mánadagur 11. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir
dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum.
Um tú sum lesandi ynskir at fara
uttan lands sum skiftisnæmingur,
er
tað
so
vert
alt
stríðið?
Tú skalt fáa góðkenningar til
vega, vera burtur frá maka, vinum
og familju, og flyta, fyri at fara á
lestrar ferð á ókendum víddum..
Men ein kandidatritgerð frá
Køben havns Universitet rør nú
fram undir, at tað fríggjarliga kann
loysa seg at taka ein part av lestri-
num uttanlands.
Emil Regin Brodersen hevur
lisið
búskaparfrøði
á
Køben-
havns
Universitet,
og
hann
skrivaði í síni kandidatritgerð
um búskaparlesandi, sum fóru
uttan lands sum skiftisnæmingar
á elite universitetum, og sum so
seinni fingu munandi hægri løn.
Íblásturin til at skriva eina upp-
gávu sum mátar úrslitið av lestrar-
skeiðum uttanlands kom tá Emil
Regin Brodersen sjálvur var í Berlin
sum skiftisnæmingur. Hann ynskti
at vita um hann, og onnur í somu
støðu, fóru at fáa fíggjarligan ágóða
av skiftisskeiðnum.
Ritgerðin kannar avleiðingar
av skiftisskeiðum uttanlands hjá
bú skaparlesandi, og deildarstjórin
hjá Københavns Universitet kundi
nú hugsað sær at fingið kanningina
víðkaða til fleiri lestrarleiðir.
www.uniavisen.dk
Emil Regin Brodersen arbeiðir í dag
hjá danska fíggjarmálaráðnum,
men hann hevur gjørt eina avtalu
við Københavns Universitet, um
at hann hevur gjørt ein saman-
drátt av ritgerðini, tí evnið er sera
áhugavert fyri fleiri deildir á læru-
stovninum. Samandrátturin kom
út 1. oktober og kann lesast inni á:
www.uniavisen.dk
Kanningin
hjá
Emil
Regin
Brodersen gevur ábendingar um at
lesandi, sum hava verið uttanlands,
kunnu vinna sær 600.000 meira
í løn fyrstu átta árini, eftir tey
eru vorðin cand.polit. Greiningin
vísir, at tað serliga er skiftisskeið
á lærustovnum á top 100 listanum
hjá Times Higher Education frá
2016 (tá lá Københavns Universitet
á 120. plássi), og tað bendir tí á at
lønarvøksturin serliga er grund-
aður á fakligheit, og ikki líka nógv
á málsligar og altjóða mentan ar-
ligar førleikar, skrivar Emil Regin
Brodersen í saman dráttinum.
Hann viðgongur tó, at nøkur
øki kunnu vera torfør at máta, t.d.
hvørji lesandi fara uttanlands, og
bólkurin ið hann hevur kannað,
umfatar bert búskaparlesandi, so
tí kann tað vera torført at leggja ov
stóran týdning í úrslitini.
Umsóknarfreistirnar at søkja um
upptøku á hægri útbúgvingum eru
rættiliga ymiskar frá landi til lands
og viðhvørt eisini í landinum frá
einum útbúgvingarstovni til ein
annan. Her er nakað av kunning
um vanligastu londini. Men minst
til at altíð kanna freistirnar í
góðari tíð, t.v.s. eitt ár áðrenn
lestrarbyrjan, og gloym ikki at
kanna upptøkukrøvini samstundis!
Føroyar
Freistin fyri kvotu 2 á Fróð skapar-
setri Føroya er 15. apríl á midnátt.
Umsóknarbløðini til kvotu 2 eru
tøk á leið 1. mars. Søkir tú gjøgnum
kvotu 2, er tað samstundis ein
umsókn gjøgnum kvotu 1. Freistin
fyri kvotu 1 á Setrinum er 1. juli á
midnátt.
Danmark
Freistin fyri kvotu 2 er 15. mars kl.
12.00. Søkir tú umvegis kvotu 2.
“Umsóknarbløðini” eru tøk uml. 1.
Februar á optagelse.dk
Freistin fyri kvotu 1 er 5. juli
kl. 12.00. Umsóknarblaðið kann
útfyllast
online
á
optagelse.
dk. Um tú ikki hevur NemID,
skal tú undirskriva og senda
eina váttan við posti til hvønn
einstaka stovn/útbúgving, ið tú
søkir inn á. Henda váttan kemur
fram, tá tú endaliga hevur góðkent
tíni útbúgvingarval.
Noregi
Vanliga er freistin 15. apríl. Les
meira á: samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les
meira á: antagning.se.
Finnland
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar
frá stovni til stovns. Vanliga eru
umsóknarfreistirnar
til
hægru
útbúgvingarnar
(kandidaatti/
kandidat)
millum
januar
og
mai.
Umsóknarbløð
fáast
á
lærustovnunum.
Stóra Bretland
Føroyingar hava síðan 2007 verið
roknaðir sum EU-íbúgvar í Stóra
Bretlandi. Til ber at søkja gjøgnum
UCAS. Tað er møguligt at søkja frá
1. september árið fyri lestrarbyrjan
og mann søkir sum einstakur
lesandi og IKKI gjøgnum ein
skúla.
Við
leinkið
Apply
er
møguligt at finna góða vegleiðing.
MINST TIL at umsóknarfreistirnar
til Oxford og Cambridge umframt
lækna, djóralækna og einstakar
aðrar útbúgvingar eru 15. oktober
árið fyri, sum tú ætlar tær at
byrja. Lesið meira á UCAS. Vanliga
umsóknarfreistin fyri hægri lesnað
í Stóra Bretlandi er 15. januar, men
fleiri lærustovnar velja at umhugsa
umsóknir fram til 30. juni, um pláss
eru tøk.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send bein-
leiðis til útbúgvingarstovnin og
oftani kann tað vera eitt hálvt ár fyri
lestrarbyrjan, men tað kunnu vera
tøk pláss heilt fram til lestrarbyrjan.
Einstøk uni versi tet, millum annað
tey heilt kendu og virdu í USA hava
um sóknarfreist eitt heilt ár fyri
lestrar byrjan. Set teg í samband við
lestrar vegleiðarar,
International
Office ella Admissions Service á
stað num, sum tú ætlar at søkja til.
Ella set teg í samband við Altjóða
Skriv stovuna, so kunnu vit hjálpa
tær at fáa greiði umsóknarfreistum
og upptøkukrøvum, um tú ivast í
onkrum.
Spurningur:
Nær verður enska málroyndin
í Føroyum næstu ferð?
Svar:
IELTS royndin er ein av góðkendu
málroyndunum, sum útlendsk universitet
krevja. Nú ber til at taka IELTS-
royndina í Tórshavn leygardagin 19. mai
2018.
Tú teknar teg til royndina við at fara inn
á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far
til breddan til vinstru "Find Test Date"
og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so
vegleiðingini á síðuni. Prísurin er 2.425 kr.
Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8
dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur aftaná royndina.
Lestur uttanlands førir til hægri løn
Umsóknarfreistir um upptøku á hægri útbúgvingum
UCAS-vegleiðing mikudagin 13. desember á J.C. Svabos gøtu
14, klokkan 16.15-17.30. Tiltakið verður stroymað.
Ynskir tú vegleiðing í at fylla UCAS-umsóknarbløð fyri
2018/19 út (við umsóknarfreist 15. januar), so bjóðar
Altjóða Skrivstovan nú vegleiðing komandi mikudag, 13.
desember frá klokkan 16.15 til 17.30. Vegleiðingin fer fram
á J.C. Svabos gøtu 14 í Tórshavn. Tú ert sjálvandi eisini altíð
vælkomin til vegleiðing aðrar tíðir. www.setur.fo/ASK