Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 24 Desember 2017 27 Vilmund Jacobsen Hóast Fuglafjarðar havn kanska hevur meira enn ein kilometur av bryggjukanti tilsamans, merkir hetta kortini ikki, at bryggjan altíð er nóg stór, tá ræður um tey stóru skipini, sum koma á Fuglafjørð at landa, bunkra ella koma eftir fiska-og mjølvørum. Tá tey stóru skipini, sum koma á Fuglafjørð við fiski ella olju, eru lastað, krevst, at tey sleppa at liggja við djúphavn. Hóast djúphavnin fyri kortum fekk umleið 60 metrar av bryggjukanti aftrat, er mangan nógv trýst á, tá virksemið er størst. - Men, eisini í ár hevur borið til at skipa viðurskiftini soleiðis, at tað á ymiskan hátt hevur lagað seg sum best, tó at trýstið mangan hevur verið stórt. Tað sigur Rólant Højsted, havnarmeistari í Fuglafirði. Alt uppsjóvarfiskur Bæði í svartkjaftafiskiskapinum í fyrsta árs­ fjórðingi, makrelinum, sum byrjaði í fyrru hálvu av august - og nú í sildavertíðini seinni í heyst - hevur rættiliga nógv verið at gera, bæði hjá teim­um, sum starvast hjá Fuglafjarðar havn, men serliga á stóru virkjunum, Havsbrún, Pelagos og Effo Bunkers. - Eg vil siga, at tað næstan ikki hevur verið steðgur í, síðan fyrsta makrellastin varð landað í Fuglafirði hin 10. august í ár - til nú, síðan skipini fóru á sild. Rólant Højsted vísir á, at onkur makrellast er eisini komin seinni í heyst, og síðan hevur tað mesta verið sild, sum skipini hava landað í Fuglafirði. - Nú sildavertíðin nærkast endanum, eru skip aftur farin at fiska svartkjaft, sum vanligt er hesa tíðina av árinum, og her hava longu fleiri skip verið og landað svartkjaft, leggur hann aftrat. Men, hvussu hevur so árið í ár hildnast hjá Fuglafjarðar havn við samlaðum tali av skipum? ”Magiska” talið Tað er eingin loyna, at havnarmeistarin í Fugla­ firði í nøkur ár hevur havt vónir um, at skipatalið í eitt ár fer at koma upp á 1000, og nú vit eru komin nakrar dagar inn í desember, er Rólant Højsted sannførdur um, at hetta ”magiska” tal fer at verða rokkið í ár. - Størsta árið higartil, tá ræður um skipa­vitj­ anir, var í 2015, tá vit høvdu 858 skip á Fugla­ firði. Við endan av november í ár, var talið komið upp á 974, og nú vit eru komin nakrar dag­ar inn í desember, er samlaða skipatalið 988. Havnarmeistarin vísir á, at uppi í talinum á 974 skip við endan av november, eru 298 út­ lendsk skip, sum vóru 198 um somu tíð í fjør. Soleiðis er eisini talið av útlendskum skipum á Fuglafirði økt við 100 fyrstu ellivu mánaðirnar í ár. - Framvegis er nógv virksemi í Fuglafirði, har nøkur skip koma við svartkjafti og onnur við sild, og tí er als eingin ivi í mínari sál um, at vit í ár fara at avgreiða stívliga 1000 skip, sum vit mugu siga er ”magiska” talið, sigur ein væl­ nøgdur Rólant Højsted brosandi. Kensla av nøgdsemi Havnarmeistarin dylur ikki, at hóast 1000 bara er eitt tal, so gevur tað eina kenslu av nøgd­ semi, at Fuglafjarðar havn og fyritøkur í Fugla­ firði hava megnað at avgreitt øll hesi skip í eitt ár. - Jú, tað hevur verið trupult til tíðir, men teir, ið eiga og reka skipini, hava eisini verið laga­ ligir at fáast við, sigur Rólant Højsted, havn­ar­ meistari í Fuglafirði. Vit kunnu leggja aftrat, at uppi í teimum 988 skipunum, sum eru komin og farin av Fugla­firði higartil í ár, eru ikki útróðrarbátar, men bara størri skip, heimahoyrandi og ikki heima­hoyrandi í Fuglafirði. Fuglafjarðar havn røkkur í ár ”magiska” talinum Í NØKUR ÁR HEVUR HAVNARMEISTARIN Í FUGLAFIRÐI, RÓLANT HØJSTED, HAVT VÓNIR UM, AT SKIPATALIÐ, SUM VITJAR FUGLAFJØRÐ Í EITT ÁR, FER AT KOMA UPP Á 1000. – TAÐ GEVUR EITT ÁVÍST NØGDSEMI, AT VIT Í ÁR FARA AT RØKKA HESUM ”MAGISKA” TALI, SIGUR HAVNARMEISTARIN 2017 verður søguliga árið, tá skipatalið, sum vitjar Fuglafjørð, fer upp um 1000 - Eingin ivi er í mínari sál um, at vit í ár fara at avgreiða stívliga 1000 skip, sum er ”magiska” talið, sigur Rólant Højsted brosandi