hósdagur 7. desember 2017síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
23
Desember 2017 27
- Vit í Føroyum eta lutfalsliga lítið av sild - ja,
eg vil siga alt ov lítið.
Men, hvørjar møguleikar sær Tavan so í
sildini? spyrja vit Ingvar Joensen.
- Tað er eitt sindur trupult at siga beint nú.
Føroysk skip fiska sild, og eitt er vist, soleiðis
sum Jóhan Mortensen eisini greiðir frá, at nógv
sild verður etin í okkara grannalondum.
Stjórin í Tavuni vísir á, at teir hava fingið
samband við áhugaverdan keyparan, og so
má bara tíðin fara at vísa, hvussu langt hetta
ber.
Hvussu hevur so royndarverkætlanin
hildnast higartil?
- Eg vil siga, at tað hevur gingið skjótari og
lættari at komið í gongd við sildini, enn tá vit
byrjaðu við gulllaksinum í sínari tíð, og eg vil
leggja aftrat, at gulllaksurin var ein tyngri byrj
an, enn sildin vísir seg at vera.
Men, hvørjar møguleikar sær so Johan
Mortensen sum íbirtari og konsulentur við
sildini í árunum sum koma?
- Eg síggi ógvuliga stórar møguleikar, og
eg vænti, at vit koma at síggja eina rættiliga
stóra meirvirking við sildini í Føroyum, leggur
hann aftrat.
At føla lukt og smakk
Johan Mortensen fer nú aftur í søguna og vísir
á, at hann og pápin, Axel Mortensen, sáli, sum
hevði sølufelagið Marr & Co, fyri nógvum árum
síðan arbeiddu saman við Hans Jacobsen,
Hans á Bakka, sum á virkinum á Glyvrum legði
sild í gløs.
- Hetta setti seg rættiliga fast í meg - tað
basala við, at tú framleiðir nakað, og tú bæði
følir lukt og smakk av tí, tú gert. Eg havi hugsað
um at vent aftur til hetta alt lívið, og eg havi
mangan hugsað, um møguleikar kanska vóru
at koma í gongd við sildini aftur.
Nú er tað so hent, at nógv sild og makrelur
eru í føroyskum sjógvi.
- Eitt, sum eg eisini hugsi ógvuliga nógv
um, er, at ung fólk í dag ikki í nógv størri mun
útbúgva seg innan marketing og sølu av fiski.
Johan Mortensen vísir á, at áður kundi tað
vera trupult at fáa fatur í rávøru, men hetta er
ikki trupulleikin hjá fólki í dag, sum hava hug
at gera nakað við hetta.
Hann heldur, at eisini í samband við
gastronomisku vinnuna, sum er í vøkstri í
Føroyum, og har føroyingar eisini hava fingið
virðislønir, hava vit higartil ikki gagnnýtt
uppsjóvarfiskasløgini.
- Men, hetta fer at koma, og tá Før
oyabankakvøld herfyri var á skránni í
matstovuni Barbaru í Havn, var forrætturin
brislingur, sum varð veiddur á Skálafjørðinum
og frystur í Tavuni.
Johan Mortensen sigur seg vera sannførdan
um, at nógvir inntøkumøguleikar kunnu
skapast við, at ung fólk fara at hugsa gastro
moni við eitt nú sild og øðrum fiskasløgum.
- Tí er ikki minst tankin við verkætlanini í
Leirvík at kveikja og skapa áhuga. Sildin hevði
áður stóran týdning í Føroyum og hevur altíð
verið ein basalur partur av matinum í Skand
inaviu.
Hann vísir á, at tað enntá hevur verið sagt
um Trónd í Gøtu, gamla, at hann á hvørjum
sumri fyri meira enn 1000 árum síðan sigldi
niður til sildamarknaðin í Oyrasundi.
- Okkara keyparar og samstarvspartar
í Svøríki hava eisini arbeitt sild heilt síðan í
1400-talinum - uttan íhald og heilt fram til
dagin í dag.
Johan Mortensen heldur, at hetta í sær
sjálvum eisini er ein stuttlig og hugvekjandi
søga.
- At gamli Tróndur í Gøtu fyri túsund árum
síðan keypti sild, og at Tavan í dag keypir sild
frá skipinum Tróndi í Gøtu. Sildin verður so
skorin í bitar á Tavuni, sukursaltað og kryddað
og síðan send av landinum at leggja í gløs hjá
svium, sum fóru undir hetta virksemi longu í
1400-talinum.
Í gongd aftur næsta ár
Tá Ingvar Joensen verður spurdur, um tað
møguliga eisini eru onnur lond enn tey
Skandinavisku, sum kundu verið áhugaði í
føroysku sildabitunum, sigur stjórin, at tað veit
hann lítið um at siga enn.
- Vit vita, at Skandinavia er ein ógvuliga
stórur marknaður, tá hugsað verður um
sildabitar í gløsum, og so hava vit eisini skilt, at
eitt nú Pólland og Rusland eru stórir marknaðir.
Fyribils hava vit so valt at konsentrera okkum
um svenska hermetikk-ídnaðin.
Stjórin í Tavuni tekur undir við tí, sum Johan
Mortensen sigur um, at ov lítil áhugi er millum
yngra ættarliðið fyri føroysku fiskivinnuni.
Sjálvur heldur íbirtarin, at nú Glasir fær
nýggjan skúla, átti tað at verið so sjálvsagt, at
her eisini verða givnar umstøður til undirvísing
innan marketing og sølu.
- Tað má ikki gerast soleiðis, at okkara
ungdómur gloymir, hvat tað er, sum vit liva av í
Føroyum. At okkara lívsgrundarlag í fyrsta lagi
er fiskatilfeingi, kunnu ikki fleiri meiningar vera
um - so leingi, vit ikki hava nakað annað, sum
skapar eins nógv í okkara samfelag.
Ingvar Joensen sigur, at nú tey hava arbeitt
sild á Tavuni í nakrar vikur, hava tey arbeitt við
10 fólkum í tveimum vaktum, og tað merkir,
at umleið helmingurin av fólkinum, sum
annars plagar at vera til arbeiðis á Tavuni,
er heima, meðan sildavirksemi hevur verið.
Vaktirnar byrja klokkan 06 á morgni, og hvør
vaktin arbeiðir í 10 tímar. Soleiðis hevur verið
arbeitt í 20 tímar um døgnið, meðan roynd
arverkætlanin er farin fram.
- Nú er henda vertíðin liðug, men málið hjá
okkum er at taka sildaverkætlanina upp aftur
í vertíðini næsta ár. Nú mugu vit fyrst fáa at
hoyra, hvat keyparin sigur, tá tey hava fingið
hesar 1000 tunnurnar yvir og hava selt vøruna,
sigur Ingvar Joensen.
Johan Mortensen leggur at enda aftrat,
at afturmeldingarnar frá keyparanum eru,
at góðskan á sildini, sum Tavan hevur selt
teimum, hevur verið framúr.
Her verður sildin skorin til flak og fer síðan víðari í aðra
maskinu, sum sker hana í bitar
Tær halda eyguni við, at bitarnir, sum koma úr maskinuni,
eru í lagi
Her verður blandað, sukursalt og krydd, sum verður latið
í tunnurnar
Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni og Johan Mortensen, íbirtari og konsulentur