mánadagur 11. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat er tín lívrættur:
Ræst kjøt og røst súpan.
Hvat er besta stað í Føroyum:
Hest og Skopun. Eg eri har tá tað ber til.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Miðskeiðis í Havnini, eitt steinkast
frá Nonnuskúlanum, standa eini
stór reyð hús á eini stórari trøð. Tað
er KFUK-húsið, og meðan flestu
fólk ikki veita teimum serligan
ans gerandisdagar, so gerast gerast
bæði trøðin og húsið á hvørjum
vetri brádliga miðdepilin fyri hvør
sína orsøk.
Trøðin er ein av yndisstøðunum
hjá havnarbørnum at sleta í kav
anum, meðan húsið er karmur
um virksemi hjá felagsskapinum
KFUK, ið á hvørjum ári skipar fyri
jólahaldi fyri fólki, ið eru einsamøll
á jólum.
Hendan dagin eg stígi inn á
gólvið í KFUK, hevur eitt tjúkt lag
av kava lagt seg á bøin, og ung
dómar og foreldur við børnum fara
oman og niðan gjøgnum brekka og
fylla trøðna við látri og lívsgleði.
Inni í húsinum renna fleiri fólk
runt og gera klárt til adventshaldið,
ið verður komandi viku. Nógv skal
fáast av skafti, og mitt í rokanum
er 62 ára gamla Louisa Niclasen
Hansen, ið er skrivari hjá KFUK
Tórshavn.
Jólahald síðan 1993
Meðan virksemið hjá KFUK spenn
ir víða, so eru ørindini hendan dag
in at tosa um árliga jólahaldið hjá
KFUK. Síðstu árini hevur Louisa
Niclasen Hansen og maður henn
ara Eisenberg Hansen verið drív
megin handan jólahaldinum, men
tað vóru onnur fólk, ið løgdu lunnar
undir arbeiðið fyri 24 árum síðan.
- Tað vóru Jona Henriksen og
Jóhannes Álvheygg, ið av fyrstan
tíð tóku stig til jólahald fyri einslig.
Tað var í 1993, at tey løgdu merki til,
at tað vóru nógv fólk, ið ikki høvdu
nakrastaðni at fara á jólum, greiðir
Louisa Niclasen Hansen frá.
Jona Henriksen og Jóhannes
Álvheygg skipaðu fyri jólatiltakin
um tvey ár á rað, men góvu í 1995
ábyrgdina víðari til Sonju Klein og
Holger Arnbjerg, ið hildu á til 2009.
Tá tóku Louisa Niclasen Hansen og
Eisenberg Hansen við ábyrgdini, og
hava tey staðið á odda fyri tí síðan.
Sum eini vanlig jól
Tað kann ljóða heldur øðrvísi at
halda jól í KFUK-húsinum í staðin
fyri heima við hús, men í stóran
mun líkist jólahaldið tí, ið gongur
fyri seg í flestu føroyskum heimum
jólaaftan.
Jólaaftan hjá Louisa Niclasen
Hansen og Eisenberg Hansen byrj
ar klokkan tólv um dagin, tá tey
avheinta dunnurnar í køkinum í
Landssjúkrahúsinum. Síðan verð
ur gjørt klárt í KFUK-húsinum,
áðrenn fólk byrja at koma.
- Vit eru umleið 23 fólk, ið vanliga
savnast jólaaftan og tá eru tað altíð
nøkur nýggj fólk millum okkara. Eg
plagi at koyra runt og avheinta tey,
ið ikki eru før fyri sjálvi at koma, tí
tey eru so illa gongd, sigur Eisen
berg Hansen.
Klokkan átjan verður farið til
borðs, men húsið letur upp nakrar
tímar áðrenn, so at fólk kunna
hugna sær saman, áðrenn maturin
verður settur á borðið.
- Kaffi og smákøkur standa
frammi, og klokkan átjan lesi eg
jólaevangeliið, áðrenn vit fara til
borðs, har vit eta dunnu og fáa
rísalamang omaná, sigur Louisa
Niclasen Hansen.
Eftir borðhaldið er sangur, søgur
og annað á skránni, áðrenn fólk
byrja at fara aftur til hús.
Gleðin er drívmegin
Hóast Louisa Niclasen Hansen og
maðurin hava brúkt flestu jólini
síðstu átta árini til sjálvboðið ar
beiði, so metir hvørgin teirra, at tey
missa nakað serligt. Tvørturímóti,
so er lønin so mikið stór, at tað er
alt vert.
- Lønin er at síggja menniskjur
glað og takksom fyri hetta. Tey
koma eisini aftur ár eftir ár. Tað er
ikki eitt offur, at vit brúka jólaaftan
saman við øðrum, tí vit kunna bara
halda jólaaftan 1. jóladag. Vit fáa
heldur ongar pengar burturúr ur
hesum. Tað er gleðin hjá teimum,
ið savnast her, ið er okkara løn, siga
tey bæði.
Tað gekk heldur ikki leingi frá tí,
at Sonja Klein og Holger Arnbjerg
takkaðu fyri seg í 2008, til at parið
avgjørdi at taka uppgávuna á seg.
- Vit mettu, at arbeiðið var ov
virðismikið til at detta á gólv. Tað
hevði verið saknar í hesum, um tað
ikki var. Hetta er tað arbeiðið hjá
KFUK, ið fólk leggja serliga merki
til. KFUK verður nú sett í samband
við jólini, siga Louisa Niclasen Han
sen og Eisenberg Hansen.
Vælvild
Tað er tó ikki bara tey, ið eru til
staðar jólaaftan, ið gera tað møgu
ligt at hava jólahaldið. Tað eru
nevniliga nógv fólk, ið vísa tiltak_
inum vælvild og stuðla á ymiskan
hátt.
- Tá vit keypa inn til tiltakið,
so fáa vit mangan 25-50 prosent
avsláttur, tí handlar vilja stuðla
verkinum, og tað eru eisini nógv
fólk, ið lata okkum jólagávur. Vit
merkja ein øgiligan stóran stuðul
frá menniskjum. Fólk eru glað fyri
hetta, og síggja tørvin í, at vit gera
hetta, sigur Eisenberg Hansen.
Seinastu nógvu árini hevur Før
oya løgmaður eisini lagt leiðina
framvið í KFUK, og tað eru tey bæði
sera takksom fyri.
- Jóannes Eidesgaard var tann
fyrsti løgmaðurin, ið vitjaði, og
síðan tá hevur sitandi løgmaður
vitjað okkum á hvørjum ári. Tað
er stuttligt, at teir leggja leiðina
framvið og hevur tað nógv at siga
fyri okkum, ið eru savnað her.
Tað vísir eisini, at teir hugsa um
tað arbeiðið, ið verður gjørt, sigur
Louisa Niclasen Hansen.
GLEÐIN HJÁ
ØÐRUM ER
LØNIN
- Lønin er at síggja menniskjur glað og takksom fyri hetta. Tey koma eisini
aftur ár eftir ár. Tað er ikki eitt offur, at vit brúka jólaaftan saman við
øðrum, tí vit kunna bara halda jólaaftan 1. jóladag. Vit fáa heldur ongar
pengar burturúr ur hesum. Tað er gleðin hjá teimum koma, ið savnast her,
ið er okkara løn. Tað siga Louisa Niclasen Hansen og Eisenberg Hansen, ið
síðstu árini hava staðið fyri jólahaldinum fyri fólk, ið eru einsamøll á jólum.
- Vit merkja
ein øgiligan
stóran stuðul frá
menniskjum. Fólk
eru glað fyri hetta,
og síggja tørvin í, at vit gera hetta