hósdagur 7. desember 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
Desember 2017
27
Vilmund Jacobsen
Tavan í Leirvík hevur gjørt íløgur í maskinur
í samband við eina royndarverkætlan at
gagnnýta og meirvirka sild, og aftan fyri hesa
verkætlan liggur ein longri søga.
Stjóri í Tavuni er Ingvar Joensen, og tá
Sosialurin vitjaði í Leirvík herfyri, hittu vit bæði
stjóran og íbirtaran, Johan Mortensen, ið partvís
arbeiðir sum konsulentur.
Á vitjanini í Tavuni fingu vit høvi at síggja
royndarframleiðsluna, og vit sóu, hvussu
sildalinjan er uppbygd - frá tí, at fiskurin kemur
í tangabili í túnið, til sildabitarnir verða koyrdir
í tunnur við laka.
Um miðjan november í ár sendi Tavan
fyrstu 200 tunnurnar við sildabitum í bingju
til svenska keyparan, sum hevði ein mann í
Føroyum, meðan fyrstu sildanøgdirnar vórðu
virkaðar.
Ingvar Joensen sigur, at afturmeldingarnar
úr Svøríki hava verið góðar, og Tavan fekk eina
samlaða bílegging í heyst á 2000 tunnur.
Henda dagin, Sosialurin vitjaði, kom
tangabilur við sild, sum Finnur Fríði hevði
fiskað, og bilurin kom við jøvnum millumbili,
soleiðis sum tey á virkinum megnaðu at
arbeiða sildina undan.
- So leingi, sum sildin liggur í sjógvi í
kølitangum umborð á skipinum, har kuldin er
minus eitt stig, liggur hon best, og tí taka vit
ikki meira inn á virkið í senn, enn vit brúka so
hvørt, sigur Ingvar Joensen.
Stjórin vísir á, at framleiðslan av sildabitum
í Tavuni ta fyrstu tíðina lá um 140 tunnur um
døgnið, men málið var í fyrstu syfti at koma
upp á 200 tunnur og seinni kanska upp á
einar 12-14 tunnur um tíman við einari maskinu.
At gera meira við sild
Ingvar Joensen og Johan Mortensen hava havt
ymiskt samstarv í skjótt 15 ár, og eitt nú hevur
konsulenturin og íbirtarin tikið eina hond í við
at útflyta og selja eitt nú rogn og brisling.
Johan Mortensen vísir á, at á ferðum
uttanlands eru teir ofta komnir í samband við
innflytarar av sild.
- Svøríki telist millum tey lond, sum brúka
ógvuliga stórar nøgdir av sild, og teir keypa
nógv úr eitt nú Noregi. Okkara ynski og
hugsan í nógv ár hevur verið, at høvdu vit
bara kunnað gjørt okkurt meira við sildina í
Føroyum, soleiðis sum føroyingar áður gjørdu,
tá sildin skapti nógv arbeiðspláss.
So hendi tað, at meira pelagiskur fiskur
kemur í okkara sjógv, og keyparar síggja, at
sildin gongur meira og meira vesturyvur.
- Tað er eisini henda gongd, sum serliga í
seinastuni hevur fingið sviar at spyrja, um tað
ikki ber til at fáa sild úr Føroyum. Vit fegnast
um tey uppsjóvarvirki, sum eru komin í gongd
í Føroyum; tey størstu í Kollafirði, Tvøroyri og
Fuglafirði. Her verður sildin serliga heilfryst,
meðan bert ein minni partur verður skorin.
Johan Mortensen sigur, at tað, sum Tavan
alla tíðina hevur miðjað eftir, er at koma inn á
tann marknaðin, har sildin verður skorin í bitar
í Føroyum og latin í gløs sum konserves. Hetta
er nevniliga ein ógvuliga stórur marknaður í
Skandinavia.
- Eg eri tískil ógvuliga fegin um, at Tavan
í ár hevur gjørt íløgur í maskinur, samstundis
sum vit hava fingið keyparar til sildabitarnar,
og eg fegnist ikki minst um, at vit nú eru komin
í gongd við hesi royndarverkætlan, sigur
íbirtarin.
Ov tíðliga at meta um
Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni, sigur, at sildin
fyrst er farin um eina skiljimaskinu, og haðani
úr kørunum í ein vaskipavn. Úr pavninum
kemur sildin inn í skerihøllini, har hon á
bondum verður lyft upp til flakamaskinuna. Úr
flakamaskinuni fara fløkini í eina aðra maskinu,
sum sker bitarnar.
- Sildabitarnir fara í tunnur, og her fara
umleið 84 kilo í hvørja tunnu, sum gevur
umleið 5.200 bitar tilsamans.
Stjórin vísir á, at allir bitarnir eru líka langir,
og tað merkir, at teir aftaru verða eitt sindur
lættari enn teir, sum eru skornir fremri á sildini.
Síðan verða bitarnir sukursaltaðir og
kryddaðir í tunnur.
Johan Mortensen sigur, at sildabitarnir fara í
miljónir av gløsum í Svøríki, og sviar eru kendir
fyri at eta nógva sild, soleiðis sum teir altíð
hava gjørt.
Hann vísir á, at í londunum rundan um
okkum hevur sild verið etin í langar tíðir, og
sildamarknaðurin í Skandinaviu er velduga
stórur.
Tavan eltir
slóðina hjá
føroyingum
SILDAFRAMLEIÐSLA HEVUR RØTUR NÓGV HUNDRAÐ ÁR AFTURI Í
TÍÐINI, OG SØGUR ERU UM, AT GAMLI TRÓNDUR Í GØTU FYRI MEIRA
ENN TÚSUND ÁRUM SÍÐAN FERÐAST NIÐUR TIL DANMARKAR Á
SUMRI AT KEYPA SILD. Í SILDAVERTÍÐINI Í HEYST HEVUR TAVAN
Í LEIRVÍK TIKIÐ UPP AFTUR TÁTTIN AT SKERA SILDABITAR, SUM
EITT NÚ BAKKAFROST Á GLYVRUM ARBEIDDI VIÐ Í SÍNARI TÍÐ
Her kemur sildin úr tangabili og beint inn í kørini í Tavuni
Sildin er farin um skiljimaskinuna og stendur nú í kørum
Úr kørunum fer sildin upp í henda pavnin og haðani inn í
framleiðsluhøllina