingin var ein fløskuhálsur hjá okkum, og tí valdu vit at fara »all in« og byggja eitt sera framkomið lakkverkstað Myndir: Álvur Haraldsen