mánadagur 11. desember 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
Odder vann
Tveir
føroyingar
brustu
saman
í
næstbestu
donsku
hondbóltsdeildini
leygardagin, tá ið botnliðið
FIF við Róa Berg Hansen á
liðnum hevði vitjan av einum
av toppliðunum, nevniliga
Odder við Helga H. Hoydal á
liðnum. Sum væntað var tað
toppliðið úr Jútlandi, sum
vann ein tryggan 31-23-sigur.
Føroysku
javnaldrarnir
báðir høvdu tveir ógvuliga
meinlíkar
dystir.
Teir
fingu hvør sítt mál, hvør
sítt gult kort og hvør sínar
tveir minuttir. Tað var tó
hoyvíkingurin Helgi, ið fóru
avstað við sigrinum, og av tí
at Randers HH tapti ímóti
oddaliðnum, TMS Ringsted,
so er Odder nú á 2. plássi tvey
stig aftanfyri TMS Ringsted
og eitt stig frammanfyri
Randers HH.
Eitt mál
Jóhan
á
Plógv
Hansen
skeyt
eitt
av
málunum,
tá
ið
Bjerringbro-Silke
borg leygardagin vann 34-
32 á útivølli ímóti Århus
Håndbold. Hálvleiksstøðan
var 20-17 til Bjerringbro-
Silkeborg, sum var trygt á
odda 30-25 tá ið 10 minuttir
restaðu í, men hóast tað var
tætt við at tveita sigurin
burtur.
Føroyski
høgri
vongurin er nýliga komin
aftur frá einum álvarsligum
krossbandsskaða, sum helt
honum burtur frá hondbólti
í átta mánaðar. Hesaferð
skeyt hann málið til 24-20,
men fekk annars sítt fyrsta
mál
síðani
skaðasteðgin
fyri tveimum vikum síðani
í teprum tapi ímóti Aalborg.
Bjerringbro-Silkeborg
er
nummar trý í 888Ligaen,
fýra stig aftanfyri oddaliðið
Skjern og tvey stig aftanfyri
GOG.
Skaðin
Tað var í einum Champions
League-dysti í Póllandi tann
18. februar, at Jóhan á Plógv
Hansen sleit krossbandið.
Hann
hevði
júst
lagt
Bjerringbro-Silkeborg
á
odda 17-14, tá ið hann bleiv
liggjandi á gólvinum og mátti
hjálpast frá vøllinum. Ein
skanning tveir dagar seinni
staðfesti, at krossbandið var
slitið, og upprunaligu boðini
vóru, at hann í minsta lagi
fór at missa restina av 2017.
Uppvenjingin
gekst
tó
somikið væl, at hann longu
var klárur at spæla aftur
síðst í novembur. Tað er tó
við smáum fetum og nøkrum
minuttum í senn, at hann er
við at fullføra sítt comeback,
sum tó eiheldur er mett at
vera lætt, eftir at avloysari
hansara á høgra vongi, Jacob
Lassen, hevur gjørt tað sera
gott.
Helgi H. Hoydal og teir úr Odder hava kós ímóti
bestu donsku hondbóltsdeildini, har Jóhan á Plógv
Hansen so smátt er við at koma fyri seg
Føroyskir rógvarar hava um vikuskiftið vunnið heiðursmerkir í EM
í inniróðri, sum var í hollendska høvuðsstaðnum, Amsterdam
ODDER Í ODDINUM
Pætur Albinus
Teir sjey føroysku rógvar
arnir, sum Róðrarsamband
Føroya tók út til at luttaka
í
EM
í
inniróðri
hava
veruliga gjørt um seg í
Amsterdam, har kappast
varð leygardagin.
Byrjað
varð
longu
klokkan
hálvgum
níggju
føroyska tíð, tá ið menninir
skuldu í eldin. Her gjørdist
talan um tvær gullmedaljur
og tvær silvur medaljur. Teir
báðir Magnus Madsen og
Jens Kristian Dam vunnu
báðir gull, meðan Toni Dam
og
Bergur
Dam
Jensen
vunnu silvur. Her kann
nevnast, at Magnus vann sín
bólk sera sannførandi við 17
sekundum, og Jens Kristian
vann somuleiðis ein tryggan
sigur við fýra sekundum.
Hjá Toni gjørdist talan
um ein sera spennandi róður,
og ein ikki minni spennandi
endaspurt, har Toni tíverri
gjørdist júst ov stuttur til
gullmedaljuna við einans
0,6 sekundum. Bergur róði
somuleiðis ein sannførandi
róður, og gjørdist talan um
eina trygga silvurmedalju
seks sekund frammanfyri
nummar trý.
Hjá
kvinnunum,
sum
kappaðust fyrrapartin, gjørd
ist talan um gullmedaljur
til bæði Elsu Magnussen og
Ingibjørg Thomsen. Elsa róði
ein sera sannførandi róður
frá byrjan til enda og var hon
áleið 200 metrar frammanfyri
næsta kappingarneytan, tá
ið hon fór um málstrikuna.
Í bólkinum hjá Ingibjørg var
talan um tætta kapping, men
vann Ingibjørg bólkin við
áleið tveimum sekundum.
Síðsti føroyski luttakarin,
Sarita Hansen, luttók í opna
lættvektsbólkinum
hjá
kvinnum, ið vanliga er ein
bólkur við sera høgum støði,
og var støðið í ár eisini høgt.
Sarita megnaði tó eitt flott
fjórða pláss.
Forkvinnan
í
Róðrar
sambandinum, Annika V.
Dalsgarð, fegnast um góðu
úrslitini, og vísir hon á, at
rógvararnir hava lagt sera
nógv fyri upp til kappingina,
og er hetta ein staðfesting
av, at føroyskur inniróður og
luttøka í altjóða kappingum
er komin fyri at vera.
Tíðirnar hjá føroysku
rógvarunum:
Jens Kristian Dam,
lættvekt 40 – 49 ár, 6:38.0
Toni Dam, tungvekt
50 – 54 ár, 6:21.4
Sarita Hansen, lættvekt
opin bólkur, 7:29.9
Bergur Dam Jensen,
lættvekt 30 – 39 ár, 6:36.6
Magnus Madsen, tungvekt
30 – 39 ár, 6:14.0
Elsa Magnussen, tungvekt
30 – 39 ár, 7:15.0
Ingibjørg Thomsen,
lættvekt 30 – 39 ár, 7:40.8
albinus@sosialurin.fo
Heiðursmerkir í Amsterdam