Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144 Stúra fyri kvinnum við bróstkrabba ØRKYMLANDI Miðflokkurin fer nú at reisa málið í Løgtinginum, eftir at Landssjúkrahúsið hevur sagt samstarvið við íslendska serlæknan í bróstkrabba, upp Áki Bertholdsen – Vit hava lovað at kanna málið, og tað fara vit at gera. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at á lands­ fundinum hjá flokkinum fríggja­ kvøldið, vóru tað fleiri kvinnur, sum vóru ørkymlaðar av, at Lands­ sjúkrahúsið hevur sagt samstarvið við íslendska serlæknan í bróst­ krabba, Kristján Skúla, upp. Tær søgdu, at tær høvdu roynt at spurt seg fyri um støðuna, men fingu einki svar, og tær fáa ikki inn­ lit í málið. Eisini Krabbameinsfelagið hev­ ur gjørt við seg og hevur átalað, at tað enn eina ferð varður sáddur ivi um viðgerðina av bróstkrabba. Tey siga, at hóast samstarvið við ís­lendska læknan nú er sagt upp, er ongin onnur greið ætlan fyri, hvussu viðgerðin so skal vera, og tí vald­ar stór óvissa á økinum í løtuni. – Tað er stak óheppið, og skapar óneyðugan ótta millum sjúklingar og avvarðandi. Krabbameinsfelagið átal­ar, at Landssjúkrahúsið hevur slíkt arbeiðslag, sigur Krabba­meins­- felagið. Jenis av Rana sigur, at tískil fer Miðflokkurin nú at reisa málið í Løg­tinginum fyri at fáa vissu fyri, at viðgerðin av bróstkrabba er í trygg­um hondum. – Vit vilja hava greiði á, hví við­ gerð­in, sum er nú, ikki er nøktandi, og hvat vit fáa ístaðin, sigur Jenis av Rana. Eisini Bjørn Kalsø, løgtings­mað­ ur fyri Sambandsflokkin, hev­ur reist málið, og vil hava Sirið Sten­ berg at greiða frá, hvussu landið ligg­ur. Samkynd hjúnalag skal strikast aftur Tað verður framvegis eitt høvuðsmál hjá Miðflokkinum at broyta hjúnabandslógin aftur, so at samkynd hjúnalag aftur verður bannað. Og tað verður eitt krav, tá ið samráðingar verða aftur um samgongu Áki Bertholdsen Tað er framvegis eitt krav frá Miðflokkinum, at hjúnabandslógin verður broytt aftur, so at reglan um, at eisini samkynd kunnu gang saman í hjúnalag, verður strikað. Tað sigur Jenis av Rana, løg­ tings­maður fyri Miðflokkin, og for­ mað­ur floksins. Flokkurin hevði landsfund fríggja­kvøldið, og har var broyt­ing­ in í hjúnabandslógini eitt høvuðs­ mál. –  Eg hevði væntað, at limirnir í Miðflokkinum høvdu sligið seg til tols við, at hesin bardagin var tapt­ur, og at tey høvdu góðtikið støð­una sum hon er, sigur Jenis av Rana. Men hann sigur, at á lands­fund­ inum fríggjakvøldið mátti hann ásanna, hvussu fast hetta hevur tikið limunum í flokkinum, tí tað var eitt av høvuðsevnunum. –  Eg eri óvfarin av, at hjúna­ bandslógin framvegis fyllir so nógv í hugaheiminum á fólki, sigur Jenis av Rana. Eitt krav Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at boðskapurin frá landsfundinum var greiður, og tað var, at flokk­ urin skuldi gera alt, sum stend­ur í hansara makt, at fáa hjúna­bands­ lóg­ina broytta aftur. Jenis av Rana sigur, at næstu ferð, Miðflokkurin kemur í eina støðu har hann er við í sam­ráð­ing­ um um samgongu, verð­ur tað so­ statt eitt krav, at hjúna­bands­lóg­in verður broytt aftur, so at samkynt hjúnalag verður bannað. Hann ásannar, at vera sam­ráð­ ingarnar við ein av núverandi sam­ gongu­flokkum, verður tað torført at seta eitt treytaleyst krav um hetta. Men verður talan um eina borg­ arliga samgongu, eitt nú somu flokk­ar, sum myndaðu undanfarnu sam­gongu, heldur Jenis av Rana, at tað er avgjørt veruleikakent at fáa hjúna­bandslógina verður broytt aftur. Og hann heldur, at tað verður enntá lættari at broyta hana aft­ ur, tí á ólavsøku er ætlanin at yvir­ taka alt økið, og tá gera vit sjálvi av, hvussu hjúnabandslógin skal vera. Ber væl til Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at fólk hava reist spurnartekin við um tað yvirhøvur ber til at broyta lógina aftur. – Sjálvandi ber tað til. Hendan sam­gongan broytti lógina og tað er púra einki í vegin fyri at ein komandi samgonga broytir hana aftur, sigur hann. –  Tá ið hjúnabandslógin varð broytt, so at samkynd kundi giftast, varð tað ført fram, at tað var ein neyðug broyting. Men nú gongur sjón fyri søgn, at tað var tað als ikki, tí mær vitandi er bara eitt samkynt part gift í Føroyum, og tað vóru tveir útlendingar, leggur Jenis av Rana afturat. Tað verður framvegis eitt høvuðsmál hjá Miðflokkinum at fáa hjúnabandslógina broytta aftur, so at samkynt hjúnaband aftur verður bannað