mánadagur 11. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur síða 16-17
Neistin
og H71
renna
undan
Útbúgving síða 10
Freistir
til hægri
lestur
Ikki hissini eru ákoyringarnar á
Magna Laksafoss, tí hann dittaði
sær at gera eina greipingaravtalu
við Kristin Michelsen soleiðis, at
Kristin Michelsen ikki hevði fyri
neyðini at møta á tingfundi fríggja
dagin.
Bárður Nielsen, floksformaður
hjá Sambandinum segði, at hann
visti einki um, at Magni Laksafoss
hevði gjørt slíka avtalu – og at
slíkar avtalur skulu fráboðast for
manninum áðrenn tær verða gjørd
ar.
Magni Laksafoss sigur, at hann
hevur
fráboðað
formanninum
hetta longu hósdagin.
Tað vil siga, at annar teirra sigur
ósatt, tí báðir pástandi eru ikki
rættir.
Men hví so nógv fokus á, um
Magni Laksafoss og Kristin Mich
elsen hava greipað ella ikki?
Hetta er skipan, sum tingfólk
hava gjørt sínamillum. Áðrenn
tingskipanin varð broytt í 1995 bar
hetta ikki til. Tí tá vórðu mál ikki
samtykt uttan so, at 17 tingfólk av
32 vóru fyri. Í dag kann eitt mál
samtykkjast, sum 1 atkvøða er
fyri og 32 eru blankar. Tí gevur tað
meining at fólk úr báðum pørtum
gera greipingaravtalur, tá ein úr
øðrum partinum ikki fær møtt.
Sjálvandi kunnu vit bara siga, at
tingfólk skulu versgóð møta upp,
tá tingfundur er. Og um tað ikki
ber til, so er at biða um farloyvi, so
næsta fólk á listanum sleppur inn.
Her eru umberingarnar hjá ting
fólki sum oftast, at tá verða tey
noydd at vera burtur í eina heila
viku, hóast tey bara ætla at vera
burtur í ein tingdag.
Tað kunnu vit kanska skilja. Hó
ast størsti trupulleikin helst er, at
tað kostar tingfólki minst 9.000
krónur at fáa farloyvi og lata næsta
fólk sleppa inn. Tað tíma hvørki
andstøðu- ella samgongufólk, tí
velja tey at greipa – ella »cleara«,
sum tað verður kallað.
Men sera margháttligt er tað,
at ein floksformaður sum Bárður
Nielsen í hvørjum einstøku føri
skal viga, um nú hetta ella hatta
tingmáli er ov stórt til, at flokkurin
vil útlíkna eina atkvøðu.
Annaðhvørt hava tingfólk eina
greipingarskipan – ella lata tey
vera. Tað ber jú ikki til at liggja og
spæla hund upp á handan mátan.
Annars hevði tað ongan týdning
havt, um Magni Laksafoss breyt
avtaluna við Kristin Michelsen. So
hevði løgtingsformaðurin – uttan
at spurt nakran eftir, bara útsett
atkøvðugreiðsluna, til samgongan
var fullmannað.
Jú, tingmenn eru gentlemenn – í
øllum førum tá tað snýr seg um at
tryggja síni egnu viðurskifti...
sambandið fløkt í greipuni
Jákup Mikkelsen, løgtings
maður fyri Fólkaflokkin, er
tann tingmaður, sum hevur
møtt ringast upp til ting
fundirnar síðani á ólavsøku,
tá nýggja tingsetan byrjaði.
Nógv umrøddi tingmað
urin
seinastu
dagarnar,
Kristin Michelsen, er hinveg
in millum teirra, sum hevur
møtt best upp. Fríggjadagin
forsømdi hann sín fyrsta
tingfund. Hann var í farloyvi
úr Løgtinginum 4. til 15.
august, tá ein tingfundur
var og hevði varamann,
Hilbert Elisson, fyri seg á
tingi. Fríggjadagin var hann
skrivaður fyri fráveru fyri
fyrstu ferð hesa tingsetuna.
Magni Laksafoss hevur
eisini verið nógv burtur. Eitt
nú var hann á aðalfundi hjá
ST í tríggjar vikur uttan at
hava varamann fyri seg á
tingi. Tað er annars vanligt,
at tingfólk hava varafólk fyri
seg, tá tey fara á ST aðalfund,
tí tá fáa tey farloyvi við løn,
tí tey eru í tingsins ørindum.
Jenis av Rana og Pauli
Petersen hava tvær ferðir
verið á fundi í Norðurlanda
ráðnum, tá tingfundur er.
Tær fráverurnar eru ikki
taldar við.
Á talvuni høgrumegin
síggjast tey tingfólk, sum eru
førd í Løgtingsins gerðabók
fyri fráveru.
Jákup skulkar mest og Kristin
hevur tikið annað skinn um bak
Annahvørt hava tey avtalu
um at útlíkna – ella ikki
Soleiðis er uppmøt
ingin í Løgtinginum
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
1 Jákup Mikkelsen
8 22,9
2 Magni Laksáfoss
7 20,0
3 Jenis av Rana
4 17,1
4 Bjørn Kalsø
4 11,4
5 Bjarni Hammer
3
8,6
6 Heðin Mortensen
3
8,6
7 Jacob Vestergaard
3
8,6
8 Jørgen Niclasen
3
8,6
9 Óluva Elin Klettskarð
3
8,6
10 Bárður á Steig Nielsen
2
5,7
11 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótt
2
5,7
12 Hanna Jensen
2
5,7
13 Jónleif Johannesen
2
5,7
14 Kaj Leo Holm Johannesen
2
5,7
15 Kristianna Winther Poulsen
2
5,7
16 Sonja J. Jógvansdóttir
2
5,7
17 Bill Justinussen
1
2,9
18 Djóni Nolsøe Joensen
1
2,9
19 Gerhard Lognberg
1
2,9
20 Helgi Abrahamsen
1
2,9
21 Ingolf S. Olsen
1
2,9
22 Jógvan á Lakjuni
1
2,9
23 Jógvan Skorheim
1
2,9
24 Kári P. Højgaard
1
2,9
Hesi 24 tingfólk eru skriva fyri fráveru síðani tingsetan
byrjaði á ólavsøku. 35 fundir vóru skrivaðir í gerðabókina, tá
uppgjørt var. Løgtingið førir protokol hvørja ferð tingfundur
er, og tingfólk sum ikki møta á fundi verða skrivaði fyri
fráveru. Tey fáa kortini løn, men missa koyripengar
Nr. Tingfólk tal av fundum %
Kristin Michelsen varð fyrstu
ferð skrivaður fyri fráveru í
hesari tingsetuni fríggjadagin,
tá hann hevði gjørt greiping
aravtalu við Magna Laksafoss
Jákup Mikkelsen, løgtings
maður Fólkafloksins í Klaks
vík, hevur ivasama heiðurin
sum tað tingfólk, sum møtir
ringast upp til tingfundirnar.
Hann er skrivaður fyri fráveru
fyri 8 av 35 tingfundum, sum
mánamorgunin vóru førdir í
gerðabókina hjá Løgtinginum