Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144 DRAMA Í TINGINUM TÁ IÐ NÝSKIP­AN­IN VAR SAMTYKT Ein avtala millum Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum og Magna Laksáfoss úr Sambandsflokkinum tryggjaði, at fiskivinnunýskipanin nú er farin til 3. viðgerð Árni Gregersen Tað var ein ferðil av drama í Løg­ ting­inum allan fríggjadagin. Ivi var um tað fóru at verða nóg nógvar atkvøður at bera uppskotið um fyrisiting av sjófeingi ígjøgnum frá 2. Til 3.viðgerð. Upprunaliga var ivin har, tí at millum annað Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, ikki klárt al­ment hevði sagt, um hann fór at taka undir við álitinum, sum sam­ gongulimirnir í vinnunevndini løgdu fram. Saman við partamnanninum av Tvøroyri, Bjarna Hammer, var hann ivasamur um fleiri við­ur­ skifti í uppskotinum til fiski­vinnu­ ný­skipan. Hitt sum økti nógv um spenn­ ing­in var, at Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki fór at taka lut á tingfundinum fríggjadagin, tí hann fór uttanlands hendan dagin. Undir vanligum umstøðum hevði hetta havt við sær, at ein at­ kvøða hevði manglað, tá ið at­kvøð­ ast skuldi um uppskotið. So hevði staðið á jøvnum og uppskotið um fyri­siting av tilfeingi hevði fallið burtur. Magni upp í leikin Eitt annað, sum øktiu spenningin var, at alt tyktisk óvist um hvussu tað fór at spæla av, tá ið ting­fund­ ur­in var settur. Samgonuleiðarin segði ikki nógv og heldur ikki hinir floks­for­menn­ inir. Tað var sum øll royndu at gera støðuna spenta. Summi tí at hetta gav nógva umtalu – onnur tí tey royndu at fáa støðuna broytta. Veruleikin var, at longu undan tingfundinum høvdu teir báðir, Kristin Michelsen og Magni Laksá­ foss gjørt av talu um, at Magni Laksáfoss, skuldi cleara við javn­að­ ar­mannin. At cleara er, um til dømis tað berst einum frá at vera til eina at­ kvøðu­grreiðslu, so ber til at gera av­ talu við onkran sum atkvøður tað motsatta sum ein sjálvur. So upp­ hevja tvey tingfólk hvønn annan. Tað var eina slíka avtalu teir báðir gjørdu og sambært Magna Laksáfoss, so hevði Kristin Michel­ sen atkvøtt fyri upp­skot­in­um, men tá ið hann var burtur, so var Magni Laksafoss eisini burtur, tí hann hevði atkvøtt nei til uppskotið. Munurin millum samgongu og andstøðu var tí óbroyttur og upp­ skotið var samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti ístaðin fyri 17 fyri og 16 ímóti. Sambandsflokkurin ónøgdur Tað kann staðfestast, at tað hóvaði als ikki Sambandsflokkinum at Magni Laksáfoss hevði gjørt eina slíka avtalu. Hann var rættuliga hart kroyst­ ur og formaðurin fekk hann at ringja til Kristin Michelsen fyri at vita um til bar at uppsiga avtaluna. Hetta vildi Kristin Michelsen ikki. -So noyddist eg at halda fast við ta avtalu, sum eg hevði gjørt og hana standi eg eisini við, sigur Magni Laksáfoss. Formaðurin í Sambandsflokkin, Báður á Steig Nielsen, er ógvuliga ónøgdur við avtaluna, sum Magnoi Laksáfoss gjørdi. -Hewtta er heilt klárt álitisbrot, tí eg hevði frammanundan gjørt greitt fyri tingbólkinum, at ongin avtala um clearing skuldi gerast um hetta mál, men tað gjørdi hann kortini. Spurdur um hetta fær avleið­ ing­ar fyri tingmannin, sigur ting­ for­maðurin, at júst nú eru ikki so nógv­ir møguleikar. -Valfeløgini kiring landið hava gjørt vart við hetta, men hvat tey gera veit eg ikki, sigur formaðurin. Hann leggur afturat, at fyri hann var hetta so stórt álitisbrot at tað ikki bert kann skúgvast til viks. Magni Laksáfoss sigur, at hann helt sína avtalu og tað broytti onki í atkvøðugreiðslunbi. Nú er uppskotið farið til 3. við­gerð og har atkvøður Kristin Michel­sen, sum hann sjálvur vil, meðan eg atkvøði saman við mín­ um flokki, sigur hann. Uppskotið fær 3. viðgerð í ting­ in­um í morgin. Magni Laksáfoss , Sambandsflokkurin , fekk ákoyringar fyri sína avtalu við Kristin Michelsen. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tað var eitt álvarsligt álitisbrot, at Magni Laksáfoss gjørdi avtalu við Kristin Michelsen. Endaliga viðgerðin av málinum um fyrisiting av sjófeingi verður í tinginum í morgin