hósdagur 7. desember 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
Desember 2017
27
- Fyri okkum ræður tað um,
at gera tað so ómakaleyst
fyri kundan at flyta vørur
millu Føroyar og útheimin.
Vit flyta báðar vegir, sigur
Jóhan Simonsen, stjóri
Árni Gregersen
Hjólini í Føroyum snara við so stórari ferð sum
ongantíð fyrr. Vinnulívið hevur fulla ferð á.
Alt hetta virksemi ger, at flutningurin millum
Føroyar og útheimin er nógv størri enn vanligt.
Tað hevur ið sær, at fleiri flutningsfeløg bjóða
seg fram at loysa uppgávur, sum smærri og
størri kundar hava vuð at fáa farm til Føroyar.
Eitt av hesum feløgum, sum hevur arbeitt á
marknaðinum síðani 2004 er Norlink.
Fyritøkan hevur samband til allan heimin og
bara í seianstu viku hevði fyritøkan uppgávur í
Hongkong, USA, Bretlandi og Danmark.
-Vit kunnu lættliga siga, at tað er ongin
krókur í allari verðini, sum vit ikki hava sam
band við, sigur Jóhan Simonsen, stjóri í Norlink.
Norlink arbeiðir ikki bert við flogfrakt, men í
stóran mun eisini við sjófrakt.
-Tað sum er mest avgerandi er at spyrja
kundan, hvussu stóran skund tað hevur at fáa
vøruna til Føroyar. Bíligast loysnin hjá okkum
er at flyta vøru sjóvegis úr Danmark, sigur
hann.
Fyritøkan hevur goymslur í Keypmanna
havn og Århus. Haðani verður vøran send til
Føroyar eina ferð um vikuna.
-Hetta er bíligasti mátin at fáa vøru heim,
men vit kunnu sjálvandi eisini gera tað uppá
aðrar mátar, men skundvørur kosta sjálvandi
meir, sigur Jóhan Simonsen.
Ein dag ella tríggjar dagar
Tá ið tað snýr seg um flogfrakt er tað oftan
spurningur um prís, hvussu skjótt vit megna
at fáa vøruna heim.
-Økonomifarm kalla vit eitt slag av send
ingum. Tað tekur vanliga einar tríggjar dagar
at fáa eina slíka sending heim til Føroyar, sigur
stjórin.
Hann vísir til, at ein kundi spurdi um teir
kundu flyta farm úr Noreg til Føroyar og fyri
hvønn prís. Tað vístiseg, at skuldi hetta gerast
fyri tann bíliga prísin, so tók tað tríggjar dagar.
Hetta var ov leingi, so kundi bað um at fáa
tað til Føroyar skjótast gjørligt.
-Tá kláraðu vit at fáa tað til Føroyar uppá ein
dag, sigur Jóhan Simonsen.
Átta fólk
Norlink heldur til omanfyri FK í Hoyvík.
Fimm fólk arbeiða við pappírum, tí fyritøkan
klárar øll skjøl fyri kundarnar.
Harumframt eru tríggir bilførarar, sum
heinta vøruna og koyra hana út.
Í Danmark hevur fyritøkan ein agent,
sum tekur sær av einum stórum parti av
flutninginum, men fyritøkan hevur eisini aðrar
agentar, sum arbeiða við seruppgávum longur
úti í heimi.
-Fyri okkum ræður tað um, at gera tað so
ómakaleyst fyri kundan at flyta vørur millu
Føroyar og útheimin. Vit flyta báðar vegir, sigur
Jóhan Simonsen, stjóri.
Spurdur um hvat hann sær í framtíðini, so
sigur hann, at hann væntar at skulu arbeiða
soleiðis mong ár afturat. Endamálið hjá
fyritøkuni er at gera viðurskiftini
uppaftu betri enn nú og uppaftur meira
ómakaleyst fyri kundan.
Jóhan Simonsen sjálvur er upprunaliga
útbúgvin hjá Eimskip, har hann var átta ár.
Hava flutnings
samband til allan
heimin úr Føroyum
NORLINK ER EIN AV FLUTNINGSFYRITØKUNUM, SUM ERU
SERFRØÐINGAR Í FLUTNINGI ÚR OG TIL FØROYAR