hósdagur 7. desember 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
9
desember 2017
8
Reyni Service verða ikki hitaðir við
oljufýr, men við fjarhita frá Frjarhita
felagnum.
200 metrar av
útsúgvingarkanalum
Stóra útbyggingin hjá Reyni Service
setir eisini krøv til nógvan streym,
og tí hevur verið neyðugt at leggja
nýggjar el-káplar inn í bygningin.
Og krøvini til útsúgving eru ikki
hissini.
Undir gólvinum á lakkverkstað
num framman fyri kabinurnar eru
tríggjar grøvir við ristum á, har sterk
útsúgving er í. Her er pláss at gera
seks bilar klárar til lakkering í senn
– og alt dustið verður sogið niður í
grøvina. Har eru eini 200 metrar av
kanalum í útsúgvingini.
Tá bilarnir koma út aftur úr kab
inuni er aftur gott pláss, har bilarnir
kunnu gerast klárir at fara út.
Á henda hátt órógvar bíðirøðin
til sproytingina ikki plátuverkstaðið,
sum framhaldandi fer at halda til í
gamla bygninginum, har lakkverk
staðið eisini var.
Reyni Service er eisini
útbúgvingarstaður
48 fólk starvast hjá Reyni Service í
Hoyvík.
55 eru tilsamans, tá deildin í
Klaksvík verður tald við.
4 sveinar á lakkverkstaðnum, og
har kemur helst onkur afturat nú.
10 mans á plátuverkstaðnum. 14
á mekaniska verkstaðnum og 8 á
Tidy Car.
14 lærlingar eru á Reyni Service.
Tað ber til at læra á goymsluni, á
søludeildini, á skrivstovuni, lakk
verkstaðnum, plátuverkstaðnum og
á mekaniska verkstaðnum.
– Vit hava altíð lagt stóran dent
á at hava lærlingar, sigur Sámal av
Reyni, sum lærdi til bilmekanikara
á einum Toyotaverkstaði í Glostrup
í Keypmannahavn, áðrenn hann fór
at lesa búskap.
Frá Morris til Toyota
Reyni Service hevur havt Toyotaum
boð í Føroyum síðani 1980. Áðrenn
tað vóru tað serliga ensku Morris-
bilarnar, sum Reyni Service seldi. Í
nógv ár var verkstaðið í Sigmund
argøtu í Rættará í Havn, men í 1978
varð flutt í nýggjan bygning við Veg
in Langa í Hoyvík.
El-bilurin kemur í 2020
Tá tey á Reyni Service fyrireika seg
til framtíðina, so fyrireika tey eisini
verkstaðið til el-bilar – tað er eisini
ein av orsøkunum til, at nýggir og
munandi sterkari el-kaðalar verða
lagdir inn í bygningin.
Men enn er eingin el-bilur frá Toy
ota, men hann kemur í 2020.
Harafturímóti hevur Toyota ver
ið serliga frammaliga við hybrid bil
um, og tað eru 14 ár síðani, at Reyni
Service seldi fyrsta hybrid bilin, sum
koyrir upp á el og bensin. Nógvir eru
seldir síðani, og teir fungera stak væl.
Men Toyota er eisini frammaliga
við hybridbilum, sum brúka brint og
el. Fyrr í ár hevði Reyni Service ein
slíkan bil í Føroyum til framsýning.
Avbjóðingin í Føroyum er tó, at her
eru ongar áfyllingarstøðir til brint,
sum sjálvsagt er ein fyritreyt, fyri at
hesir bilar skulu seljast.
Dyrnar á nýggja lakkverkstaðnum
hjá Reyni Service lata upp í januar
mánaði komandi.
Ein lýsing frá Sigird av Reyni –
Reyni Service – í telefonbókini frá
1965
Gott pláss er framman fyri sproytikabinurnar at gera bilar klárar til lakkering. Í bakgrundini síggjast dyrnar til báðar kabinurnar, har pláss er fyri tveimum bilum í hvørjari
Sámal av Reyni er triðja ættarlið
at stjórna Reyni Service. Hann
hevur verið stjóri síðani 2012, tá
pápi hansara, Eivind av Reyni,
legði frá sær. Hann tók við
leiðsluni í 1969