mánadagur 11. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
Í samband við, at
Trúgvi Gudmundarson
er farin í farloyvi, hevur
Hvalbiar kommuna
fingið nýggjan vara
borgarstjóra, sum er Eir
Jógvansdóttir
Norðberg.
Vatntrupulleikar
skulu nú loysast
Sunda kommuna hevur í
longri tíð havt trupulleikar við
vatnveitingini við Norðskála
Vilmund Jacobsen
Økt búseting og økt vinnu
ligt virksemi, umframt at
Nesvík er knýtt í veitingina
av Norðskála, hevur ført við
sær, at leiðingin til norðara
partin av Norðskála stund
um ikki klárar at veita nóg
nógv vatn.
Trupulleikin hevur ser
liga víst seg sum vatntrot í
ovastu húsunum við Rætt
argarðar, sum tað kallast.
Í Sunda kommunu siga
tey, at vatnveitingin við Norð
skála er bygd upp soleið
is, at frá vatnverkinum og
oman til norðastu húsini á
Heiðavegi liggur 6 tumma
vatnleiðing. Haðani fer vatn
leiðingin í tvey, ávíkavist 6
tumma leiðing suður eftir og
4 tumma leiðing norðureftir.
- Tað er nóg nógv vatn
tøkt frá vatnverkinum, men
4 tumma vatnleiðingin norð
ur eftir, megnar ikki at veita
nóg nógv vatn, tá á stendur.
Kommunan hevur sett
pengar av á fíggjarætlan fyri
2018 til at leggja nýggja 6
tumma leiðing til norðara
part av Norðskála.
Túrarnir
til jólar
fækkast
Vilmund Jacobsen
Í seinnu hálvu av seinastu
viku gjørdist rættiligt
ódnarveður av høgætt,
og nakrir stormskaðar
vóru kring landið.
Í Norðragøtu og Fuglafirði
leikaði hart á, og eisini
frættist um stormskaðar
í Vágum og aðrastaðni.
Flestu skip, sum vóru til
fiskiskap undir Føroyum,
komu til lands, áðrenn
illveðrið brast á, og tað
var ikki fyrr enn um
vikuskiftið, at tey fyrstu
skipini loystu aftur.
Tá tey á Fiskamarknaði
Føroya fríggjadagin
gjørdu sínar metingar fyri
hesa vikuna, vóru útlitini
til landingar av givnum
orsøkum einki serlig.
Nøkur línuskip eru farin
út aftur um vikuskiftið
og gongur alt, sum
ætlað, verður hetta
væntandi seinasti túrur
fyri jól hjá línuskipum
og tess manningum.
Hesa vikuna verður
streymurin góður, og
veðurforsagnirnar
eru á einari leið.
Tí kann eisini roknast við,
at onkur útróðrardagur
verður hesa vikuna,
samstundis sum flestu
línuskip royna eydnuna
eina seinastu ferð
fyri jólahøgtíðina.
Fríggjadagin, sum var
dagurin eftir ringasta
illveðrið, var bara
eitt partrolarapar til
fiskiskap, men væntandi
loystu flestu partrolarar
um vikuskiftið.
Tað fer tó at taka sína
tíð, áðrenn skipini koma
inn aftur at landa.
Fríggjadagin lógu allir
djúpvatnstrolararnir,
og tað gjørdu teir smáu
trolbátarnir eisini.
Síðan illveðrið hasaði
av, sum hóskvøldið og
fríggjanáttin leið, eru
flestu skip farin út aftur.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey eisini
fríggjadagin at siga, at eitt
av trimum garnaskipum
hevur lagt til jólar, men
hini bæði, sum eftir
eru, eru farin aftur til
fiskiskap og gera onkran
túrin aftrat til jólar.
Nú byrjar
rundkoyringin undir
Saltnesgrynnuni
- helst einasta
rundkoyring undir
Atlantshavinum -
at taka skap. - Eini
fimmti skot skulu
skjótast, áðrenn
rundkoyringin er
liðug, sigur NCC.
Vit seta ikki lív í vanda
- Vit funnu saman við fíggjarmálaráðharranum
eina loysn, ið báðir partar kundu liva við. Tí kennist
tað sera hugstoytt, at stjórin á lønardeildini
nú aftan á kemur við álopi á okkum, sigur
forkvinnan í Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Vilmund Jacobsen
Jan Mortensen, stjóri á løn
ardeildini í fíggjarálaráðn
um, hevur í tíðindunum í KvF
ákært felagið hjá føroyskum
sjúkrarøktarfrøðingum fyri
at seta lív í vanda.
- Hetta er ein sera grov
ákæra, ið ikki kann góð
takast. Tað er væl skiljandi, at
Jan Mortensen er eitt sindur
stúrin, tí samráðingarnar við
námsfrøðingarnar ikki ganga
eftir vild. Men, vit frábiðja
okkum at verða drigin inn í
hesar samráðingar og átala,
at hann ákærir okkara fak
bólk fyri at seta lív í vanda.
Tað sigur forkvinnan í
felagnum
hjá
føroyskum
sjúkrarøktarfrøðingum, Óluvá
í Gong.
Hon vísir á, at undir sam-
ráðingunum við fíggjarmála
ráðið gjørdist tað felagnum
greitt, at samráðingartoymið
við Jan Mortensen á odda
als ikki skilti álvarsligu støð
una, ið valdaði á føroysku
sjúkrahúsunum.
- Hóast arbeiðssteðgurin
tá hevði vart í tvær vikur,
og okkara limir dagliga sóu,
hvussu hetta ávirkaði sjúkl
ingin, so var als eingin vilji
til semju frá fíggjarmála
ráðnum.
Óluvá í Gong sigur, at fyri
at tryggja eina loysn, áðrenn
lív komu í vanda, valdu tey at
trýsta fíggjarmálaráðið til at
skilja álvaran.
- Hetta varð gjørt við at
fráboða arbeiðssteðg fyri all-
ar sjúkrarøktarfrøðingar á
Landssjúkrahúsinum, Suð
uroyar Sjúkrahúsi og Klaks
víkar Sjúkrahúsi. Við hesum
stigi fingu vit eina loysn á
truplu støðuni, ið fíggjar
málaráðið hevði sett sjúkl
ingin í.
Forkvinnan í Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar sigur, at tey saman við
fígg jarmálaráðharranum
funnu eina loysn, sum báðir
partar kundu liva við.
- Tí kennist tað sera hug
stoytt, at stjórin á lønardeild
ini nú aftan á kemur við tí
líkum álopi á okkum, sigur
Óluva í Gong, forkvinna.
- Við okkara átaki fingu vit eina loysn á truplu støðuni, ið
fíggjarmálaráðið hevði sett sjúklingin í, sigur Óluvá í Gong.