mánadagur 11. desember 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØGMAÐUR
SKAL GERA
SUM TRUMP
ÁHEITAN Á LØGMANN Miðflokkurin fer nú formliga at heita á
løgmann um eisini at viðurkenna Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael
Áki Bertholdsen
– Vit fegnast stórliga um, at tað
loksins var ein stjórnarleiðari sum
tordi at viðurkenna Jerusalem sum
høvuðstað í Ísrael.
Tað er reaktiónin úr Miðflokk
inum nú amerikanski forsetin,
Donald Trump, hevur viðurkent
Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael.
Og á Landsfundinum hjá Mið
flokkinum leygardagin, er niður
støðan, at Føroya løgmaður, Aksel
V. Johannesen, eigur at gera sum
Trump. Og tí fer Miðflokkurin nú
at senda løgmanni skriv, har heitt
verður á hann um eisini at viður
kenna Jerusalem sum høvuðstað í
Ísrael.
Jenis av Rana, formaður í Mið
flokkinum, sigur, at tað fer hann
nú at gera. Men hann sigur, at letur
Løgmaður ikki við seg koma, er tað
væl hugsandi, at Miðflokkurin fer
at leggja uppskot fyri Løgtingið um
at samtykkja at heita á Løgmann
um at viðurkenna Jerusalem sum
høvuðstað í Ísrael.
Eygnasteinur Guds
Jenis av Rana heldur, at tað hevði
verið virðiligt, at Aksel V. Johanne
sen gjørdi sum Donald Trump, tí
neyvan hevur Ísrael átt trúgvari
vinir enn føroyingar.
– Eg havi hitt forsætisráðharran
í Ísrael, Benjamin Netanyahu og
hann visti væl um Føroyar og stuð
ulin, Ísrael fær úr Føroyum, og
hann kallar okkum vinir Ísraels,
sigur Jenis av Rana.
Og hann leggur afturat, at
neyvan er tað nøkur tjóð í heim
inum, har fólk eru so íðin at vitja
heilagu støðini í Ísrael, sum føroy
ingar eru.
– Tað slepst ikki undan, at Ísrael
eygnasteinur Guds, og í bíbliuni er
Jerusalem høvuðstaður í Ísrael. Tað
var ætlanin hjá Guði at Jerusalem
skuldi vera høvuðstaður Ísraels, so
hjá okkum er tað fyrst og fremst av
bíbilskum orsøkum, at vit halda, at
Jerusalem skal vera viðurkendur
sum høvustaður Ísraels, sigur Jenis
av Rana.
Eitt mark skal vera
Avgerðin hjá Donald Trump um at
viðurkenna Jerusalem sum høvuð
stað í Ísrael, hevur møtt stórari
mótstøðu, og leiðarar kring heimin
hava átalað og fordømt avgerðina.
Tað hevur eisini elvt til ófrið í Mið
eystri, og ávarað verður um, at tað
fer at elva til enn meiri ófrið og
uppreistur.
Men tað fær ikki Jenis av Rana
av ivast.
– Tað er ein spurningur um,
hvussu leingi vit kunnu lata yvir
gangskroppar stýra heiminum, og
hvussu langt vit skulu hopa eftir
hæli fyri teimum, sigur formaðurin
í Miðflokkinum.
– Einaferð mugu vit koma hartil,
at vit gera tað, sum er rætt, og tí
eigur Føroya Løgmaður at ganga
á odda á hesum øki saman við am
erikanska forsetanum, leggur hann
afturat.
Jenis av Rana er greiður yvir,
at tað er danska stjórnin sum um
situr okkara uttanríkispolitikk, og
at ein avgerð um at viðurkenna
Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael,
kann bara takast av donsku stjórn
ini. Men hann heldur kortini, at ein
slík avgerð í Føroyum hevði verið
ein virðilig heilsan til Ísrael, sum
uttan iva eisini hevði vakt ans úti
í heimi.
Jenis av Rana heldur eisini, at
Føroyar eiga eisini at seta eina før
oyska sendistovu á stovn í Ísrael,
ella í hvussu so er at fingið eitt
skipað eitt formligt samstarv við
Ísrael.
– Tað hevði fyrst og fremst havt
eitt hugsjónarligt virði, men vit
skulu heldur ikki gloyma, at Ísrael
er rættiliga frammaliga á nógvum
øki, helst á tøkniliga økinum, so
uttan iva kundi okkurt fruktagott
spurst burtur úr tí, heldur formað
ur í Miðflokkinum.
– Tað hevði verið virðiligt, at føroyingar gjørdu sum Trump og viðurkendi Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael, heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins
Tað hevði verið
virðiligt, at Aksel V.
Johannesen gjørdi
sum Donald Trump
Einaferð mugu vit
koma hartil, at vit
gera tað, sum er rætt