Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144 UNDIR FÝRA EYGUM yndisjólasangur: Mær er kensla í barmi Hvat er tín yndisbók: Fyrst og fremst er tað Bíblian - Vit mettu, at arbeiðið var ov virðismikið til at detta á gólv. Tað hevði verið saknar í hesum, um tað ikki var. Hetta er tað arbeiðið hjá KFUK, ið fólk leggja serliga merki til. KFUK verður nú sett í samband við jólini. UM Louisu Niclasen Hansen Louisa Niclasen Hansen varð borin í heim 1. jóladag 1955 í Tórshavn, men er uppvaksin í Hesti. Sum 16 ára gomul fór hon til Hoydalar í Realskúla, og hevur búð í høvuðsstaðnum síðan. Louisa Niclasen Hansen hevur verið virkin í KFUK í 46 ár, og hevur síðan 1999 verið skrivari hjá felagsskapinum. Í 2010 giftist hon við Eisenberg Hansen og hava tey bæði síðan 2009 staðið fyri jólahaldinum fyri fólk, ið eru einsamøll á jólum. Virksemi í nærum hálva øld Tað var Henrietta Hansen úr Vági, ið byrjaði føroyska arbeiðið hjá KFUK, ið ein stytting fyri Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur. Fyrsta føroyska deildin hjá felagsskapinum varð stovnað av Henriettu Hansen í heimbygdini í 1912. Seinni flutti Henrietta Hansen úr Vági og til Havnar, har hon 29. juni 1922 setti á stovn KFUK í høvuðsstaðnum. Sostatt hevur KFUK Tórshavn verið virkið í 95 ár. Í viðtøkunum hjá KFUK verður upplýst, at endamál felagsins er at boða Guðs orð fyri kvinnum og fólki í øllum aldri, og stuðla teimum í teirra kristnu trúgv og lívi, og at hjálpa teimum at tæna Gudi og menniskjum. Heimstaðurin hjá KFUK Tórshavn var av byrjan við stóru húsini við Varðagøtu. Vagnur Michelsen skrivar á hvannrok.fo, at tað vóru bretar, ið bygdu húsini í 1901, og at tað tá virkaði sum bretskt konsulat. Í 1922 keypti KFUK húsið og stóra jarðarstykkið rundanum fyri 35.000 krónur. Skipað hevur verið fyri jólahaldi fyri fólki, ið sita einsamøll á jólum, síðan 1993, og hava Lousia Niclasen Hansen og Eisenberg Hansen staðið á odda fyri tí síðan 2009. Freistin at tekna seg til haldið í ár er 20. desember og kann tað gerast við at ringa til 211824 ella 311928. Jólaaftanshald er fyri tey, sum sita einsamøll ella hava tørv at verða saman við onkrum á jólum.