Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvannasunds havn fer frá 1. januar 2018 at seta í verk nýggja skipan við bátaplássum, sum merkir, at leigusáttmáli fyri hv Vilmund Jacobsen Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur við kunn­ gerð sett skipum herd krøv til inni­ haldið av svávuli í brennioljuni. Endamálið við kunngerðini er at minka um luftdálkingina frá skip­ um. Nýggja kunngerðin setur mark­ virði fyri svávul í brennioljuni til tess at avmarka svávuldioxid í royki frá skipum. Fram til ár 2020 skal innihaldið av svávuli ikki verða oman fyri 3,50 vekt prosent, sum tað kallast - og í 2020 skal svávulútlátið ikki fara upp um 0,50 vekt prosent. Hesi markvirði samsvara við al­ tjóða avtalur í sonevnda MAR­POL- sáttmálanum. Fylgja øðrum Nýggja kunngerðin staðfestir eis­ ini, at frá 1. juli 2018 verða krøvini til skip, sum liggja við bryggju í før­ oyskari havn ella fyri akker nærri enn tveir fjórðingar úr landi, mun­ andi herd. Tá kann innihaldið í svávuli í mesta lagi verða 0,10 vekt prosent. Sirið Stenberg, landsstýris­kvinna í umhvørvismálum, heldur tað hava stóran týdning, at vit í Før­ oyum hava somu markvirði sum aðrastaðni. - Tað skal ikki loysa seg hjá skip­ um at koma í føroyskt sjóøki at dálka, sigur landsstýriskvinnan. Felags ábyrgd Ábyrgdin fyri umhvørvinum og stríðið móti dálking er ein ábyrgd, sum liggur á okkum øllum. Sirið Stenberg vísir á, at hó­ast Før­oyar eru eitt lítið land í heims­ høpi, liggur henda ábyrgd eisini hjá okkum. - Tað er eitt aðalmál í øllum um­ hvørvispolitikki at ansa eftir og fara væl um náttúruna, sigur lands­ stýriskvinnan.  Heima og úti Kunngerðin, sum er lýst í dag, er gald­andi fyri føroysk skip í før­ oysk­um og altjóða sjógvi og fyri út­ lendsk skip í føroyskum sjógvi. Kunngerðin er eisini galdandi fyri havstøðir á føroyska land­ grunn­inum og veitarar, sum veita brenni­olju til skip úr landi ella í før­ oysk­um sjógvi.  Tørvurin nøktaður í nógv ár Vilmund Jacobsen Hósdagin komandi verður hátíðarløta í Trongisvági, tá spaki verður settur í til nýggja barnagarðin hjá Tvøroyrar kommunu. Tað eru Brim Arkitektar, sum hava teknað nýggja stovn­in. Á Tvøroyri siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin fram við í Trongisvági til há­tíð­ar­ løt­una, sum byrjar hós­dagin klokk­an 13. Við einum nýggjum og nú­ tím­ans barnagarði taka tey í Tvøroyrar kommunu eitt stórt fet víðari í menningini av býn­ um. - Her fáa verandi og kom­ andi borgarar ein nýggjan stovn til børnini, og her verður ans­ingartørvurin nøktaður nógv ár fram í tíðina, siga tey í Tvør­oyrar kommunu. MÓTTØKA ÚTSETT: Ætlanin var at hava móttøku í nýggju býráðshúsunum hjá Eysturkommunu seinasta fríggjadag, men herviliga illveðrið gjørdi av við einar tveir rútar í húsinum. Móttøkan er útsett, og kunnað verður nærri um, nær móttøkan verður. Akra­berg heim við fullari last Av veiðini hjá Akrabergi eru sløk 400 tons av súrløgu ella ensilagu Vilmund Jacobsen Trolarin Akraberg er farin at sigla heim úr Barentshavinum við full­ari last. Í lastini eru stívliga 900 tons av fiski, og haraftrat hava teir sløk 400 tons av súrløgu ella ensilagu í tangum, sum er úr høvdum og inn­vølum á túrinum. Hetta er ein túrur í russkiska partinum av Barentshavinum, og tað eru slakir tveir mánaðir síðan, at Akraberg fór úr Føroyum. Heimferðin tekur umleið fimm sam­døgur, og væntandi verða skip og manning heima fríggja­ dag­in, um alt gongur væl. Krøvini um luftdálking frá skipum eru nú herd - Tað skal ikki loysa seg hjá skipum at koma í føroyskt sjóøki at dálka, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg Heimferðin tekur umleið fimm samdøgur, og væntandi verða skip og manning heima fríggjadagin - Ábyrgdin fyri umhvørvinum og stríðið móti dálking er ein ábyrgd, sum liggur á okkum øllum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg