hósdagur 7. desember 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
10
desember 2017
8
Maggi Gunnarsson
Reyni Service er ein gomul fyritøka,
ið hevur røtur heilt aftur til 1947, tá
Sigird av Reyni (1916-1994) stovnaði
fyritøkuna, sum seinni skuldi blíva
ein tann størsta av sínum slag í land
inum.
Sigird av Reyni varð borin í heim
8. september 1916, sonur Jens av
Reyni í Havn.
Eftir lokna skúlagongd fór hann
í elektrikara læru á el-verkstaðnum
úti á Rundingi í Havn. Seinni fór hann
niður til Danmarkar at útbúgva seg til
el-installatør.
Meðan hann var í Danmark brast
seinni verðaldarbardagi á, og hann
slapp ikki heim aftur, fyrr enn bar
dagin var av. Hann arbeiddi eina tíð
hjá DOMI í Glostrup, og áðrenn hann
kom aftur til Føroya, hevði hann gjørt
avtalu við teir um at umboða Morris
bilarnar í Føroyum.
Tá hann kom heimaftur í 1946 yv
irtók hann verkstaðin og bygningin
hjá pápa sínum niðri í Rættará.
Í februar 1947 læt hann upp har
við bilverkstaði og el-installatørvirki.
Virksemið var stórt á verkstaðnum,
og hóast Sigird alla tíðina hevði havt
umboðið og søluna av bilunum um
hendi, hava aðrir havt verkstaðin
undir hond, fyrst Frits Jensen og
seinni Sverri Djurhuus.
Í 1969 varð Eivind av Reyni, sonur
Sigird, útlærdur sum bilsmiður. Hann
hevði staðið í læru hjá Frits Jensen í
Gundadali og yvirtók nú verkstaðin.
Við tíðini gjørdist ov trongligt í Rætt
ará og sum fráleið varð nærum líka
nógv arbeiði gjørt úti á vegnum sum
inni á verkstaðnum.
Hetta kundi ikki halda á, og ælt
anir vóru lagdar um at byggja nýggj
hølir til fyritøkuna, sum tá hevði
fingið navnið Reyni Service og
umboðaði British Leyland bilmerkini,
Morris, MG, Rover og Jaguar.
Eitt grundøki varð keypt í Hoy
víkshaganum, og í 1978 flutti Reyni
Service inn í ein 1300 fermetrar stór
an virkisbygning við Vegin Langa.
Tá arbeiddu tilsamans 12 fólk í
fyritøkuni. Í 1980 fingu teir eisini um
boð fyri Toyota bilarnar.
Av tí at bilasølan vaks nógv, ser
liga í 80-unum, varð neyðugt at
byggja út vegna plásstrot. Í dag er
samlaða gólvvíddin 5.500 fermetrar.
Fyritøkan er býtt upp í hesar deild
irnar, bilasølan, eykalutagoymslan,
mekaniski verkstaðurin, plátu- og
lakkeringsverkstaðurin og Tidy Car,
umframt skrivstovu og fyrisiting og
eina deild í Klaksvík.
Stjóri á Reyni Service í dag er
Sámal av Reyni, sum er triðja ættarlið
at stjórna familjufyritøkuni. Sámal er
sonur Eivind og Sigrun av Reyni.
Reyni Service – ein
70 ára gomul fyritøka
Reyni Service er ein gomul fyritøka, ið hevur røtur heilt aftur til 1947, tá Sigird av Reyni (1916-1994)
stovnaði fyritøkuna, sum seinni skuldi blíva ein tann stórsta av sínum slagi í landinum
Danin Frits Jensen var hin fyrsti plástusmiðurin í Føroyum, og tí fekk hann kelinavnið »Bugli-Jensen«. Her sæst hann saman við konuni Ellu uttan
fyri verkstaðið hjá Sigird av Reyni í Rættará
Ein Morris lastbilur til Shell verður
hivaður í land á Eystaru Bryggju
í Havn. Reyni Service umboðaði
Morris bilar í Føroyum frá 1947 til
1978. Síðani hevur Toyota verið
høvuðsmerkið hjá Reyni Service
Erik Petersen, studentaskúlalærari,
koyrdi í nógv ár í Morris Minor. Hendan
myndin er tikin á túri í Noreg